Vit gita um FM-róðrarnar á fjarðastevnu á Skála leygardagin

6-mannaførini er ógvuliga jøvn í oddinum, og fleiri bátar kunnu vinna. (Mynd Einar Kallsberg)
6-mannaførini er ógvuliga jøvn í oddinum, og fleiri bátar kunnu vinna. (Mynd Einar Kallsberg)

Mínar gitingar um FM-róðrarnar í Hvalvík vóru á heilt á góðari leið, men at vit fingu heilar fýra nýggjar vinnarar í Hvalvík  hevði eg ikki droymt um. Serliga kom óvart á meg, at Jarnbardur við monnum var so stinnur í Hvalvík, og at Klaksvíkingur soleiðis leyp av stað í startinum og helt leiðsluna allar 2000 metrarnar. Eisini kom óvart á meg, at Miðvíngur róði so væl, og at Argjabáturin einki hevði at svara aftur við í endaspurtinum. Eg gitti, at Drekin við dreingjum vann, men hvat kunnu vit so vænta á Skála leygardagin? Onkur óvæntað úrslit mann koma undan kavi á Skála.

Byrja vit við 10-mannaførunum, so sóu vit heilt annan róður frá Klaksvíkingi, sum hevði øgiligan start og leyp av stað í Hvalvík. Torført var at fylgja 10-mannaførunum, tí útvarpsbáturin megnaði ikki at halda rætta vinkulin. Min metan er, at teir umborð á Havnarbátinum og Suðuroyingi mugu tíðliga úr songini leygarmorgunin, skulu teir basa Klaksvíkingi. Teir mugu ikki lata Klaksvíking sleppa so langt fram um í startinum, sum er “gamla” vápnið hjá bátinum við góðum úrsltinum. Og so legði eg til merkis, at Havnarbáturin í Hvalvík lá so langt frá Suðuroyingi og Klaksvíkingi, og teir “gomlu” fóru alt ov seint upp í bekkróðurin.

Falkur er á gáttini til ein sigur, og kanska verður tað á Skála leygardagin. (Mynd Einar Kallsberg)
Falkur er á gáttini til ein sigur, og kanska verður tað á Skála leygardagin. (Mynd Einar Kallsberg)

Ger Argjabáturin nakað við Miðvingin leygardagin, tí tað sást tíðuliga í Hvavík, at manningin umborð á Miðvingi hevði meira orku í endaspurtinum. Men eg rokni tó við, at Miðvingur á Skála ikki sleppur so lætt í endaspurtinum.

6-mannaførini við kvinnum og 5-mannaførini við gentum eru avgreiddir fyri árið, men vit sóu ótrúliga spennandi róður um annað plássið í genturóðrinum, har Sílið, Blikur og Jallurin høvdu harðan dyst um annað plássið, sum Sílið vann. Tað kom óvart á meg, at Falkur 5-mannafar við kvinnum gav Havfrúnni so skarpan gang, har Havfrúgvin vann í seinasta taki.

Dreingirnir umborð á Drekanum verða torførir at taka leygardagin, tí serliga haltar okkurt umborð á Jallinum, sum er “dovnaður” nakað, meðan Royndin Fríða ikki megnaði at fylgja Drekanum, sum var á odda allan teinin í Hvalvík. Vit gita tveir teir fyrstu bátarnar í teimum sjey FM-róðrunum.

Eg rokni aftur við Drekanum leygardagin, men Fípan Fagra gert bara stinnari og stinnari. (Mynd Einar Kallsberg)
Eg rokni aftur við Drekanum leygardagin, men Fípan Fagra gerst bara stinnari og stinnari. (Mynd Einar Kallsberg)

10-mannafør nummar eitt Klaksvíkingur og nummar tvey Havnarbáturin. 8-mannafør nummar eitt Miðvingur og nummar tvey Argjabáturin, 6-mannafør kvinnur nummar eitt Jarnbardur og nummar tvey Rádni, 5-mannafør kvinnur nummar eitt Falkur og nummar tvey Havfrúgvin, 5-mannafør gentur nummar eitt Erla Kongsdóttir og nummar tvey Blikur, 5-mannafør dreingir nummar eitt Drekin og nummar tvey Fípan Fagra og 6-mannafør menn nummar eitt Sølmundur og nummar tvey Jarnbardur, har eg onkrastaðni eisini rokni við Gongurólvi.

Nú skulu vit minnast til, at hetta eru alt gitingar hjá einum persóni. Sjálvandi ger nógv seg galdandi á eini stevnu. Fáa bátar ringan ella góðan start, verður róð ímóti ella undan vindinum, ella vindurin er inn á síðuni. Hvussu við endaspurtinum? Spennandi at fylgja FM-róðrunum á Skála leygardagin. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply