Fasti starturin er altíð afturvendandi samtaluevni

Myndin er av tí eina nýggja startinum á varmakeldu í 2005. (Mynd Christoffer Lützen)
Myndin er av tí eina nýggja startinum á varmakeldu í 2005. Fimm bátar halda startinum. (Mynd Christoffer Lützen)

Eg fór til stuttleika at leita eftir grein, sum eg skrivaði á heimasíðuni www.drekin.fo í 2005 um fasta startin. Kappróðurin hevur ongantíð funnið endaliga “patentið” við fasta startinum, tí so nógv annað er tengt at startinum. Maskinbátar, startdómarar og hjálparfólk, hanafótur, veður og vindur og mangt annað. Á varmakeldu í 2005 vórðu stór stig tikin at útvega tveir í – á okkara máli – framkomnir nýggjar startir, sum Vónin hevði evnað, og sum fyrirtøkur høvdu stuðlað. Fólk vóru ótrúliga væl nøgd við nýggju startirnar. Hetta var í 2005, men nú skriva vit 2013. Danir hava eitt kent orð “situationsfornemmelse”, og eg haldi, at vit høvdu sloppið undan nógvum trupulleikum, um vit øll brúktu hetta orðið meira – eisini føroyskur kappróður. Greinin frá 2005 kann lesast niðanfyri.

Tveir nýggir startir á fjarðastevnu (skrivað í 2005)

Fjarðastevnan verður ein sveinaroynd til afturvendandi trupulleikan við fasta startinum. Nú verður ein startur lagdur á 1000 metrar, og ein startar lagdur á 1500 metrar. Starturin á 1000 metrum verður síðani fluttur út á 2000 metrar. Ein spennandi roynd á fjarðastevnu. Ellivu fyritøkur hava stuðlað nýggja startinum. 

Tað hendir nógv í løtuni í sambandi við føstu startirnar. Í kjalarvørrinum av vánaliga avrikinum á jóansøku, hava allir partar veruliga tikið seg saman um at betra um fasta startin. Her er bæði talan um Róðrarsambandið, dómarar og stevnufyrireikararnar.

Varmakelduróðurin gekk hampuliga væl, sjálvt um gentumanningarnar á Drekanum og Bliki vóru í øðini, tí tær ikki fingu hita upp. Hetta er tikið til eftirtektar verður sagt frá Róðrarsambandinum. Umtalaðu genturnar skulu hava loyvi at hita upp og taka ein start inn eftir róðrarøkinum, men tær mugu koma skjót út á málið og vera nær dómaranum, tá ið tær taka royndarstartin.

Tá ið rógvarar koma á Skála leygardagin liggur ein fastur startur á 1000 metrum, og ein startur liggur á 1500 metrum. Tá ið róðrarnir eru avgreiddir á 1000 metrum, fara maskinbátarnir, sum halda startinum beinanvegin út á pláss síni á 1500 metrastartinum. Aðrir bátar syrgja fyri, at 1000 metrastarturin verður sleipaður út á 2000 metrar.

Hóskvøldið høvdu stevnufyrireikarar, dómarar og umboð fyri RSF fund á Skála. Og allir partar vóru sera væl nøgdir við fundin, og teir leggja dent á, at manningarnar so sanniliga skulu taka sína ábyrgd. Tá ið flaggið fer upp, skulu allir bátar halda seg til startin. Tó fáa manningar, sum bæði hava gentumanning og kvinnumanning loyvi at rógva í teirra ferð út á málið og fáa eisini møguleikan at taka ein start inn eftir fjørðinum, tó nær við startdómaran.

Og stórur dentur verður lagdur á, at alvaróðurin byrjar klokkan 13.30, og tá skulu bátarnar vera klárir at rógva.

Vónin og kappróðrardeildin hjá ÍF stuðlaðu nýggja startinum á varmakeldu. Nú hava ellivu fyritøkur stuðla nýggja startinum og eru tað: El-servici, Hjá Fróða, Teymavirki, Suðuroyar Sparikassi, Norðoyar Sparikassi, Timburhandilin í Runavík, Havsbrún, Norðsetur, Sandavágs Timburhandil, Vatnsoyrar Timburhandil og Richard B. Thomsen.

Gleðiligt og áhugavert at øll nú veruliga vilja betra um fasta startin. Og ferð eftir ferð hevur heimasíðan víst á, at samarbeiði, samarbeiði og aftur samarbeiði loysir nógvar knútar. Spennandi at fylgja seinastu stevnunum í ár. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply