
Til tess at seta meg meira inn í afturvendandi trupulleikin við fasta startinum ringdi eg sunnukvøldið til skilamann úr Runavík, sum hevur nógvar royndir við fasta startinum og eisini er innanlagi í føroyskum kappróðri. – Um vit ikki hava einar tveir løntar persónar at fylgja startinum kring landið, uppliva vit eisini hendingar næstu árini, sum vit vóru vitni til í Fuglafirði og í Sørvági. Kappróðurin er komin á eitt vegamót, tí má okkurt gerast beinanvegin, sigur runavíkingurin.
Ongantíð áður í míni tíð er hent, at kappróðurin á tveimum stevnum er endaður klokkan hálgum átta á kvøldi. Hyggur tú á Facebook, og tosar tú við leiðarar og rógvarar, so eru fólk ørkymlað, ónøgd og kedd, tí tey standa hjálparleys eftir FM-róðrarnar í Fuglafirði og í Sørvági.
Sunnukvøldið hitti eg eysturoying, sum kennir nógv til mannagongdir við fasta startinum í Runavík, har altíð gongur væl at fáa avgreitt róðrarnar. Og hann sigur soleiðis.
– Eg haldi sjálvur, at tað hevur gingið avbera væl at fáa avgreitt róðrarnar í Runavík seinastu nógvu árini, sjálvt um veðrið ikki altíð hevur verið til vildar. Vit ganga ótrúliga høgt uppí, at eingin spilltíð er millum róðrarnar, og tí verða allar mannagongdir royndar kvøldið fyri FM-róðrarnar. Vit leggja okkum eftir at útvega røttu bátarnar, sum skulu halda startinum, tí hetta er lykilin, at alt riggar, sum tað skal.

– Ein startur verður lagdur klárur á 1000 metrum, og ein startur lagdur klárur á 1500 metrur, sum í ár ikki er róðrarteinur. Starturin er 100% klárur at brúka fyri klokkan 15.00 leygardag, so startdómarin skal ikki bíða eftir okkum. Tá ið róðrarnir eru avgreiddir á 1000 metrum, verður starturin sleipaður út á vágna at bíða eina løtu og seinni longur út á 2000 metrar, so startdómarin beinanvegin kann leggja bátarnar á 1500 metrum. Meðan 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum rógva, klára vit at leggja 1000 metra startin kláran at brúka úti á 2000 metrum.
– Eg haldi, at allur trupulleikin botnar í fyrireikingini kring landið, og at eftirlitið hjá Róðrarsambandinum ikki er nóg gott. Tíðin er nú komin, at RSF ger eitt toymi við monnum, sum hava royndir við fasta startinum, har einir tveir menn úr toyminum fylgja startunum kring landið á øllum stevnum. Menninir skulu vera løntir, og ein møguleiki er, at róðrargrunnurin gjaldir arbeiðslønina, og stuðlar kunnu eisini finnast til átakið.
– Tíðin er farin frá, at fólk á staðnum einsamøll hava ábyrgdina at leggja út startirnar. Vit mugu einaferð med alla sleppa burtur frá mistøkum, sum hava verið afturvendandi seinastu tretivu árini.

– Og so haldi eg, at okkurt er misskilt, tí sjálvandi kunnu trý 10-mannafør og tvey 8-mannafør startast við leysum starti til tess at spara tíð, tí okkara fasti startur er ikki eins og fastir startir tildømis í donsku kappingini. Sjálvt um vit hava fastan start, mugu bátar eftir boðum frá startdómara taka á ella skjóta á, tí bátarnir liggja ongantíð í beinari linju, tá ið róðursfólkini halda í startinum. At hoyra í útvarpi, at starturin vendi øvugt í Sørvági, havi eg ongantíð hoyrt um áður, sigur eysturoyingurin.
Júst hesi orðini frá eysturoyinginum skrivaði eg einaferð á heimasíðuni www.drekin.fo Eg havi altíð víst á umstøðurnar hjá rógvarum og órættvísi á summum stevnum. Besta dømi er 6-mannaførini við monnum í Sørvági, har Tvørabáturin vann. Hann var aftastur á jóansøku og nummar sjey á varmakeldu. Vinnur Tvørabáturin í ólavsøku, nei, tað ger hann heilt vist ikki. Sølmundur, sum hevur vunnið fleiri róðrar, fekk einki stig, tí báturin lá av tilvild í aldudali, tá ið startskotið brast, og Jarnbardur, sum júst tá lá á aldutoppinum, fór heila bátslongd fram um hinar bátarnar.

So er tað trygdin og upplivingin á stevnunum, tí 5-mannafar við gentum var í havsneyð í Sørvági, skrivar róðrarleiðari úr Vágum á Facebook. Kunnu vit bjóða serliga ungum rógvarum slíkar róðrarumstøður, sum í Sørvági, og høvdu manningar vant í slíkum veðri. Sjálvandi ikki. Tað er munur á royndum monnum og kvinnum, og óroyndum ungum gentum og dreingjum. Í míni verð er heilt burturvið av Róðrarsambandinum at koysta slíkan órættvísan róður sum tann í Sørvági niður yvir høvdið á rógvarum. Tað ítróttaliga verður so dyggiliga sett til viks.

Eg dugi slett ikki at síggja nakað endamál í hesum, tí eingir eru áskoðarar á landi, fólk eru farin frá lurtitólinum og telduni. Øll missa, tá ið slíkt fer fram. Ella rættari sagt: Róðrarnir í Fuglafirði og í Sørvági er vánalig “reklama” fyri føroyskan kappróður, vánalig “reklama”, sum føroyskur kappróður ikki hevur brúk fyri í løtuni, nú bátatalið minkar. So kunnu fólk vísa á ringt veður, hanafót, ov smáar maskinbátar, óroyndar rógvarar, øvugtar startir og annað. Hvat við bátunum, sum er brotnaðir í nógva vindunum?
Vit skriva nú 2013 og mugu koma víðari, tí annars er deyðin í durinum við føroyskum kappróðri. Tað er at bróta upp úr nýggjum og gera sum eysturoyingurin sigur omanfyri. Latið í 2014 løntar menn fylgja startunum kring landið, og so skal RSF eisini hava betri eftirlit við fyrireikingini á øllum stevnum. Hetta hava rógvarar, áskoðarar og annars øll, sum eru góð við føroyskan kakppróður, uppiborið. (Vagnur)
Uppískoytið. Eg hoyrdi í kringvarpinum í kvøld 15. juli kappingarstjóran í RSF siga, at umboð fyri RSF høvdu hóskvøldið verið á fundi við fólk frá Sørvágs Róðrarfelag og víst á, hvat skuldi gerast, men at Sørvágs Róðrarfelag ikki hevði gjørt eftir boðunum ella rættari sagt hildið avtalurnar. Ein róðrarleiðari í Havnar Róðrarfelag segði mær, at hann var úti á málinum klokkan 14.45, og tá var starturin ikki klárur at nýta. Sørvágs Róðrarfelag er ikki serliga virkið felag, og tí hevur felagið ikki tað bakland, sum skal til, til tess at skipa fyri FM-róðrum. Og royndirnar at leggja út startir og fyriskipa eru ikki nógvar í Sørvági, tí róð verður har bara triðja hvørt ár..
Tí taki eg uppaftur enn einaferð, og tað skrivaði eg eisini fyri nógvum árum síðani: Róðrarsambandið skal gera eitt toymi av serkønum monnum, sum skulu fylgja startunum á hvørjari stevnu. Teir vita akkurát, hvussu starturin skal leggjast út, og hvussu stórir og nógvir bátar skulu til at halda startinum. So kunnu fólk úr bygd og bý hjálpa hesum monum. Menninir í toyminum skulu sjálvandi hava løn fyri sítt arbeiði. Tá ið alt omanfyri er sagt, skulu vit sjálvandi varðveita Sørvág sum róðrarvág, tí har er gott at rógva, tá ið veðrið er til vildar. Veðrið kunnu vit einki gera við, men vit kunnu fylgja veðurtíðindunum, og so taka støðu út frá teimum. Men hetta var ikki gjørt í Sørvági. (Vagnur)
