
Mær dámar væl at koma út í støðna á Argjum, tí har er altíð okkurt virksemi. Fólk spáka, onnur umvæla bátar á landi, og bátar koma inn fara úr bátahylinum. Hesa ársins tíð fylla kappróðrarbátarnir hjá Argja Róðrarfelag nógv í støðni, tí nógvar eru manningarnar. Mikukvøldið hitti eg eina av eldsálinum í Argja Róðrarfelag 39 ára gamla Høgna Jacobsen, sum rør við Argjabátinum og er nevndarlimur í felagnum. Høgni er klaksvíkingur og byrjaði sum tjúgu ára gamal at rógva kapp við Nevinum Reyða úr Klaksvík. Men hvat fær rógvaran at seta seg umborð á Argjabátin eftir so nógv ár í hesari ítróttagreinin?
Høgni Jacobsen er róligur og fyrikomandi maður at práta við, og tað fyrsta eg spyrji Høgna, er, nær hann byrjaði at rógva kapp, og hvør er drívmegin framhaldandi at sita umborð á Argjabátinum. Høgni róði við 6-mannafarinum Lómi í fjør, sum vann FM-heitið.

– Í 1994 og 1995 gekk eg á tekniska skúla í Klaksvík, og har gingu næmingar úr øllum Føroyum. Avgjørt var at manna 8-mannafarið Nevið Reyða, og tá setti eg meg sum tjúgu ára gamal fyrstu ferð umborð á ein kappróðrarbát. Vit blivu nummar seks á norðoyastevnu, men sum árið leið, gekk betur og betur. Næsta árið róðu vit bara fáar stevnur.
– Í 2000 kom eg umborð á Nevið Reyða, har Martin Venned ráddi fyri borgum. Hetta var ein ætlan at fáa endurreist kappróðurin í Klaksvík, sum hevði ligið mest sum í dvala í nógv ár. Vit blivu nummar fýra í FM-kappingini, har Argjabáturin fór við gullinum og Toftabáturin við silvrinum.

Í 2001 fingu vit nýggjan Nevið Reyða, sum Sámal Hansen úr Runavík smíðaðu. Og 2001 bleiv tað heilt stóra róðrarárið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, tí 8-mannafarið Nevið Reyða, 6-mannafarið Páll Fangi kvinnur og 5-mannafarið Fípan Fagra kvinnur vunnu FM-heitið hetta árið. Róðrarfepurin í Klaksvík fór tá um allan býin, og tá ið vit komu aftur til Klaksvíkar eftir at hava vunnið FM-heitið, tóku umleiða 2000 fólk ímóti okkum. Hetta var heilt vilt.
– Í 2002 flutti eg til Havnar og kom umborð á Argjabátin, har eg í fyrst umfari róði 2002, 2003, 2004 og 2005. Í 2004 vann Argjabáturin FM-heitið, og hetta var stór uppliving fyri meg. Vit vóru nær við at vinna FM-heitið í 2002, men tað bleiv til eitt FM-heitið hesi árini. Í 2006 fingu til stuttleika Nevið Reyða til láns til Havnar, og í 2007 róði eg ikki, tí eg fór til Danmarkar í lestrarørindum.

– Í 2008 kom eg so umborð aftur á Argjabátinum, og hetta árið vóru 8-mannaførini ógvuliga tøtt við Heiðabátinum sum gullvinnari. Í 2009 vunnu vit aftur FM-heitið við Argjabátinum, og í 2010 mannaðu vit 10-mannafarið Hoyvíking, og hetta var heilt góð manning, men vit fingu bara ikki FM-róðrarnar at rigga. Hetta árið kappaðust Eysturoyingur og Vestmenningur um FM-heitið.
- Í 2010 helt eg, at nú var tíð at gevast at rógva, men Argja Róðrarfelag hevði ætlan at fáa Sámal at smíða nýtt 6-mannafar, og hetta helt eg vera spennandi ætlan, tí 6-mannafarið Lómur hevur altíð staðið í skugganum á Bliki og Argjabátinum, og besta úrslitið hjá Lómi var bronsuheiðursmerkið á jóansøku 2004. Vit vunnu ikki beinanvegin, tí Riddarin úr Miðvági var ógvuliga stinnur, men so bragdaði í fjør, tá vit vunnu FM-heitið, sum eisini var áhugaverd og stuttlig uppliving.

– Ætlanin var so, at endabresturin skuldi vera í 2013, tá ið vit í vár mannaðu 10-mannafarið Hoyvíking. Báturin varð mannaður við góðu rógvarum, sum millum annað høvdu róð við Lómi og Argjabátinum. Men tí verri máttu rógvarar fara av bátinum vegna skúlagongd, og tí endaði ætlanin við, at vit fóru umborð á Argjabátin, sigur Høgni.
Argjabáturin og 2000 metrar
Nógv prát er, um tað var rætt, at 6-mannaførini við monnum nú rógva 1000 metrar á øllum stevnum, og at 8-mannaførini eru farin frá 1500 metrum út á 2000 metrar. Hevur Høgni eina meining um hetta málið?
– Eg haldi tað vera keðiligt, at 6-mannaførini við monnum rógva 1000 metrar og 8-mannaførini rógva 2000 metrar. Tað sýnist, sum eingin á fundum í HSF vil nerta við 10-mannaførini. Á næstu stevnu í Hvalvík rógva vit á Argjabátinum 2000 metrar, tíbetur hava mest sum allir umborð roynt hetta áður. Men skulu rógvara kanska flyta frá 6-mannafari við monnum til 8-mannafar ella 10-mannafar, skulu teir rógva dupult so langan tein. Skal ein teinur strikast, er tað 2000 metra teinurin hjá 10-mannaførum, sigur Høgni

Argja Róðrarfelag hevur í summar nakað færri manningar enn undanfarin ár. Manningarnar eru hesar: 8-mannafarið Argjabáturin, 6-mannafarið Lómur mannaður við kvinnum og monnum, 5-mannafarið Blikur mannaður við gentum og dreingjum og 5-mannafarið Teistin mannaður við kvinnum. Eingin barnamanning rør í summar.
At enda spyrgi eg Høgna, hvør er drívmegin hjá honum í løtuni, tí umfram at rógva við Argjabátinum, er hann eisini nevndarlimur í felagnum.
– Drívmegin er fyrst og fremst, at mær dámar væl at rógva og halda meg í venjing. Rógvingin er mítt frítíðarítriv, og tá ið eg skal halda kroppin við líka og halda meg í “form”, so royni eg at fáa tað besta burturúr. Tað er kappingin og spenningurin í kappróðirnum, sum mær dámar so væl. Nevndararbeiðið krevur nakað, og millum annað hevur uppíbyggingin í neystinum fylt nógv í seinasta árið. Men nú hava vit pláss til allar bátarnar.
– Umstøðurnar í neystinum eru á góðari leið, men skiftingarrúmini eru ov smá, og venjingarrúmið kundi verið størri. Hetta ætla vit at gera nakað við. Uppíbyggingin er næstan liðug, og tað eru vit øll fegin um, sigur Høgni at enda.
Høgni er sum sagt úr Klaksvík, hann heldur saman við Jannie Dam Jacobsen, sum stýrir Jarnbardi. Tey eiga eina smágentu, sum eitur Alda, og sum bleiv eitt ár á norðoyastevnu. Mín meting um Høgna uttan at kenna hann væl, er, at hann er róligur maður og jarðbundin. Áhugavert at práta við slíka eldsál og ein, sum brennur so nógv fyri kappróðrinum. (Vagnur)
