Ferðin hjá Hjørdis Háberg og mammuni til Sumbiar tók tólv tímar

Hjørdis og mamman sigldi við hesum Smirli til Sumbiar. Ferðin tók tólv tímar. Smiril á Havnarvág umleið 1920. (Mynd Havnin fólk og yrki)

Seinastu mánaðirnar hevur skipanavnið Galaxy rungað í hvørjum lurtitólið í Føroyum. Suðuroyingar í øðini og í mótmælum føra fram, at Suðuroyggin er afturútsigld og fyri vanbýtí. Løgið, tí í mun til fólkatalið, so hevur Suðuroyggin havt flest løgmenn og landsstýrisfólk í mínari tíð. Hava hesi sovið í tímanum?

Kom at hugsa um hetta, tá eg um dagarnar las í bókini Minnisbrot frá 2006 eftir Hjørdis Háberg, sum í bókini leiðir okkum gjøgnum Havnargøtur fyri hundrað árum síðani. Hugaligt at lesa, hvar eg brádliga steðgaði við tekst, tá Hjørdist minnist eina ferðina, tá tað tók tólv tímar við Smirli úr Havn til Sumbiar at vitja ommu sína.

Hjørdis og mamman vóru ofta í Sumba og ferðaðust, serliga meðan pápin Jógvan sigldi við Smirli. Hon minnist túrin, sum tók tólv tímar úr Havn til Sumbiar. Veðrið var vánaligt, og tey skuldu inn í hvørja havn suðureftir eisini á Sandoynni.

Hjørdis Háberg (1916-2015) sigur í bókini Minnisbrot frá ymsum áhugaverdum í gomlu Havnini. Hjørdis var gift Peturi Háberg. (Mynd úr bókini Minnisbrot)

Vanliga sigldi Smiril ikki til Sumbiar men til Vágs. Haðani gingu vit til Sumbiar, sigur Hjørdis. Men tann túrin hevði Smiril timbur til eini hús, sum skuldi smíðast. Vegur var tá ikki millum Sumba og Vágs.

Hjørdis Háberg (1916-2015) , sum vit minnast búði í Magnus Heinarsonargøtu, var kent andlit í Havn. Hon gjørdist 98 ára gomul og búði seinastu árini á Ellisheiminum. Hon var gift Petur Háberg (1914-1984).

Hugaligt og áhugavert at lesa júst tað Hjørdist nevnir um ferðasambandið til Suðuroyar, sum allan mína tíð hevur verið drúgt samtaluevni. Sum ungir hondbóltsspælarar tók tað fýra tímar at sigla við táverandi Smirli til Tvøroyrar. Seinni kom Smyril bygdur á Tórshavnar skipasmiðju, og síðani Molsferjurnar, sum var stórt ferðaframstig. Nú siglir Smyril eftir umvælingar tíbetur aftur, sum er skræddaraseymaður til Suðuroyarsiglingina. Frálíkt skip.

Ferðasambandið til Suðuroyar er framvegis ”heitt” samtaluevni millum manna. Suðuroyartunnilin? Stríð um linjuføringar, fígging, trygd, rýmingarsmogur, fráfaringaraldur, breidd av tunnilvegnum o.a. Líkamikið, sjálvur upplivi eg ikki at koyra millum Havnina og Suðuroynna.

Við hesum Smyrli tók tað fýra tímar at sigldu til Suðuroyar at spæla hondbólt ella rógva kapp. Pláss var ikki fyri øllum kappróðrarbátunum á dekkinum. Nakriir bátar máttu tí hanga uttanborða. ´(Mynd: William Smith málaði Smyril, sum hongur í stovuni hjá okkum)

Smiril frá 1885

Smiril  á myndini ovast var smíðaður í 1885 á Kochum skipasmiðjuni í Malmø. Sama áríð 19. desembur stevndi hetta prýðiliga farið inn á Trongisvág á fyrsta sinni. Tað vóru brøðurnir Peter og Niels Juul Mortensen sum áttu nýggja farið. Í 1917 keypti Færøernes amts kommune Smiril frá Mortensens monnunum, og var skipið sett í sigling sama árið. Uttan ivi upprunin til Strandferðsluna. Smiril var í 1932 seldur til Akureyrar og fekk navnið Sverrir. (Vagnur)

Smyril fer uttan iva at sigla eini tíggju/fimtan ár aftrat til Suðuroyar. (Mynd Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply