Meiningahornið – Tvey politisk mál fylla í løtuni nógv hjá fólki

Kára P. Højgaard kann ikki einsamallur senda eina milliard út av landinum.
Kára P. Højgaard kann ikki einsamallur senda eina milliard út av landinum.

Tá ið eg í fjølmiðlunum hoyrdi, at landsstýrismaðurin Kári P. Højgaard einsamallur kann undirskriva sáttmála við danska fyritøku um at gera undirsjóvartunnil millum Havnina og Skálafjørðin, so hugsaði eg nakað soleiðis: Hevur okkara politiska skipanin nú veruliga spælt fallit. Talan er jú um eina milliard krónur, sum fara út av landinum og í onkran danskan pensiónskassa, og sum føroyski brúkarin av tunlinum skal gjalda til í eini tretivu/fjøritu  ár. Útlendska fyritøkan ger av, hvussu nógv skal kosta at koyra ígjøgnum tunnilin. Hetta er heilt burturvið. Hitt málið er borgarstjórin í Klaksvík Jógvan Skorheim, sum sigur seg hava so nógva orku, at hann kann tæna tveimum harrum samstundis.

Eg eri ein av teimum, sum haldi, at áðrenn vit gera undirsjóvartunnil inn á Skálafjørðin, so týdningarmikið, at vit fyrst bjarga Sandoynni, umvæla gomlu tunnlarnar í Norðoyggjum og í Hvalba, tí vegasambandið í Eysturoynna er frálíkt. Ein tími er at koyra úr Havn til Runavíkar og Klaksvíkar. Hvar er trupulleikin? Og hvat við okkum í Havn, har vegakervið á Hjalla og vegakervið slett ikki eru klár at taka ímóti ferðsluni frá møguliga tunlinum.

Men tað ringasta við tunnilsætlanini er, at Kári P. Højgaard einsamallur kann hava so stóra makt, at hann um eina viku kann hanga milliarda skuld um hálsin á føroyingum. Tí tað eru føroyski borgarin, sum skal gjalda tunnilsgjald til danska fyritøku ella grunn. Hetta er heilt burturvið. Hitt løgna málið er Jógvan Skorheim, sum “bagatelliserar” borgarstjórastarvið í Klaksvík, tá ið hann bæði vil sita á tingi og vera borgarstjóri í Klaksvík. Í mín verð skal borgarstjórin altíð vera tøkur í Klaksvík og ikki í dagar sita á stóli í tingsalinum.

Eg rokni við, at tá ið mann upprunaliga metti, at borgarstjórastarvið í Klaksvík kravdi fulltíðarstarv, so søgdu klaksvíkingar hetta í álvara. Kann Jógvan Skorheim passa sítt borgarstjórastarv í Klaksvík, samstundis sum hann situr á tingstóli í Havn, so áttu klaksvíkingar at broytt borgarstjórastarvið til hálvtíðarstarv. So var hesin peningur spardur. Jógvan Skorheim sigur, at hann er valdur bæði í tingið og býráðið í Klaksvík, og hann hevur ábyrgd yvirfyri veljarunum. Mær vitandi er Jógvan ikki valdar beinleiðis borgarstjóri í Klaksvík. Skuldi hann gingið veljarunum til tingsessin á møti, skuldi hann sjálvandi takka nei til borgarstjórastarvið og veri vanligur býráðslimur.

Ein og hvør veit, at tað eru stóru mánaðarlønurnar, sum dríva verkið bæði hjá borgarstjóranum í Klaksvík og borgarstjóranum á Tvøroyri. Tað líkist ongum, at teir hava fulltíðarstarv sum borgarstjórar og samstundis sita á tingið. Borgarstjórarnir eru ikki nøkur “yvirmenniskju”, og tí megna teir ikki at passa tvey slík størv til fullnar. Eisini kann tykjast heilt undarligt, at samstundis, sum fólk í Runavík og aðrastaðni í Føroyum mótmæla sparingum á eldraøkinum, har millum annað neyðugar náttavaktir skulu sparast burtur, so telvar Kári P. Højgaard við milliarda upphæddum hjá føroyingum til danska fyritøku, sum skal gera og fíggja undirsjóvartunnil. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply