Norðmenn ganga høgt upp í trygdina á arbeiðsplássinum (e)

Ikki lætt at kenna sonin við skeribrennara í hond í allari trygdarútgerðini, men trygdin skal haldast.

Sonurin er júst komin heim eftir at hava arbeitt í tvær vikur á einum boripalli, sum er til umvælingar og klassingar á CCB Ågotstøðini í Bergen. Og tú stendur púra býttur, tá ið hann greiðir frá, hvussu strangar trygdarreglurnar eru á arbeiðsplássinum. Fyrst kemur trygdin síðani arbeiðið, siga norðmenn. Føroyingar kundu lært nógv av norðmonnum, tá ið talan er um trygd, sigur sonurin.

Nógvir føroyingar arbeiða hjá fyritøkum í Norra, sum umvæla boripallar, og føroyingar arbeiða eisini á boripallum úti á oljufeltunum. Sonurin arbeiðir á boripallinum Songa Trym, sum er gamal boripallur frá 1976, og hetta er seinastu ferð borpallurin er til eftirlit og umvælingar, tí hann skal bara brúkast fimm ár aftrat.

CCB Ågotstøðin í Bergen, sum er 30.000 fermetrar til víddar, kann samlíknast við eina skipasmiðju. Boripallarnir verða sleipaðir av oljufeltunum til bryggju á støðini, og á støðini eru trygdarreglurnar eins strangar og á boripallunum. Millum annað er bara loyvt at koyra 30 kilometrar um tíma við bili á økinum.

1200 handverkarar arbeiða á boripallinum Songa Trym, og CCB støðin keypir arbeiðskraft sum maskinmenn og el-menn frá ymsum fyritøkum, og tað er hjá slíkari fyritøku, sonurin arbeiðir sum maskinsmiður. Antin arbeiðir tú frá klokkan sjey á morgni til klokkan sjey á kvøldi ella frá klokkan sjey á kvøldi til klokkan sjey á morgni allar dagar í viku í fjúrtan dagar. Tá skalt tú heim í fjúrtan dagar.

Boripallar við bryggju til umvælingar og eftirlit. Á bryggjuøkinum eru eisini strangar trygdarreglur.

Trygdin er øgilig umborð á boripallunum, og heldur tú ikki hørðu trygdarkrøvini, verður tú sendur til hús, so einfalt er tað. Fyrst trygdin siðani arbeiðið, siga norðmenn. Umframt handskar, serlig arbeiðsklæði, hoyriverju, ymsar brillur og hjálm, so mugu amboð festast, so tey ikki detta niður á handverkarar longri niðri pallinum. Bæði fólk frá fyritøkuni, sum ger arbeiðið, og fólk, sum hoyra til boripallin fylgja væl við, at trygdarkrøvini verða fylgd. Tú mást ikki renna á pallinum.

Tú sleppur ikki umborð á boripallarnar at arbeiða, uttan tú hevur ymisk trygdarskeið, sum eru ymisk frá fyritøku til fyritøku. Tað er munur at arbeiða á palli, sum er til umvælingar og klassingar, enn at arbeiða á palli úti á oljufeltunum. Skalt tú út á boripall á oljufeltinum, krevjast serlig trygdarskeið, sum kosta 25.000 krónur. Tí her er talan um, at arbeiðsfólkið skal flytast við tyrlum, og arbeiðsumstøðurnar eru eisini øðrvísi og hættisligari.

Sonurin er ógvuliga væl nøgdur við arbeiðsumstøðurnar. Norskan fyritøkan skipar fyri øllum frá tí tú fert úr Føroyum, til tú ert aftur í Føroyum. Maturin er góður, og menn búgva væl í góðum barakkum á CCB støðini, har samanhaldið er gott millum arbeiðsfólkið. (Vagnur)

Boripallurin Songa Trym, sum er gamal pallur frá 1976, fer úr norskari vinnu um fimm ár.

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply