Úr myndasavninum – 1995 vóru aðrar tíðir í skiftingarrúmunum eftir dyst (e)

neistamenn í 1995.

Neistamenn í 1995 á Skála. Frá vinstru Bjartur Nolsøe, Jòn Hansen við sigarettini, Tróndur Bogason, Eyðun R. Jensen, Sigmundur Christiansen, Høgni í Jákupsstovu og Páll Nólsoy. Gentan við stóra smílinum uttast til vinstru er Kára á Dunga við heiðursmerki um hálsin?

Fekk sendandi mynd av neistamonnum frá 1995 eftir dyst á Skála, sum teir vunnu á StÍF. Ølfløskur eru mangan sæddar í skiftingarrúmum, og tað gera tær óivað enn, men tað serliga við hesi mynd er, at neistaspælari hevur sigarett í hondini, og tað sært tú ikki longur í skiftingarrúmum. Tað er slett ikki loyvt at roykja nakrastaðni inni í hallunum kring landið, og roykipolitikkurin í samfelagnum er nógv broyttur, síðani myndin omanfyri varð tikin í 1995.

Eg kann minnast, at tá ið eg byrjaði sum lærari í Eysturskúlanum í 1979, royktu lærarar á lærarastovuni. Seinni fóru nakrir lærarar oman í annan endan at roykja. Nøkur ár seinni varð gjørt serligt roykirúm nær lærarastovuni, og uppaftur seinni fóru lærarar í rúm undir jørð at festa sær í. Men nú er ikki loyvt at roykja hvørki inni ella úti á matrikkul-nummarinum, sum Eysturskúlin stendur á. Tiðir broytast. Eg kann eisini minnast, tá ið man var í føðingardegi í familjuni. Stór skál við sigarettum, seruttum og sigarum varð send runt til gestirnar. Fólk vildu vera blíð, men hetta finnur ikki stað longur, hvørki heima hjá fólki ella í stórum veitslum.

Tíverri vísa hagtølini, at føroyski ungdómurin roykir alt ov nógv. Eg sá eina sending um royking í Svøríki, og har varð sagt, at ungdómurin har roykir nú minni, men fleiri ung skráa ístaðin. Eingin ivi er um, at hjá summum ungum er spennandi at byrja at festa sær í, men tey ungu hugsa ikki um avleiðingar seinni av sigarettunum. Hagtølini í Føroyum siga, at talið av roykjarum millum ung minkar, men tað minkar seint og alt ov seint. Her er talan um hugburð, sum má broytast millum tey ungu. Tann dagin, tá ið ikki longur er”smart” at roykja, minkar heilt vist talið av roykjarum. Hetta vísa kanningar aðrastaðni. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *