
7. juni í fjør legði eg hesa grein á heimasíðuni, og nú eru so nógvir nýggir lesarar komnir aftrat, at eg loyvi mær leggja greinina enn einaferð ovast á breddan, tí frá útvarpsbátinum úr Hvalvík seinasta leygardagin varð sagt, at Sámal hevur smíðað allar bátarnar, sum rógva í løtuni. Hetta er ikki beint. Sámal hevur smíðað mest sum allar bátarnar, men ikki 5-mannaførini Blik og Títling, sum Terji Jacobsen á Kalnesi smíðaði, og Havfrúnna, sum Olaf Haldansen smíðaði. Og soleiðis segði Sámal við undirritaða í juni mánað í fjør.
Til Íslands eru farin seks 6-mannafør og tvey 6-mannafør til Danmarkar, allir hinir bátarnir standa í neystum hjá føroyskum kappróðrarfeløgum. 5-mannaførini eru 27 bátar, 6-mannaførini 26 bátar, 8-mannaførini 9 bátar og 10-mannaførini 12 bátar. Á bíleggingarlistanum hjá Sámali er í løtuni bara ein bátar at smíða.
Í 1996 kom nýhugsan í føroyskan kappróður. Niclas í Koltri hevði smíðað flestu bátarnr, men nú vildi handverkarin úr Runavík Sámal Hansen royna seg at smíða kappróðrarbát, sum fekst at ganga skjótari enn gomlu bátarnir. Sámal segði soleiðis við undirritaða í januar mánað í 2008..
-Eg hevði spælt mær við tankarnar at smíða kappróðrarbát, sum fekst at ganga skjótari enn bátarnir hjá Niclasi. Talan var ikki um at forvinna pening, tí tá kundi eg forvinnu meira pening í øðrum arbeiði.
– Tað var heldur spenningurin, sum dreiv verkið, og nú fleiri ár eru farin, og nógvir bátar smíðaðir, er málið, eg setti mær, langt síðani nátt. Summar tíðir hugsi eg at gevast at smíða kappróðrarbátar ella bara hava bátasmíð sum lítla hjávinnu, tí tað er einsligt at vera einsamallur á verkstaðnum.
– Eg føli stóra ábygd fyri nógvu bátunum, eg havi smíðað, og tað er ógvuliga umráðandi fyri meg, at hesir bátar blíva umvældir, fáa teir skaðar á stevnum ella undir venjing. Og jú fleiri og eldri bátarnir verða, jú fleiri eru umvælingarnar. Hetta gongur so útyvir nýggju bátarnar, sum eg havi lovað at smíðað.
– Fyrstu árini kundi eg smíða tíggju bátar um árið, men nú fara einir fimm bátar av verkstaðnum um árið, tí umvælingar fara eisini avstað við tíðini. Ja, so skulu eisini gerast nýggjar árar, áraskeytar og tollar til bátarnar, sigur Sámal millum annað í 2008.
Bara ein bátur á bíðilista
Nú eru vit í juni mánað í 2012, og føroyskur kappróður er broyttur síðani 2008, tí færri bátar rógva á stevnunum. Og jú færri bátar rógva, tess færri nýggir bátar verða smíðaðir. Øll feløgini hava mest sum nýggjar bátar. Seinastu bátarnir, sum eru farnir úr verkstaðnum hjá Sámali eru 10-mannaførini Vestmenningur og Suðuroyingur.
Tú kundi spurt, hvør munurin er á bátunum hjá Niclasi í Koltri og teimum hjá Sámali. Størsti munurin er, at bátarnir hjá Sámali eru lættari. Kann minnast, tá ið vit í Havnar Róðrarfelag í 2001 vigaðu á Vónini 6-mannafarið frá Niclasi og nýggja 6-mannafarið frá Sámali. Gamli Gongurólvur vigaði við øllum 324 kilo, meðan nýggi Gongurólvur vigaði 224 kilo. Her vóru hundrað kilo á muni.
Tað vil siga, at bátarnir hjá Sámali eru lættari, og Sámal hevur eisini broytt bátin eitt sindur, men hann má sjálvandi halda seg innanfyri mátini hjá Róðrarsambandinum.
Eg fái bara eyga á tveir bátar á norðoyastevnu herfyri, sum Sámal ikki hevur smíðað. Tað eru 5-mannaførini Katla hjá Árnafjarðar Róðrarfelag, sum er lánt til Vestmannar og Blik hjá Argja Róðrarfelag. Hesar bátar hevur Terji Reinert Jacobsen á Kjalnesi smíðað.
Ikki er heilt greitt, hvussu nógvar bátar Niclas í Koltri smíðaði. Havi funnið grein frá 16. januar í 1986 í ítróttablaðnum Alt um Ítrótt. Har skrivi eg millum annað: Niclas í Koltri fyllir 77 ár í apríl mánað, og hann sigur við undirritaða, at nú hevur hann smíðað 77 kappróðrarbátar, síðani hann smíðaði fyrsta bátin 8-mannafarið Miðving í 1957. Og ikki eg smíði ikki nógvar bátar aftrat, segði Niclas í 1986. Miðvágs Róðrarfelag hevur varðveitt 8-mannafarið, sum Niclas smíðaði í 1957. (Vagnur)



