Nakrar hugleiðingar um Vágsbotn og uppskotið um nýtt torg

Meiningarnar um Vágbotn eru nógvar. Alt gott um hugna har á leiðini, men kommunan fær ikki ikki bilbukt við nógvu bilinum. (Mynd Vagnur)

Sat herfyri á vøkru trappuni í Vágsbotni og hugleiddi eina løtu um Vágsbotn, sum so nógv fólk hava meining um. Tankarnir leitaðu til barnaárini, tá Skálatrøð var trøð og ikki parkeringspláss, og har ikki var koyrandi út á Skálatrøð. Vit  ungu fingu um endan á tíðini, tá mjólkabátarnir løgdu at bryggja í Vágsbotni, har Rubek var avgreiðslumaður hjá Meiarínum, Vit minnast aldurnar, sum komu sunnan úr havi inn í Vágsbotn, og tað kom fyri, at aldurnar fóru leikandi niðan Tórsgøtu. .Á trappuni hesa løtuna gjørdist niðurstøðan púra greið: Hvussu Tórshavnar kommuna vendir kósini á kumpasini í Vágsbotni, so kann hon ongantíð gera øllum til vildar. Hædd má takast fyri ferðsluni, fyritøkum har á leiðini, bátareigarum, Nólsoyar Pálli og ikki minst fótgangarunum. Áhugabólkarnir eru nógvir.

Standmyndin av Nólsoyar Pálli fyllir bert ein fermetur, so standmyndin er ikki trupulleikin. Heldur er tað ferðslan har á leiðin. (Mynd Vagnur)

Í 1970 – árunum kom fyrstu rembingarnar í Vágsbotni, tí tá sprongdu tey á Skálatrøð, og grótið brúkast úti á Molanum. Skjótt var koyrandi úr Vágsbotni út á nýtt stórt parkeringspláss á Skálatrøð,. Seinni komu bátabrúgvarnar, og stuttleikabátarnir gjørdust fleiri og fleiri.

Bilatalið í 1970 – árunum í Føroyum var um 3.500 bilar, og nú eru teir farnir upp um 30.000. Á trappuni hesa løtuna kom til hugs tey trý uppskotini um nýtt torg í Vágsbotni. Havi sæð uppskotini, og vakrasta uppskotið gjørdist vinnari. Men eitt er vinnarauppskotið, annað er at fremja ætlanina í verki.

Zeta arkitektar vunnu kappingina um Torgið. Hugnaliga góð mynd, men míni eygu halda, at torført er at fremja hesa ætlan í verki. Ikki sæst á tekningunum, um slett ikki er koyrandi út í Bakka. (Mynd: Torshavn.fo)

Veikleikin hjá teimum trimum uppskotunum er, at bara ein bilar eru at síggja á tekningunum ei heldur Nólsoyar Páll. Seinastu árini er alt meira kroyst oman í Vágsbotn tað veri seg handlar, barrir og matstovur, og sjálvt ólavsøkan er flutt frá miðbýnum oman í Vágsbotn. Nøkur ilskast inn á standmyndina av Nólsoyar Pálli, sum tey vilja flyta í allar ættir. Her er at siga, at fóturin á standmyndini er lítið meira ein fermetur. Býarpolitikari vildi flyta Nólsoyar Páll út á Skinnarasker, men ætlanin miseydnaðist, tí skinnarasker er  friðað.

Kom eisini at hugsa um ferðsluna til og frá Skálatrøð, og har eru bert tvær leiðir, og tær eru úr Vágsbotni yvir á Skálatrøð, og oman Kondradsbrekku. Sigmundargøta og Bøgøta eru einsrættaðar, har tú bara kanst koyra frá Skálatrøð. Tí sýnist torført at finna skilagóða loysn, tá talan er um ferðsluna har á leiðini.

Standmyndin av Nólsoyar Pálli var ett í Vágsbotni, tí hon hevur søguligt tilknýti til húsini millum anna Einahandilin. (Mynd: Havnin – fólk og yrk)

Ja, og summi politikarar vilja byggja Tórspall á Skálatrøð og súkkluoyggj mitt á vegnum í Tórsgøtu, men nógva er afturvendandi høvuðbrýggj hjá hesum fólkum. Ælanin er snara ferðsluni uttan um Nólsoyar Páll niðan ímóti matstaðnum Sirkus, men eigarin hevur longu gjørt vart við sína ónøgd. Um Nólsoyar Páll skal flytast úr Vágsbotni, so gerst upppreistur, og ikki trúgvi eg, at býarpolitikarar tora hetta, nú tað stundar til býráðsval.

Soleiðis minnist vit í 1950-árunum barnaárini í Vágsbotni. (Mynd Asbjørn Long)

Spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer í Vágsbotni, og hvussu kommunan fer at greiða ferðsluna har á leiðina og eisini, um vinnarauppskotið um nýtt torg gerst veruleiki. Haldi, at tað frá byrja var dáragerð at flyta so nógv virksemi oman í Vágs ja sjálvt ólavsøkuna. Tjóðpall á Skálatrøð og súkkluoyggj á vegnum í Tórsgøtu, skal kommunan gloyma alt um. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply