
Tað kemur heilt sjáldan fyri, at Róðrarsambandið flytir ein FM-róður til sunnudag, men FM-róðrarnir í Fuglafirði eru fluttir til í morgin sunnudag 7. juli klokkan 15.00, tí ov nógvur vindur er í Fuglafirði í dag. Eg havi spurt fyrrverandi formannin í Róðrarsambandidnum Hannis Joensen, um hann veit um fleiri róðrar, sum eru fluttir eitt samdøgur í hansara tið í RSF.
Hannis var sjálvur í Vági í 1992, tá ið FM-róðrar vóru fluttir til sunnudag, og hann sigur mær frá ymiskum, sum eg ikki visti áður. Millum annað tað, at fyri 1979 var á summu stevnum róð leygardag og á summum stevnum sunnudag. Og Hannis heldur fram: – Eg minnist væl róðurin í Vági í 1992, tí eg umboðaði Róðrarsambandið á stevnuni. Tað var kolandi stormur í Vági, tá vit komu suður, og eg minnist, at vit fyrst flutti róðurin ein tíma og so ein tíma aftrat.
– Ringt var eisini til veðurmannin Petur Skel, og langt um leingi varð gjørt av, at róðrarnir skuldu flytast til sunndagin. Nógvir rógvarar vóru í Vági, og allir skuldu nú hava innivist. Eg minnist, at Jógvan Arge, Gudmundur Jacobsen, sum var formaður í Vágs róðrarfelag, og eg stóðu á bryggjuni, tá ið Gudmundur í samrøðu við Jógvan Arge heitti á vágbingar um at hýsa nógvu róðrarfólkunum.

– Vágbingar komu úr øllum ættan til tess at hýsa róðrarfólkum, og skiparin á Smyrli Afred úr Hósvík bjóðaði eisini róðrarfólki at gista umborð á Smyrli, sum lá á Tvøroyri. Í hesum sambandi kann eg nevna, at eftir serliga illveðursróðurin róðurin í Sandavági í 1979 var á ársaðalfundi hjá RSF samtykt, at allir FM-róðrar skuldu rógvast leygardag. Vit vit fingu skrivað í kappingarreglurnar, at allir FM- róðrar skuldu rógvast leygardag, so møguleikin á øllum stevnum var at flyta róðurin til sunnudaga. Áður var loyvt eisini rógva sunnudag, men tá var ikki møguleiki ikki at flyta róðurin róðrarnar.

– Tað løgna hendi í Vági í 1992, at um sjey tíðina leygarkvøldið var stilli í Vági, men nú var róðurin fluttir til sunnudag. Sunnudagin var eisini vánaligt veður, men tað gekk at fáa róðrarnar avreiddar. Tað kom eisini í kappingarreglurnar hjá RSF, at manningarnar skuldu hava vestar við á stevnu í fall, at ov vánaligt veður var. Dómarin kann geva manningum boð um at rógva í vestum, og tá nyttar einki, at vestarnir liggja heima í neystinum, sigur Hannis Joensen at enda. (Vagnur)
