
Føroyskur kappróður man vera løgnasti kappróður í heiminum, og tað má vera ørkymlandi at rógva við 8-mannafari og 10. mannafari. Fyrst rørt tú 1500 metrar á fyrstu stevnu, á næsta og triðju stevnu 2000 metrar og síðani á fjórðu stevnu aftur 1500 metrar. So gongur vika og rógvast skal aftur 2000 metrar og vikuna eftir 2000 metrar, og tú endar á ólavasøku at rógva 901 metur. Í 2014 rógva 8-mannaførini og 10-mannaførini næstan bara 1500 metrar og 1000 metra teinar. Hetta fyribrygdi finsta onga aðrastaðni í heimnum. Flestu róðrar á Tvøroyri er mest sum avgjørdir frammanundan, men eg rokni heilt vist við, at vit fáa ein nýggjan vinnara.

5-mannaførini við dreingjum er altíð áhugaverdur og spennandi róður. Í Klaksvík vann Royndin Fríða, men í Hvalvík og Skála vann Drekin tryggan sigur. Tað áhugaverda í hesum róðri er, at tað var bara ellivu hundraðpartar av sekundi millum Jallin, Royndina Fríðu og Fípuna Føgru. Eg roknaði meira frá Fípuni Føgru á Skála, men nú rokni eg við, at Jallurin er størsti kappingarneytin hjá Drekanum á Tvøroyri, tí Jallurin sýnist at mennast í hvørjum. Jarnbardur vinnur 6-mannafarsróðurin við kvinnum, tí har er eingin kapping um fyrsta plássið. Herningur mannaður við “motiónistum” varð nummar tvey á Skála, og Rádni, har elsti rógvarin er 50 ár, varð nummar trý.

5-mannaførini við gentum eru áhugaverd, tí eitt er, at Erla Kongsdóttir er í serflokki, men so er stór kapping um annað ´plássið, sum serliga genturnar umborð á Bliki, Sílinum og Jallinum ganga høgt uppí. Á Skála var bara sekstan hundraðpartar av sekundi millum hesar tríggjar róðrarnar, har Blikur streyk við øðrum plássinum. Eg rokni við, at antin Sílið ella Jallurin vinna sær annað plássið á Tvøroyri.
6-mannafarsróðurin við monnum er mest áhugaverdi róðurin á Tvøroyri, tí eg rokni heilt vist við, at vit fáa nýggjan vinnara, sjálvt um Jallurin er heilt væl fyri og vann á Skála. Áhugavert er við Strálini av Strondum, tí báturin er heilt væl við frammi í oddinum fyrsta hálva teinin, men so gongur orkan undan. Jallurin vann róðurin, tí hann miðskeiðis í róðrinum knappliga dró hálva bátslongd frá serliga Gongurólvi, sum varð nummar tvey. Fær Gongurólvur lúrt Jallin av og forðar fyri, at Jallurin ikki sleppur avstað stóran skut ella hálva bátslongd miðskeiðis róðrinum, so hevur Gongurólvur eins góðan møguleika at vinna og Jallurin, tí Gongurólvur hevur góðan endaspurt. Og so er tað Sølmundur, sum vantar nakað at endurtaka bragdið frá á norðoyastevnu.

Tað er sjálvandi mín vón, at Havfrúgvin fær meira kapping á Tvøroyri. Samanbera vit úrslitini á norðoyastevnu og á Skála, so eru 5-mannaførini við kvinnum vorðin nógv javnari, tó við trygga sigrinum hjá Havfrúnni á Skála. Í Hvalvík fóru Havfrúgvin og Falkur tó javnir um málið, og tí væntaði eg mær nógv meira av Falki í Skála, men so var ikki. Tjaldrið er nógv ment síðani á norðoyastevnu, men tað væntað tvey, trý sekund, so er annað plássið har, tí Ørnin og Teistin sýnast ikki at fara býta meira frá sær enn tað saman. Eg havi Falk sum størsta kappingarneyta hjá Havfrúnni, og so er at vóna, at hinir bátarnir eisini leggja harðari út á Tvøroyri.
8-mannaførini rógva 1500 metrar á Tvøroyri, og har er bara Argjabáturin og Miðvíngur. Óvæntað helt Argjabáturin undan Miðvíngi á Skála, og skal Miðvingur gera sær nakra vón at vinna róðurin, má Argjabáturin ikki fáa loyvi at leggja seg á odda heila bátslongd fyrst í róðrinum. So einfalt er tað. Á Tvøroyri fáa vit tó at síggja heilt annan róður millum Argjabátin og Miðving, enn vit sóu á Skála. .
10-mannafarsróðurin verður eisini javnari, og har er bara eitt at gera hjá Suðuroyingi og Havnarbátinum, tí teir vita, at Klaksvíkingur leggur hart út, sum er teirra vørumerkið. Kunnu Suðuroyingur og Havnarbáturin fylgja Klaksvíking fyrst í róðrinum, so fáa vit heilt aðra kapping á Tvøroyri, tí nú rógva bátarnir 1500 metrar og ikki 2000 metrar. Eingin ivi er um, at Suðuroyingur fær nakað av eyka orku á Tvøroyri, og at Havnarbáturin verður stinnari enn á Skála. Uttan heilt at avdúka navnið, so fáa vit ein nýggjan vinnara á Tvøroyri. (Vagnur)

