Einaferð hetja í Føroyum nú fótin í afturpartin

Í oktober mánað í fjør vóru klaksvíkingar væl nøgdir við Páll sum venjara. (Mynd Álvur)
Í oktober mánað í fjør var KÍ væl nøgt við Páll sum venjara. (Mynd Álvur)

Venjarastarvið er serligt arbeiði, tú verður mettur eftir avrikum, og tú veitst ongantíð, hvussu tryggur tú situr í stólinum. Eru úrslitini ikki til vildar, verður kikarin oftast vendir ímóti venjaranum, tí um kósin skal broytast, kanst tú ikki senda alt liðið til hús. Bæði spælarar, áskoðarar og fjølmiðlar hava nógvar meiningar um venjaran. Feskastu dømini er Páll Guðlaugsson í KÍ og Morten Olsen, sum venur danska fótbóltslandsliðið. Einaferð vóru teir hetjur millum manna, nú fáa teir fótin í afturpartin og brúk er ikki fyri teimum longur. Hetta eru treytirnar hjá venjarunum.

Í gjár bórust tíðindini, at Páll Guðlaugsson er koyrdur frá sum venjari hjá KÍ. Eg kom at hugsa um hesi orðini, sum eg las í fjølmiðlunum í oktober mánað í fjør: – Í Klaksvík eru tey so væl nøgd við venjaran, at KÍ er í samráðinginar um at leingja sáttmálan. Tað sigur Jóhann Lützen úr KÍ. – Vit eru í samráðingum við Páll Guðlaugsson, og vit eru áhugaðir í at samstarvið heldur fram, sigur Jóhann Lützen. KÍ hevur verið topplið í føroyskum fótbólti í ár, men seinastu vikurnar hevur gingið eitt sindur verri. Hinvegin, so er KÍ framvegis í holt við at endurbyggja felagið eftir niðurflytingina í 2009. Tí er nøgdin stór við fjórða plássið í ár, vóru boðini frá KÍ í oktober mánað í fjør.

Ein venjari stendur mangan ógvuliga einsamallur og skal kunna so nógv, hann skal leiða venjingina og gera tað spennandi og mennandi hjá spælarum. Hann skal duga væl við fólki, bæði tá ið pulsurin á spælarum er 70, og tá ið  pulsurin er 140 ella meira og illa gongst á vølli. Hann skal eisini vera væl fyri taktiskt, tora at taka stig í dysti. Venjarin verður eygleiddur bæði av mótstøðuliðnum, áskoðarum og fjølmiðlum. Venjarin kann mangan standa ógvuliga einsamallur.

Morten Olsen gevst óivað skjótt sum danskur landsliðsvenjari.
Morten Olsen gevst óivað skjótt sum danskur landsliðsvenjari.

Seinastu dagarnir hoyra vit um tveir kendar “stórar” venjarar, sum eru komnir í ódnarveður. Kenda hetjan frá Landskrona Páll Guðlaugsson er uppsagdur í KÍ og kenda danska venjarahetjan Mortan Olsen eru um at fara sama veg. Einaferð hetjur millum manna, men einaferð seinni fótin á afturpartin. Hetta er køldu treytirnar í ítróttinum.

Ein venjari ger einki einsamallur, og hann má hava “typurnar” á liðnum, skal hava útinna tað á vølli, sum hann vil. Og venjarin skal bara vanta ein ávísan spælara til tess at fáa alt at rigga. Komi enn einaferð at hugsa um Liverpool, sum á sinni misti miðvallaspælaran Alonso til Real Madrid. Liðið misti flogið er ikki komið fyri seg enn, tí felagið hevur ikki funnið spælstýrara sum Alonso.

Sjálvandi skulu vit onnur ikki blanda okkum uppí, um KÍ skiftir venjara, og um Morten Olsen gevst at venja danska fótbóltslandsliðið. Men tað er áhugavert at fylgja við, hvussu køld ítróttaverðin í grundini er. Úrslit og pengurin stýra fótbóltinum, og eru úrslitini ikki til vildar, so kann venjarin gerast hetja eitt ár, og árið eftir kann hann gerst skurkurin og fær fótin. Sjáldan fara fjølmiðlarnir og leiðslan eftir spælarunum.

Støðan hjá danska fótbóltslandsliðnum er so einfald, tí á liðnum er ikki eina tann einasta aljóða stjørna, sum einaferð mannaðu liðið. Fótbóltssambandið kann seta verðins besta venjara at venja føroyska A-landsliðið hjá monnum, men Føroyar fáa kortini ikki frægari úrslit og koma altíð at liggja niðast og í besta føri næstniðast á stigtalvuni. Hví? Tí Føroyar eiga bara onkuntíð einstakan spælara, sum spæliri bestu deildunum uttanlands. Nú mugu vit liva við núverandi umstøðum í altjóða høpi og ikki gera okkum vónir at koma víðari, hvør so venjarin er.

Eg eri ikki ein av teimum, sum lovprísi Ferguson ella øðrum venjarum í stórum venjarum í fótbóltsfeløgum uttanlands. Ferguson hevur havt bestu umstøður í heiminum at fáa síni úrsit, tí hann hevur havt peningin at keypa teir spælarar, hann ynskir  á sítt topplið. Tað kann tildømis Michael Laudrup ikki gera á Swansea. Og soleiðis er eisini í Føroyum. Pengingurin ger av, hvør vinnur FM-heitið. Kanska er einki galið við Páll Guðlaugsson, men bara tað, at KÍ liðið ikki er nóg væl mannað til tess at vera eitt topplið. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply