Tórshavnar kommuna eigur at finna annað pláss til Tjóðpall – nakrar grundgevingar

Tórshavnar kommuna eigur at finna annað pláss til nýggjan Tjóðpall. Økið á Skálatrøð er upptikið. (Mynd Vagnur)

Kjakið um at byggja Tjóðpall á Skálatrøð hevur skapt øði í fleiri túsund fólk í Havn og aðrastaðni í Føroyum, sum øll halda, at Tjóðpallur kann byggjast aðrastaðni í býnum heldur enn at kroysta stóran bygning niður í upptikið øki á Skálatrøð. Nakrar grundgevingar hví Tórshavnar kommuna er á skeivari leið

Vit kunnu ímynda okkum Skálatrøð sum arbeiðsøki í fleiri ár, um Tjóðpallur skal byggjast har. (Myndin er úr faldara, kommunan hevur latið gjørt). 
  1. Á Skáltrøð eru 240 parkeringspláss, sum slett ikki nøkta tørvin, nú enn fleiri fyritøkur millum annað matstovur, skeinkistøð, Taks, blómuhandil og aðrar fyritøkur eru og koma har á leiðini. Tørvurin er uttan iva 400-500 parkeringspláss, tí um dagin er sum lundi á jólanátt til tess at finna sær parkeringspláss á Skálatrøð. Tú sært bilar koyra millum bilrøðirnar og bíða eftir tøkum parkaringsplássi. Skalt tú til handils, á flot ella bara í bátin, er trupulleikin ikki streymur, vindur og sjóvarfall, men at finna tær parkeringspláss.
  2. Skálatrøð er seinasta stóra økið niðri við sjóvarmálan, har í knappari vending kann skipast fyri tiltaki, sum tildømis stóra ólavsøkutiltakið. Spákaði mær seint seinnapart á Skálatrøð og gjørdi mær ómak at vera konstuktivur í mínum tonkum um Skálatrøð, tí tú hevur jú frá barnsbeini reika har á leiðini. Gleðist, hvussu væl er vaksið fram við ”berginum”, og eygleiddi eisini, hvussu bilar leitaðu eftir parkeringsplássi.

    Kommunan hevur laðað garð og planta fram við “berginum”, og hetta er vorðið varkurt øki. (Mynd Vagnur)
  3. Kommunan tosar um meira lív í miðbýin, men skulu fleiri borgarar koma í miðbýin tildømis til handils, so mugu parkeringsplássini vera partur í miðstaðarpolitikkinum, tí føroyingurin er beindovin. Kom á tos við konu, sum arbeiðir í eldri handli, og hon segði mær, at kundarnir fækkast ár um ár, tí teir siga seg ikki sleppa av við bilin.
  4. Haldi, kommunan gloymir, at bilatalið síðani kreppuárini er tvífaldað, men parkeringsplássini í Havn fylgja ikki við og heldur ikki á Skálatrøð ella niðri í Vágsbotni. Kommunan hevur seinnu árini slóða fyri meira og meira virksemi oman í Vágsbotn, og ólavsøkan er bara eitt dømi. Tú kanst bara venda eyguni út undir Bakka, har kafeir eru í hvørjum kjallara.

    Síggi í faldara, at ætlanin er at gera veg frá Grím Kambandsgøtu oman á Skálatrøð og at Lærarahúsinð bygd í 1980-árunum skulu takast niðar. Hetta er heilt burturvið, tí húsini eru søgulig og økið vakurt. (Mynd Vagnur)
  5. Skilji, at gomlu Lærarahúsini frá einaferð í 1880 árunum skulu takast niður, og vegur gerast frá Grím Kambandsgøtu oman á Skálatrøð. Hetta er eisini vitleyst, tí økið er vakurt og húsini søgulig. Vit mugu varðveita gomlu gøturnar sum Grím Kambandsgøtu, Sigmundargøtu og Bøgøtu. Tí skal Tjóðpallur ikki byggjast á Skálatrøð, tú umstøðurnar gerast verri fyri Havnina. Niðan í Sortudíki ella aðrastaðni við Tjóðpallinum.
  6. Sjálvt um kommunan megnar at gera eins nógv hilla-parkeringspláss í sambandi við Tjóðpallin, so er framvegis púra vitleyst at byggja Tjóðpallin á Skálatrøð. Alt talar ímóti, og hetta er skeivt og kemur at oyðileggja meira fyri býin og økið har á leiðini. Vil endurtaka enn einaferð og siga, at Skálatrøð er longu upptikið. Skálatrøð skal hava frið, so man ikki forðar einaferð seinni kanska gera vakurt parkeringshús, sum kann nøkta parkerings tørvin har á leiðini.

    Klokkan er ellivu ein mikumorgun, og tú sært bilar koyra millum bilrøðirnar í  vónini um at sleppa av við bilin. (Mynd Vagnur)
  7. Fekk annars bita skeivt í hálsin, tá hoyrdist í Kringvarpinum, at nýggi mentamálaráðharrin og formaður í Tjóðveldi hevur givið loyvi at fara biddaragongd uttanlands at útvega pening til Tjóðpall. Hvar er stoltleikin? Um vit ikki sjálvi megna at fíggja Tjóðpallin, so er útseta ætlanina, til ”føroyskar” krónur eru í kassanum.
  8. Skilji ikki rættiliga politikkin á Vaglinum, tí eitt av lyklaorðinum hjá borgarstjóranum og øðrum býráðslimum við er, at vinnan skal hava betri karmar. Hetta er í lagi, men skal vinnan hava betri karmar, so má ein av karmunum vera parkeringspláss til øll starvsfólkini og kundarnar hjá vinnuni. Fái ikki rættiliga alt hetta at hanga saman.

Leygarmorgunin leitaði eg mær oman til Valdmar Lützen at skriva undir mótmæla um at byggja Tjóðpall á Skálatrøð, tí tað er betri fyri Havnina, um Tjóðpallurin verður bygdur aðrastaðni. Eldri kona var í holt við at skriva undir, og tá hon vendi sær ímóti mær vóru orðini: – Hvat hugsa politikararnir, sjálvandi kunnu tey byggja Tjóðpall aðrastaðni í Havn.

Tað kemur ikki óvart á meg, um málið um Tjóðpall á Skálatrøð gerst eitt av teimum heilt stóru politisku málunum fram til næsta býráðsval. Tí vit skulu eisini ímynda okkum Skálatrøð sum stórt byggipláss í fleiri ár, har stórir betongbilar og aðrar maskinur skulu koyra í trongu gøtunum har á leiðini. Hetta, sjálvandi um kommunan tvíheldur um Tjóðpall á Skálatrøð. Haldi, at kommunan skal brúka vit og skil og lurta eftir borgarunum, sum ynskja Tjóðpallin bygdan aðrarstaðni í býnum. Og Skálatrøð  skal fáa frið.

Tórshavnar kommuna hevur latið gjørt stóran faldara við fleiri uppskotum og tankum, hvussu Tjóðpallur og møguligt parkeringshús kann húsast á Skálatrøð. Myndin omanfyri av Tjóðpallinum er forsíðan í faldaranum, men sum sagt, so stendur at lesa í faldaranum, at hetta enn bara eru tankar og møguleikar niðri á Skálatrøð. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply