Meiningahornið – Vanlukkan í Hestfirði spøkir altíð aftur

Niðri á støðni á Velbastað er útsýniið ótrúliga gott í allar ættir. (Mynd Vagnur)

Eg plagi mangan at seta bilin uppi á ovara vegi á Velbastað og ganga oman á støðna. Bátadráttur, hús og neystini boða frá einaferð nógvum virksemi á støðni. Ferðin er hvørja ferð serlig, tí útsýnið er vakurt suður í hav, síggja Sandoy, Hest, Koltur og Vágar. Eg plagi at seta meg á bonk á støðni, og seinasta árið hava tankarnir sveimað um vanlukkuna, tá ið glastrevjabátur sakk eftir at hava verið á bátastevnu í Vestmanna. Síggi fyri mær menninar stríðast fyri lívinum, men tí verri druknaðu tveir ungir menn og koma ongantíð afturíaftur. Tú gerst ikki sørt illur at hugsa um slíka vanlukku, tí dugdu menn sær hógv á sjónum, var vanlukkan ikki hend. 

Øll árini eg hjálpti til í kappróðrinum, gekk eg høgt uppí, at trygdin var í lagi umborð á kappróðrarbátunum. Nýggju løttu bátarnir er ikki eins tryggir í sjónum, sum gomlu bátarnir. Serliga 5-mannaførini eru ógvuliga rank og kunnu vera vandamikil í gjálvuttum sjógvi. Gjørdar eru reglur um trygd á sjónum, sum rógvarar skulu fylgja, men serliga summir eldri rógvarar fylgja ikki reglunum um trygd á sjónum, sjálvt um teir vita, at teir fáa 1000 krónur í bót, um manningin verður tikin av fólki frá Brimli ella Tjaldrinum.

Í Føroyum hava vit mangan verið vitni til, at vanlukka skal fyrst henda, áðrenn nakað munagott verður gjørt. Seinastu árini eru nógvar bátastevnur fyriskipaðar kring landið, og tað er einki dulsmál, at fólk halda sær at gaman á slíkum bátastevnum. Fyri meira enn ári síðani hendi vanlukka, tá glastrevjabátur fór úr Vestmanna tíðliga á morgni og sigldi á eitthvørt út fyri Velbastað og sakk, og tveir ungir menn druknaðu. Trygdin umborð á bátinum var ikki nóg góð, tí millum annað hevði báturin ikki bjargingarbát, sum slíkir skjóttgangandi bátar sjálvandi skulu hava, tá ið siglt verður millum oyggjarnar.

Tað gongur nokk. Fólk halda ikki trygdarreglur á sjónum, tey tosa í fartelefon og senda sms-ir, meðan tey koyra, vit koyra mest sum øll skjótari enn loyvt er, men tað gongur nokk, halda vit. Men einaferð, so gongur ikki longur, og vanlukkan hendir.

Hvørja ferð eg siti niðri á støðni á Velbastað, rennur fyri mær hendingin um báðar ungu menninar, sum druknaðu av kleyvarskapi í Hestfirði. Rætti sjómansskapur fór ikki fram henda morgunin. Hví kunnu vit ikki vera meira at okkum komin, so slíkar vanlukkur ikki henda. Eftir vanlukkuna fylgja vaktarskipini meira bátastevnunum, og fyrireikararnir eru farnir at bøta meira um trygdina.

Eg spáki mær niðan aftur til bilin og havi fingið sálarbótina í vakra útsýninum niðri á støðni á Velbastað. Útsýnið og havið eru so dragandi, og tankarnir at sveima í allar ættir. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Meiningahornið – Vanlukkan í Hestfirði spøkir altíð aftur

  1. Púra samdur Vagnur .man kann skjótt verða einigur í at flest allar vanlukkur kundu verði umgingnar-um bert vit og skil var til staðar .-Men tá tað so er sagt -vil eg gjarna viðmerkja -(veit ikki hvussu støðan er nù) at tá eg sjálvur hevði stuttleika bát heima í Føroyum fyri uml 10 árum síðan -legði eg til merkis,at alt trygdar/neyð útstyr til báta kostaði tað hvíta út av eygunum -og er tað nokk ein medvirkan at skili er so ringt sum tað er umborð á flestu stuttleika førðum sum nú einaferð er –
    Eg meini at tað almenna (landskassin) skuldi sum fyrsti liður -strika/avtiki alt sum eitur MVG/TOLL av allari trygdarútgerð -verði seg til sjós og á landi -har næst skuldu Tryggingarfeløgini verði álagt at selt hesa trygdarútgerð uttan nakran form fyri vinningi -tí tað má væl saktans gagna tryggingini at skaðarnir/vanlukkurnar verða so fáar sum møguligt -ikki er tað rætt at summar forrætningar skulu spinna gull av lógarásettari trygdarútger -men desverri er tað so har heima í Føroyum-at tær spinna gull av tílíkum -AVTAKIÐ allan form fyri MVG/TOLL og áleggji tryggingunum at selja hesa góðkendu útgerð uttan vinning-tað kemur at gagna øllum og serliga tryggingunum økonomiskt -men møguligani skulu fleiri vannlukkur til av hesum slag,áðren nakar vaknar

Leave a reply