Sørvágs Róðrarfelag eigur stórt neyst men ongar rógvarar

Tey hava júst klætt neystið, sum hevur allar møguleikar til kappróðrartrivna.
Tey hava júst klætt neystið, sum hevur allar møguleikar til kappróðrartrivna.

Tað er við eitt sindur av sorgblídni at tosa við Lindu Niclasen forkvinnu í Sørvágs Róðrarfelag, tí eg havi varhugan av, at fólk eru í Sørvági, sum veruliga ynskja, at gongd kemur aftur á kappróðurin í bygdini. Tað var tann tíð, tá 5-mannaførini Dúgvan og Súlan, 6-mannafarið Norðístovu Dánjal og 8-mannafarið Sørvingur vóru partur av føroyska róðrarflotanum. Tey lótu byggja nýggja Dúgvu í 2000, og í 2005 og seinni í 2008 og 2009 varð byrjað við barnaróðri, men framvegis gongst illa at fáa mannað bát í Sørvági. Eg havi hugt í hagtølini á www.drekin. fo, og hvat sigur forkvinnan í felagnum Linda Niclasen?

Linda Niclasen er forkvinna í Sørvágs Róðrarfelag.
Linda Niclasen er forkvinna í Sørvágs Róðrarfelag.

Fyrst hugdi eg í hagtølini eftir 5-mannafarinum Dúgvuni og 6- mannafarinum Norðístovu Dánjali. Í 1978 rógva báðir bátarnir, í 1985 rør Dúgvan kvinnur og dreingir, í 1990 rør Dúgvan kvinnur, og í 2010 rør Dúgvan  barnaróður við dreingjum. Mín sann síggi eg eisini, at í 1974 róði eisini 8-mannafarið Sørvingur. Hetta bara at nevna nøkur av árunum. Men í løtuni er ísakalt við kappróðri í Sørvági. Í stóra neystinum standa tvær Dúgvur og Ørnin, sum er komin til Sørvágs at venja til FM-róðurin í Sørvági leygardagin. Linda Jørgensen er forkvinna í Sørvágs Róðrarfelag, og eg havi spurt hana, hvat tey brúka stóra neystið til, tá ið eingin kappróður er í bygdini?

– Ja, neystið, sum júst er klætt við timbri, er stórt í trimum hæddum. Neystið ella rættari sagt bygningurin varð bygdur fyrst í 70-árunum, og tað var Mærsk grunnurin, sum læt stuðul til bygningin. Í ovastu hæddini helt Suf-Disk til, har skipað varð fyri dansi. Nú eigur Sørvágs Róðrarfelag neystið, og í ovaru hæddini er venjingarrúmið, har vit hava átta rógvumaskinur og onnur venjingaramboð. Í miðhæddini er køkur og rúm við møblum, har fólk kunnu hugna sær, og í niðastu hædd standa bátarnir. Ætlan var eisini at gera skiftingarrúm við brúsum í niðastu hæddini, men hetta er ikki gjørt enn.

Vit síggja 5-mannaførini Dúgvuna og Ørnini i neystinum. Ørnin er komin til Sørvágs at fyrireika seg til vestanstevnuróðurin.
Vit síggja 5-mannaførini Dúgvuna og Ørnini i neystinum. Ørnin er komin til Sørvágs at fyrireika seg til vestanstevnuróðurin.

– Seinastu árini eru royndir gjørdar at birta lív aftur í kappróðurin í bygdini, har vit í fyrsta umfari vildu byrja við barnaróðri. Men tað sýnist, sum vit ikki rættiliga fáa tað at rigga, tí vit hava havt manningar, men tað blívur ikki rættiliga til nakað. Endin gerst mangan, at rógvarar heldur fara til Miðvágs ella til Sandavágs at rógva. Fleiri sørvingar rógva í summar við bátum í Miðvági. Umstøðurnar í neystinum er bara góðar, og SÍ-flogbóltur plagar eisini at venja í venjingingarrúminum.

Ørnin og Sílið kappast um fyrsta plásið í Sørvági í 2007. (Mynd Christopher Lützen)
Ørnin og Sílið kappast um fyrsta plásið í Sørvági í 2007. (Mynd Christopher Lützen)

– Eg og onnur við mær ynskja sjálvandi, at kappróður aftur gerst ítróttagrein í Sørvági. Sjálv fari eg uttanlands í lestrarørindum, men eg vóni, at onnur taka stig at fáa gongd á kappróðurin. Summi siga, at Dúgvan frá 2000 er skeiv, men vilja fólk manna bát, so skal ikki skorta at byggja nýtt 5-mannafar til felagið. Tú spyrt meg eftir 5-mannafarinum Súlini. Báturin var einaferð læntur til Nólsoyar, men tá ið vit fóru eftir bátinum, hevði hann staðið úti og hevði ongan góðan. Báturin var vorðin rotin, hann fór á flog í eini ódn og fór í sor, og restirnar fóru á nýggjársbál í Sørvági, sigur Linda Niclasen at enda.

Sørvágur er frálík kappróðrarvág, og tað er spell, at eingin kappróður er í Sørvági, tí Sørvágur er gomul kappróðrarbygd, har einaferð bæði vóru 8-mannafar, 6-mannafar og 5-mannafar. Sjálvt um Sørvágs Róðrarfelag onga manning hevur í løtuni, so eiga øll segl at settast at lata Sámal Hansen ella Terja Jacobsen smíða felagnum nýtt 5-mannafar. Hetta er fyrsta fortreytin, at gongd kann fáast á kappróðurin í bygdini. Fær Sørvágs Róðrarfelag nýtt 5-mannafar, so ivist eg ikki í, at báturin verður manaður. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply