Val av ársins hondbóltsspælarum kundi verið gjørt øðrvísi

Hevði er valrætt valdi eg henda spælara til ársins spælara.
Hevði eg valrætt, valdi eg Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF til ársins spælara.

Alt gott um gallaveitslur, har eingir veruligir gallaklæðir eru sjá, og frálíkt tiltak, at borgarstjórin í Havn bjóðar FM-vinnarum til hugnaløtu og betri bita í Müllers pakkhúsi. Áhugi mín er heilt lítil, hvør gerst ársins spælari ella ársins ditt og datt, sjálvt um ungir spælarar hava herðaklapp uppiborið eftir lokið kappingarár. Tá ið eg hoyri, hvussu spælarar atkvøða um ársins spælarar, er áhugin enn meira minkaður.

Mannagongdin er hon, at hvørt lið fær tveir atkvøðuseðlar frá gallafyrireikarunum, spælarar fáa ein seðil og venjaratoymið ein seðil. Hetta er skipan, sum gallafyrireikarar einaferð í tíðini hava funnið uppá, og hvørki fjølmiðlar, serkøn hondbóltsfólk ella Hondbóltssambandið eru partur í hesum.

Trý uppskot um ársins spælarar, verjuspælara o.s.f skulu skrivast á atkvøðuseðilin, og spælarar skulu vera samdir um nøvnini, tí liðið hevur bara ein atkvøðuseðil. Tú kanst ikki skriva nøvn á seðilin, sum spæla á tínum liði. Veikleikin við hesi skipan er, at spælarar fáa ongantíð at vita, hvussu hini liðini hava atkvøtt, og hvussu nógv stig hvør spælari fær samanlagt.

Tá ið eg síggi, hvørji eru vald til ársins ditt og datt, so sæst tíðuliga, at óvundsjúka og útihýsan er við í myndini. Tað kann ikki vera rætt, at FM-vinnararnir Neistin kvinnur og KÍF menn mest sum standa eftir við ongum. Ikki tí, at fleiri av nøvnunum um ársins spælarar eru góð boð um ársins ditt og datt, men har vanta tey allar størstu nøvnini.

Barbara skuldi sjálvandi verið ársins spælari. Skotið 200 mál, og hon er frálíkur verjuspælari. (Mynd Álvur)
Alt gott um Liljuna Djurhuus úr VÍF, men Barbara Brauer skuldi sjálvandi verið vald ársins spælari. Barbara skotið 200 mál, og í mun til Liljuna er Barbara nógv betri verjuspælari.

Eg kundi spurt, um spælarar eru førir fyri at velja ársins spælarar? Eg haldi ikki. Í míni verð skal alt við í myndina, tá ið ársins spælarar skulu veljast. Teir kunnu skjóta nógv mál, verja væl, standa væl í málinum, duga væl at samskipa álopsspælið ella vera sálarliga akkerið á liðnum og annars slóða fyri, at gott lag er í spælarahópinum. Her er so nógv, sum hædd skal takast fyri, og tað velst sjálvandi eisini um, hvørji eyguni eru sum síggja.

Mær dámar slett ikki núverandi atkvøðuskipan, tí hon er beinleiðis órættvís. Heldur dámar mær skipanina betur, sum er brúkt í steypafinalunum, har tey velja dagsins spælara í steypafinaluni hjá monnum og kvinnum. Hetta brúka grønlendingar eftir hvønn dyst, tá ið tey í eina viku spæla um meistaraheitið, og hetta síggja vit eisini í ymsum altjóða kappingum.

Skulu vit finna ársins spælarar, so er ikki rætt, at spælarar í kappingini velja ársins spælarar, tí eg eri vísir í, at øvund og annað spælir nógv inn, og at farið verður mangan ikki eftir dygdini men heldur persóninum. Hvør skal velja ársins spælarar? Fjølmiðlarnir? Tað eru fá fjølmiðlafólk, sum fylgja allari hondbóltkappingini, so har er ikki nógv at heintað. Skal rættvísi fram um ársins spælarar, áttu eini fimm serkøn hondbóltsfólk fylgt kappingini og síðani valt ársins spælarar.

Rætt varð valt, tá ið Tomma Petersen úr Kyndli varð vald til ársins málverja.
Rætt varð valt, tá ið Tomma Petersen úr Kyndli varð vald til ársins málverja.

Kanska er torført hjá eldri hondbóltsspælara sum mær at siga mína hugsan um slíkt, tí í míni tíð sum spælari, valdu vit ikki ársins spælara. Og vit førdu okkum ikki fram á vøllinum, sum nógvir spælarar nú gera. Sjálvandi skulu spælarar vísa kenslur, tá ið framd eru góð avrik á vølli. Men máti skal vera við.

Ársins dómarar Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen hava dømt nú dømt í nógv ár. (Mynd Vagnur)
Ársins dómarar Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen hava nú dømt í nógv ár. (Mynd Vagnur)

Eg haldi tað er at niðurgera mótstøðuspælaran fyrst at jarðleggja hann í verjuni fyri síðani at strekkja armarnar upp um høvd. Hvør skal siga, mótstøðuspælarin er fallin. Eisini er nýtt fyribrygdi kom á skiftingarbeinkinum, har mangan meira lív er uttanfyri vøllin á beinkinum enn inni á vøllinum. Spælarar veipa við ørmum og fara upp úr stólinum og út um síðulinjuna, bara okkurt er áfatt á vøllinum.

Kanska dugu vit eldru hondbóltsspælarar ikki at fylgja tíðini, men eg haldi, at vit á nógvum økjum eru farin aftur eftir hali í hondbóltsspælinum.

PS. Nøkur fólk finnast at, at Kringvarpið ikki var til staðar, tá ið ymsu ársins spælarar vórðu avdúkaðir. Sjálvandi skal Kringvarpið ikki brúku orku til slíkt, stovnurin skal heldur halda seg til at siga frá hondbóltsdystum, tí tað er hetta, alt snýr seg um. (Vagnur)

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply