Barnamanningarnar eru fækkaðar 30 % síðani í fjør

Aldurmunurin er alt ov stórur í barnaróðrinum. (Mynd Hvannrók)

Tá vit hyggja at úrslitunum í barnaróðrunum, so síggja vit, hvussu stóru fjarstøðan er millum fremsta og aftasta bátin. Orsøkin er ógvuliga einfald. Tey ungu kunnu rógva barnaróður sum ellivu, tólv, trettan og fjúrtan ára gomul. Bæði stødd, vekt, aldur og royndir eru ymiskar umborð á bátunum. Vit hava tildømis eisini fekst dømi umborð á Ingibjørg við dreingjum, sum vann allar barnaróðrarnar í fjør. Nú rógva teir dreingjaróður og hava ongan møguleika at koma fram í oddin. Her er aldursmunurin eisini alt ov stórur. Havi sagt tað fleiri ferðir áður. Róðrarsambandið skal fáa endurskoðað aldursmørkini og hyggja at øðrum ítróttagreinum, har tú í bóltspølunum ert tvey ár í hvørjum aldursbólki. Vit mugu ikki bara lata standa til.

Ì genturóðrinum síggja vit aftur stóru fjarstøðuna millum barnamanningarnar. Firvaldur fer fyrstur um málið. (Mynd Havnrók)

Í dreingjaróðrinum á norðoyastevnu fór Fiskurin úr Vági fyrstur um málið. Næstur Heykur úr Hósvík og Fípan Fagra úr Klaksík. Í genturóðrinum fór sum væntað Firvaldur fyrstur um málið við Knúki og Frúnni í hølinum. Vit síggja eisini, hvussu stórur munurin er í genturóðrinum, tí vit skulu minnast til, at manningarnar rógva bara 500 metrar. Niðanfyri síggja vit nakrar myndir, sum vit tóku í Klaksvík.

Havi hugt í hagtølini, og har síggi eg, at barnamanningarnar  eru minkaðar 30% síðani í fjør. Í 2017 róðu tólv dreingjamanningar og ellivu gentumanningar barnaróður á norðoyastevnu. Í ár róðu níggju dreingjamanningar og sjey gentumanningar. Spell, at vit ikki síggja livandi myndir frá barnaróðinum. (Vagnur)

dsdsd
Hugaligt at síggja kappróðrarbátarnar á vognum. (Mynd Hvannrók)
Her síggja vit nærmast Spógvan ú Runavík og Svaluna úr Vági. Hetta er barnamannignar. (Mynd Hvannrók)
Fípan Fagra úr Klaksvík barnaróður. (Mynd Hvannrók)
Ingibjørg úr Havn barnaróður (Mynd Hvannrók)
Genturóðruin er av, sum summar gentur sýnast útlúgvaðar. (Mynd Hvannrók)
Havørnin úr Sandavági er vakurt navn at geva kappróðrarbáti. (Mynd Hvannrók)
Drátturin í Klaksvík. Har standa menn og hjálpa rógvarunum at flota bátin. (Mynd Hvannrók)
Her eru vit í málbilinum, har vit síggja persónur úr Róðrarsambandinum. (Mynd Hvannrók)
Endaboyurnar. (Mynd Hvannrók)
Nýggju steyp og níggju róðrar. (Mynd Hvannrók)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply