Úr myndasavninum – Forvitnislig mynd frá 1962 úr Sandavági

SÍF og TB á Valloyruni í Sandavági í 1962. Standandi frá vinstru: Høgni Nielsen 6, SÍF, Martin á Mýruni 7 SÍF, Ingi Larsen 8 TB, Sigurbjørn Niclasen 9 TB, Eirikur Jensen 10 TB, Jarmund Steinkross, 11 TB, Sverri Midjord 12 TB, Hjarnar Bech 13 TB og Mervyn Dimon 14 TB. Fremst frá vinstru: Martin Joen Jacobsen 1 SÍF, John Petersen 2 SÍF, Ragnar Magnussen 3 SÍF, Johnfinn á Plógv 4 SÍF og Herluf Simonsen 5 SÍF. (Myndir er úr myndasavninum hjá Ragnhild og Johan á Plógv)

Myndin omanfyri er ein av bestu hondbóltsmyndum, sum er úr savninum hjá Ragnhild og Johan á Plógv úr Sandavági. Fyri meg persónliga er myndin serlig, tí eg havi spælt hondbólt ímóti nøkrum spælarunum úr SÍF, men ikki úr TB. Myndin er tikin eftir finaludystin í 2. deild millum SÍF og TB spældur 1962 á Valloyruni í Sandavági. Ein TB spælari á myndini er Sigurbjørn Niclasen, og hann hitti eg í grannalagnum, eftir hann var komin úr Danmark úr jólafrí og var á veg til Tvøroyrar. Eisini havi eg hitt málverjan Ragnar Magnussen úr Sandavági, sum er fimtan ár á myndini. Eg spyrji fyrst Sigurbjørn, um hann minnist finaludystin nú fyri 53 árum síðani. Og Sigurbjørn sigur. (Skrivað í 2015)

dfdffdf
Sigurbjørn Niclasen nærkast tú teimum 73 árunum. (Mynd Vagnur).

– Áðrenn leiðin gekk úr Havn til Sandavágs við Torshavn at spæla ímóti SÍF, spældu vit fyrst ímóti Kyndli í Havn. Hetta skuldi gerast ein rokdystur, tí kyndilsdómarar dømdu dystin, og vit hildu, at alt ov nógv var dømt ímóti okkum. Kyndilsspælararnir vóru tá allir losjufólk, og spælararnir á TB liðnum vóru úr losjuni á Tvøroyri, so vinalagið átti at verið í lagi, men ikki henda dagin. Meiningin var, at Kyndil eisini skuldu til Sandavágs at spæla henda dagin, men menn vóru so syntir, at Kyndil kom ikki við Torshavn í Vágar.

– Í Sandavági vóru fólk bæði blíð og týð, og eg búði hjá Johan og Ragnhild á Plógv. Vit taptu tepurt dystin, kann eg minnast. Annars var mín hondbóltstíð nakað stutt, tí eg fór út at sigla. Teir flestu spælararnir á TB liðnum spældu eisini fótbólt. Sjálvur spældi eg nógv ár borðtennis og var manga borðtennisferð norðanfjørðs, har vit eisini spældu borðtennis í Losjuni ímóti millum annað Poul Michelsen, Nick Thomsen og Jóan Pætur Midjord.

– Eg minnist eina serliga langa ferð, vit gjørdu til Havnar, sum tók níggju tímar. Smyril fór av Tvøroyri á middegi klokkan tólv, men skuldi fyrst siglaast á Vág. Tá vit so seinni vóru komin út fyri Lítlu Dímun, mátti Smyril fara aftur á Tvøroyri eftir heilivági, sum mátti til Havnar. Vit vóru ikki á Havnini fyrr enn klokkan níggju um kvøldið. Tá í tíðini sluppu vit ikki heimaaftur sama dag, og búðu vit mangan á Sjómansheiminum í Havn. Hondbóltur var í míni tíð spældur á uppmerktum hondbóltsvølli á fótbóltsvøllinum á Sevmýra beint undir TB-húsinum. Seinni spældu tey hondbólt á asfaltvølli í skúlagarðinum, sigur Sigurbjørn at enda.

Ragnar Magnussen stóð í málinum bert fimtan ára gamal

Ragnar Magnussen og abbasonurin á floti.
Ragnar Magnussen og abbasonurin Petur Fróðason á floti. Pápi Ragnar æt Petur.

Ungi drongurin á hondbóltsmyndini omanfyri er Ragnar Magnussen, sum vit millum annað kenna sum fyrrverandi stjóra á Handilsskúlanum. Ragnar er bara fimtan ára gamal á myndini. Til stuttleika ringdi eg til Ragnar at spyrja, hvat hann minnist til finaludystin ímóti TB á sumri 1962. Og Ragnar sigur. – Eg minnist væl henda dystin á Valloyruni í 1962, tí eg hevði ein av mínum góðu døgunum í málinum. Dysturin var ógvuliga javnur, og vóru vit aftanfyri fyrsta partin í dystinum. Men kanska avgjørdi eg dystin til fyrimun fyri SÍF, tí eg bjargaði nógvum skotum serliga seinast í dystinum. Eitt brotskast tók eg eisini, sigur Ragnar.

– Tað var soleiðis Sandavági, at nógvir hondbóltsspælarar spældu eisini fótbólt, og tað gjørdi eg eisini. Eina tíð stóð eg í málinum hjá mansliðnum í hondbólti og spældi úti á unglingaliðnum í hondbólt. Minnist, at vit vóru til eina hondbóltskapping í Vestmanna, at hetta hendi. Sum tíðin leið, gjørdist eg meira fótbóltsspælari, men ítrótturin í Sandavági fekk skjótt ein enda, tí eg fór fyrst til skips, og seinni á læraraskúla í Havn. Um hetta mundið hevði SÍF gott fótbóltslið, sigur Ragnar at enda.

Undirritaði kann leggja afturat, at eg havi spælt hondbólt ímóti  SÍF spælarunum Høgna Nielsen, John Petersen, Johnfinni á Plógv og haldi eisini Martin Joen Jacobsen. Sverra Midjord á TB liðnum havi eg spælt borðtennis ímóti. Ja, so var Herluf Simonsen lærari hjá mær á Tekniska skúla. Martin á Mýruni flutti til Havnar og kom at spæla í Neistnum, og á myndini er TB-arin Eirikur Jensen, sum eitt skifti var føroyarmeistari í borðtennis. Minnist eisini Mervyn Dimon, sum spældi í verjuni hjá TB. Og soleiðis kunnu vit halda fram. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply