Terje Reinert Jacobsen smíðaði Katlu/Havfrúnna, Blik og Títling

Terje smiðaði Títling í 2008. Títlingur verður bara nýttur til barnaróður. (Mynd Vagnur)
Terje smiðaði Títling í 2008. Títlingur verður bara nýttur til barnaróður. (Mynd Vagnur)

Tá íð eg á eini stevnu hoyrdi útvarpsmenninar siga, at Sámal Hansen hevði smíðað allar bátarnar, sum rógva í summar, so er hetta ikki rætt. Tí boðaði eg í telduposti Kringvarpinum frá, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Sámal Hansen hevur smíðað einar 76 kappróðrarbátar, og Terje Reinert Jacobsen á Kjalnesi smíðað fýra bátar, og teir eru 6-mannafarið Romvulvs hjá Nólsoyar Róðrarfelag , 5-mannaførini Katlu hjá Árnafjarðar Róðrarfelag, Blik hjá Argja Róðrarfelag og Títling hjá Havnar Róðrarfelag. Vestmenningar hava lánt Katlu, og hava kvinnurnar róð við bátinum í 2012 og í summar. Bátarnir hjá Terja hava staðið so ómetaliga væl, tí bæði Blikur, Havfrúgvin/Katla og Títlingur hava vunnið FM-heiti.

Terje Reinert Jacobsen er útbúgvin bátasmiður, og hann lærdi til bátasmið hjá Símun Johann Wolles á Eiði. Í 2007 smíðaði Terje nólsoyingum 6-mannafarið Romvlvs. Tað vóru kvinnur, sum skuldu rógva við bátinum, men kvinnurnar gjørdust ikki gamlar í bátinum. Síðani smíðaði Terje Árnafjaðrar Róðrarfelag 5-mannafarið Katlu, sum róðu í eina tíð, men tað gongur striltið hjá felagnum at manna bátar, tí hvørki Katla ella Árnfirðingur eru við í summar. Í fjør lænti Árnafjarðar Róðrarfelag Katlu til Vestmannar, sum broytti navn til Havfrúgvin. Kvinnurar vunnu FM-heitið í fjør og standa til at endurvinna FM-heitið á ólavsøku.

Havfrúgvin/Katla avmyndað á ólavsøku í 2012 á veg út á málið. (Mynd Vagnur)
Havfrúgvin/Katla avmyndað á ólavsøku í 2012 á veg út á málið. (Mynd Vagnur)

Jákup Jacobsen og eg tóku í 2008 stig at útvega Havnar Róðrarfelag nýtt 5-mannafar, sum bara skuldi brúkast til barnaróður. Vit bóðu Terja Reinert Jacobsen á Kjalnesi smíða bátin, og tað var hátíðardagur í neystinum í 2008, tá ið foreldur og barnamanningarnar tóku ímóti bátinum í Álakeri. Títlingur er frálíkur bátur, og eg minnist, at vit vigaðu Títling og Sílið á vekt á Vónini, og tá vigaði Sílið eitt kilo meira enn Títlingur. Títlingur við gentum er í summar frammalagi í barnaróðrinum. Genturnar hava vunnið ein róður og hava verið nummar tvey á fleiri stevnum. Øll eru ógvuliga fegin um 5-mannafarið Títling, sum er frálíkur bátur.

Blikur er seinasti bátur, Terje smíðaði, og báturin hevur sanniliga staðið seg væl. (Mynd Hvannrók)
Blikur er seinasti bátur, Terje smíðaði, og báturin hevur sanniliga staðið seg væl. (Mynd Hvannrók)

Síðani smíðaði Terje Argja Róðrarfelag nýggjan Blik, og báturin hevur sanniliga staðið seg væl í FM-kappingini, og báturin hevur eisini vunnið FM-heiti. Terje segði mær í 2008, at tá ið hann gjørdi fyrireikingar at smíða 5-mannafarið Katlu, gjørdi hann bátin eftir 5-mannafarinum Kolli úr Kollafirði, sum Sámal Hansen smíðaði. Mátini á Katlu eru júst tey somu sum á Kolli, tó haldi eg, at ein munur er á 5-mannaførunum hjá Sámali og teimum hjá Terja. Tað er, sum um bátarnir hjá Terja bera vektina betur aftan. Men annars eru bátarnir púra eins.

Eg haldi, at tað er so ógvuliga týdningarmikið at fólk vita, hvør hevur smíðað ymsu bátarnar. Og eg veit, at Terje gerst keddur, tá ið hann sum bátasmiður verður gloymdur í fjølmiðlunum. Tað var tann tíð, tá ið Niclas í Koltri smíðaði allar kappróðrarbátarnar í Føroyum, síðani byrjaði Sámal Hansen at smíða bátar í 1996, og so aftur Terji í 2007. Eg tosaði við Sámal sunnukvøldið, og hann segði mær, at hann ongan bát hevur at smíða í løtuni. Tað sama sigur Terje, sum tó umvælir ymsar bátar bæði kappróðarbátar og vanligar bátar. Tá ið bátatalið fækkar í FM-róðrunum, so er sjálvandi færri bátar at smíðað hjá bátasmiðunum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply