
Kappróðrarfelagið NSÍ er dømi um, at taka fólk seg veruliga saman og taka stór tøk, so kemur gongd aftur á kappróðurin í felagnum. Tað sá annars svart út, tí seinasta róðrarár róðu mest sum ongar manningar frá kappróðrarfelagnum NSÍ. Felagið hevur frálíkar umstøður til kappróður, tí eg havi sjálvur verið í snotuliga neystinum. Og nú kann formaðurin Eyðun Petersen boða frá, at heili níggju manningar rógva á ólavsøku. – Vit vóru ótrúliga vónsvikin um róðrarnar í Sørvági, men vit eru komin víðari, lagið er gott í neystinum, og vit hava gott mót um góð úrslit á ólavsøku, sigur Eyðun.
Tað var tann tíð, tá ið Eysturoyingur, Heiðabáturin og aðrir bátar hjá kappróðrarfelagnum NSÍ vóru oddabátar í føroyskum kappróðri, men tíðir broytast, og eldsálir gevast. Felagið var mest sum komið niður ímóti nullpunktinum, tí ongar manningar vóru í felagnum. Tíbetur tóku fólk seg saman í Runavík, og ein av teimum er formaðurin Eyðun Petersen, og hann sigur.

– Eg eri sum so ikki nakar kappróðrarmaður, men eri komin í felagið, tí børnini hava hug at rógva. Vit vóru fleiri, sum sóu, at kappróðrarfelagið NSÍ hevði rent seg fast, eldsálir vóru troyttir, og at nýggjar kreftir máttu traðka til í felagnum. Endamálið hjá okkum var at fáa nógv fólk at rógva í felagnum, og at fólk merktu, at trivni var í felagnum, tí umstøðurnar í neystinum kunnu ikki vera nógv betri.
– Vit fóru út á skúlarnar í Runavík og á Toftum, har vit søgdu frá kappróðri, og at vit heittu á ungdómar at koma í neystið at rógva. Átakið bar frukt, og einaferð í vetur vandu tólv manningar í neystinum. Nógv av teimum høvdu ongantíð róð áður. Vit eru ótrúliga fegin um, at níggju manningar frá kappróðrarfelagnum NSÍ rógva á ólavsøku. Umframt bátarnir, sum hava róð í summar, rør eisini 8-mannafarið Heiðabáturin, sum er mannaður við nakað eldri royndum rógvarum. Harnæst hava vit lánt 6-mannafarið Páll Fanga úr Klaksvík og mannað bátin við rógvarum úr okkara felag.
– So vit koma mannsterk á ólavsøku. Manningarnar eru 8-mannafarið Heiðabáturin, 6-mannaførini Sølmundur og Páll Fangi, 5-mannaførini Tjaldrið kvinnur, Ternan dreingir, Spógvin gentur, Ternan smádreingir,Ternan smágentur og 6-mannafarið kvinnur eldri.
6-mannafarið Sølmundur við monnum er komin í løgna støðu, tí fyri róðurin í Sørvági var Sølmundur klárt á odda í FM-kappingini við 32 stigum, Gongurólvur hevði 27 stig og Jarnbardur 26 stig. Men Sølmundur fekk einki stig í Sørvági og Gongurólvur bara eitt stig. Tí er FM-støðan fyri ólavsaøku: Sølmundur 32 stig, Jarnbardur 31 stig og Gongurólvur 28 stig. (Vagnur)
