Klaga, barnagentur og skriviborðstig órógva spælarar ov nógv.

Sjáldan eru sæddir so nógvir neistaáskoðarar í høllini.

Sjáldan eru sæddir so nógvir neistaáskoðarar í høllini.

Eg havi ikki fylgt steypakappingini og harvið finalunum, tí tað gera bæði Kringvarpið, Sosialurin, Rás 2 og portalar. Æltaði tí ikki at skriva nakað frá steypafinalunum leygardagin, men tað vóru orðini eftir dystin frá Jórun Ludvig úr Kyndli og Jacklin Durhuus úr Neistanum, sum gjørdi, at eg broytti støðu og hava skrivað nøkur orð.

Tá kringvarpsmaðurin eftir dystin spurdi Jórun Ludvig, um nógv umrødda klagan ávirkaði kyndilsspælararnar, so segði hon nakað soleiðis: – Ja, øll umrøðan av málinum um klaguna ávirkaði kyndilsspælarar í finaludystinum, og hetta var keðiligt, tí kyndilsspælararnir vóru ikki partur í málinum. Men so legði hon afturat, at tað var ikki orsøkin, at Kyndil tapti fyri Neistanum, tí tær fingu ikki álopsspælið at rigga. Tær spældu ov seint.

Jacklin Durhuus varð spurd, um klagan og øll umrøðan í fjølmiðlunum hevði givið neistakvinnum seinastu orkuna at basa kyndilskvinnum í finaluni, og hon segði nakað soleiðis: – Ja, vit vildu ikki finna okkum í, at vit tapa tvey stig á skriviborðinum í einum dysti, sum vit vunnu seinasta sunnudag. Dysturin seinasta sunnudag vístu neistakvinnum vegin til finalusigurin á Kyndli, segði Jacklin.

Og tað var júst tað, eg hugsaði fyri steypafinaluna millum Kyndil og Neistan. Jórun Ludvig endurtók bara tað, sum eg hugsaði. Eg føldi einastaðni, at alt rokið um klagu, fingin stig á skriviborði, barnagentur, reytt kort kom serliga at vera ein kleppur um beinini á kyndilskvinnum. Meðan neistakvinnur fingið meira orku og drívmegi at vinna dystin, so fingu kyndilskvinnur ongantíð fótin fyri seg í dystinum. Tær vóru darvaðar av øllum “rokinum” eingin ivi um tað. Tað sat í beinunum, sum tikið verður til.

Tað sálarliga hevur so ómetaliga stóran týdning í ítrótti, og steypafinalan millum Kyndil og Neistan er gott dømi og prógv um hetta. Neistakvinnur høvdu sálarligu yvirvágina frá dystarbyrjan. Og tað kemur ikki óvart á meg, at Milica Rankovic úr Neistanum skjýtur ellivu mál í finaluni. Milica skilir ikki føroyskt og enskt og spældi ikki vegna skaða ímóti Kyndli seinasta sunnudag. Ì finaluna spældi hon sum vanligt av lívsins kreftum uttan ávirkan av klagu og skriviborðstigum, sum kanska ávirkaði aðrar spælarar á vøllinum. Fríða stóð væl í neistamálinum, og einasta kyndilskvinnan, sum spældi upp til sítt besta, var Turið Arge.

Eg haldi, at kvinnuhondbólturin er skeiklaðar í vetur av dystinum millum VB og Kyndil í Vági og nú rokið um klagu, reytt kort og tapt og vunnin stig á skriviborðinum. Spælarar havi ikki uppiborð slíkt. Eingin ivi er um, at kyndilskvinnur hava goldið part av kostnaðinum í sambandi við klaguni, og tað hava VÍF kvinnur so sanniliga eisini gjørt. Hetta kunnu bæði liðini takka kyndilsleiðsluni fyri. Neistakvinnur spældu uttan liðskiparan og fóru avstað við steypinum. Sig so tað. Hjartaliga til lukku við steypinum bæði Neistin og VÍF.

Og so kann enda við at siga, at eg erí fegin um, at HSF hesuferð eftir áheitan valdi uttanveltaðar dómarar at døma steypafinalurnar. Hetta er fleiri ferðir seinnu árini ikki gjørt hvørki í steypafinalunum ella FM-finalunum. Allir spælarar hava uppiborið 100% uttanveltaða døming. Uttanveltað døming er ein av grundarsteinunum ella rættari sagt hornsteinunum  í hondbóltsspælinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *