Størsta herðaklappið fáa stevnufyrireikararnir á Skála

Klaksvíkingur var nógv stinnastur á Skála. (Mynd Hvannrók)
Klaksvíkingur var nógv stinnastur á Skála. (Mynd Karen Suðurgarð)

Allir bátarnir uttan Miðvíngur, sum vunnu í Hvalvík, vunnu eisini á Skála. Tað var bara ein heilt spennandi róður, og tað var 6-mannaførini við monnum, sum Jarnbardur enn einaferð vann. Drekin dreingir, Erla Kongsdóttir gentur, Havfrúgvin kvinnur, Jarnbardur kvinnur, Jarnbardur menn, Argjabáturin og Klaksvíkingur vunnu sínar róðrar. Fyrst av øllum stórt herðaklapp til stevnufyrireikararnar á Skála. Tey gjørdu  heimaarbeiðið til fullnar, og alt gekk sum eftir ánni. Klokkan 16.49 startaðu 10-mannaførini á 2000 metrum, og hetta má vera føroyskt met. Men haldið tykkum fæst. Dreingjamanningarnar startaðu stundisliga klokkan 15.00, og hetta var frálíkt.

5-mannafør dreingir: 15.00 Eg gitti, at Drekin vann róðurin og so var. Drekin fekk flúgvandi start og var á odda allan róðurin við frálíkum endaspurti. Roknaði við at Fípan Fagra úr Klaksvík fór at klára seg betur, men fingu vit hesuferð Jallin fram á annað plássið við frálíkum endaspurti. Royndin Fríða fekk góðan start og var heilt har frammi frá byrjan, men dragnaði saman við  Fípuni Fagra seinna part av róðrinum. Drekin dró frá hinum, og Jallurin fekk eitt sálarligt annað pláss, sum veruliga trongdi til.

Drekin var á odda frá byrjan til endan og vann tryggan sigur.(Mynd Hvannrók)
Drekin var á odda frá byrjan til endan og vann tryggan sigur.(Mynd Karen Suðurgarð)

6-mannafør kvinnur: 15.09 Nú skulu kvinnurnar umborð á Jarnbardi ikki føla seg illa, tí tær hava gjørt sítt heimaarbeiði, men eingin kapping er í hesum róðri. Eg haldi ikki, at Jarnbardur er í serflokki, men heldur hava mótstøðumanningarnar ikki fyrireika seg nóg væl til róðrarnar í summar. So stórur munur eigur ikki at vera millum bátarnar, um allar manningarnar hava fyrireika eins væl og vant eins nógv. Nógv er ikki at siga meira um henda róðurin. Møguliga kunnu kvinnurnar umborð at Herningi spæla Jarnbardi eitt “puss” á ólavsøku eins og tær gjørdu í fjør.

So langt er frá Jarnbardi og til hinar bátarnar. (Mynd Hvannrók)
So langt er frá Jarnbardi og til hinar bátarnar. (Karen Suðurgarð)

5-mannafør kvinnur: 15.20 Í dag roknaði eg heilt vist við, at Falkur fór at gera enn størri vørr, enn báturin gjørdi í Hvalvík, men tað var einki um manningina seinnapartin. Falkur og Tjaldrið fingu besta startin, og Havfrúgvin fekk frægari start enn í Hvalvík og Klaksvík. Bátarnir vóru javnir fyrst í róðrinum, men knappliga dregur Havfrúgvin frá hinum bátum við hálvari bátslong, og hesa leiðslu og eitt sindur avtrat helt báturin inn á málið, meðan Falkur dragnaði í mun til Havfrúnna tíðliga í róðrinum. Tjaldrið dragnaði miðskeiðis í róðrinum, og tað gjørdi Ørnin og Teistin eisini, men seinasta part av róðrinum kom Falkur afturíaftur og tryggjaði sær annað plássið. Hevði væntað mær nógv meira frá Falkinum  í dag, og so skal Teistin koma nógv betri frá fyrra parti av róðrinum.

Havfrúgvin vann tryggan róður á Skála. Kapping var um annað plássið. (Mynd Hvannrók)
Havfrúgvin vann tryggan róður á Skála. Kapping var um annað plássið. (Karen Suðurgarð)

6-mannafør menn: 15.36 Gongurólvur, Sølmundur og Strálan fingu besta startin, og serliga Gongurólvur hevði munin fyrst í róðrinum. Nakrar hundrað metrar seinni otar Jarnbardur seg longur fram, , og nú eru Gongurólvur, Sølmundur, Strálin og Jarnbardur mest sum stavn um stavn. Inni á 500 metrunum er kappingin serliga millum Gongurólv og Jarnbard, meðan Strálan og Sølmundur dragna nakað og longri er aftur til hinar bátarnar. Einar 200 metrar frá málinum dregur Jarnbardur frá Gongurólvi og heldur leiðsluna inn á málið. Níggju 6-mannafør eru nú við monnum, tí Rádni úr Fuglafirði er komin aftrat.

Jarnbardur dró frá serliga Gongurólvi miðskeiðis í róðrinum og helt tørn til málið. (Mynd Hvannrók)
Jarnbardur dró serliga frá  miðskeiðis í róðrinum og helt tørn inn á málið. (Mynd Karen Suðurgarð)

5-mannafør gentur: 15.48 Fyrst Erla Kongsdóttir í serflokki, so er tað sagt. Síðani er spennandi kapping millum serliga Jallin, Sílið og Blik um annað plássið. Eg gitti Blik at fara við øðrum plássinum, og so var, men jøvn kapping er millum tríggjar bátar, so á jóansøku fer kanska Jallurin ella Sílið við øðrum plássinum, sum lógu nummar tvey og trý langt inn. Og so er at fegnast um at síggja Firvald aftur í flotanum.

Erla Kongsdóttir í serflokki, men so er stór kapping um annað plássið. (Mynd Hvannrók)
Erla Kongsdóttir í serflokki, men so er stór kapping um annað plássið. (Karen Suðurgarð)

8-mannafør: 16.18 Haldið mær til góðar úti á Argjum. Eg gitti Miðving at vinna róðurin, tí hann sýntist at hava so gott tak á Argjabátinum í Hvalvík. Men gakk. Argjabáturin vildi nakað annað, leyp avstað í startinum og helt leiðsluna allan teinin. Onkra løtu vóru tvær bátslongdir á muni. So er bara eitt at gera hjá Miðvingi á jóansøku, og tað er ikki at lova Argjabátinum eina bátslongd fram um í startinum. Spell, at bara tvey 8-mannafør rógva. Einaferð í 80 árunum róðu trettan 8-mannafør í sama róðri.

Argjabáturin vann tryggan sigur á Miðvingi, sum ikki byrjaði róðurin væl. (Mynd Hvannrók)
Argjabáturin vann tryggan sigur á Miðvingi, sum ikki byrjaði róðurin væl. (Mynd Eirikur á Kletti)

10-mannafør: 16.38 Klaksvíkingur verður ringur at taka í summar. Hann fekk ikki eins góðan start og í Hvalvík, men løtu eftir startin dró Klaksvíkingur frá men ikki so nógv. Havnarbáturin fekk góðan start og fylgdi væl við, men eftir 500 metrar gekk bara lítið bil, so  misti Havnarbáturin hálva bátslongd, sum mest sum oyðilegði teimum róðurin, tí seinastu 1000 metrarnar helt Havnarbáturin tørn, men tá var mist ov nógv. Tað sær ikki út til, at Suðuroyingur ger nakað við Klaksvíking fyribils, og hetta sást serliga í endaspurtinum. Men nú fáa vit at síggja á jóansøku leygardagin, tí tá fær manningin umborð á Suðuroyingi óivað eyka orka.

Aftur í dag vísti Klaksvíkingur styrki og vann tryggan sigur. (Mynd Hvannrók)
Aftur í dag vísti Klaksvíkingur styrki og vann tryggan sigur. (Mynd Eirkur á Kletti)

Nú kenni eg ikki longur menninar, sum leggja út startirnar og starta bátarnar, men Róðrarsambandið fær nakað at hugsa um, tá ið júst gongur so væl at avgreiða róðrarnar á Skála og gongur minni væl á øðrum stevnum. Í míni verð eru tað slett ikki teinarnir, sum eru trupulleikin, men stevnufyrireikingin, heimaarbeiðið og at seta krøv til manningarnar. Onkur kann rætta meg, men eg haldi, at Skála setti føroyskt met seinnapartin. Tá tosa vit ikki um stevnur, sum bara kunnu bjóða 1000 metur mál.  (Vagnur)

Barnaróður dreingir
1 Beinta 02:48.19
2 Junkarin 02:50.04
3 Jomfrúgvin 03:10.20
4 Ternan 03:15.05

Barnaróður gentur

1 Fípan Fagra 02:48.21
2 Títlingur 02:49.04
3 Firvaldur 02:51.05
4 Jallurin 02:51.13
5 Spógvin 02:52.07
6 Beinta 02:59.13
7 Hulda 03:01.10
8 Pílur 03:02.23
9 Falkur 03:12.21
10 Royndin Fríða 03:23.14

5-mannafør dreingir

1 Drekin 05:16.21
2 Jallurin 05:20.02
3 Royndin Fríða 05:20.07
4 Fípan Fagra 05:20.13
5 Blikur 05:27.11
6 Ternan 05:34.04
7 Sílið 06:05.17

Støðan
1 Drekin 20
2 Royndin Fríða 17
3 Jallurin 15
4 Fípan Fagra 14
5 Blikur 9
6 Ternan 6
7 Sílið 2
8 Frúgvin

6-mannafør kvinnur
1 Jarnbardur 05:23.13
2 Herningur 05:32.11
3 Rádni 05:39.20
4 Lómur 05:52.12

Støðan
1 Jarnbardur 21
2 Rádni 17
3 Lómur 13
4 Herningur 11
5 Sølmundur

5-mannafør kvinnur

1 Havfrúgvin 05:35.10
2 Falkur 05:40.12
3 Teistin 05:40.15
4 Ørnin 05:41.00
5 Tjaldrið 05:42.14

Støðan
1 Havfrúgvin 21
2 Teistin 16
3 Falkur 15
4 Ørnin 13
5 Tjaldrið 10
6 Drekin 2
7 Hvassi 1

6-mannafør menn

1 Jarnbardur 05:04.03
2 Gongurólvur 05:05.10
3 Sølmundur 05:06.11
4 Strálan 05:08.06
5 Herningur 05:08.15
6 Tvørabáturin 05:11.09
7 Riddarin 05:11.14
8 Rádni 05:12.20
9 Lómur 05:14.17

Støðan
1 Jarnbardur 19
2 Sølmundur 18
3 Gongurólvur 17
4 Herningur 11
5 Strálan 9
6 Tvørabáturin 5
7 Riddarin 5
8 Lómur 0
9 Rádni 0

5-mannafør gentur

1 Erla Kongsdóttir 05:31.08
2 Blikur 05:42.01
3 Sílið 05:42.10
4 Jallurin 05:42.17
5 Ørnin 05:51.23
6 Firvaldur 05:57.15
7 Spógvin 06:02.20

Støðan
1 Erla Kongsdóttir 21
2 Blikur 15
3 Sílið 15
4 Ørnin 12
5 Jallurin 9
6 Spógvin 6
7 Tjaldrið 2
8 Firvaldur 2
9 Tambar 1

8-mannafør

1 Argjabáturin 09:58.13
2 Miðvingur 10:01.18

Støðan
1 Argjabáturin 20
2 Miðvingur 19
3 Gullbrandur 10

10-mannafør

1 Klaksvíkingur 09:37.07
2 Suðuroyingur 09:41.10
3 Havnarbáturin 09:43.13

Støðan
1 Klaksvíkingur 20
2 Suðuroyingur 19
3 Havnarbáturin 15

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply