Úr myndasavninum – Nógv eru góðu minnini í Sverrisgøtu 13

Eg havi nógv at takka Ebbu og Niels fyri í Sverrisgøtu 13. Hevði serligt trygdarnet í Ebbu, sum stóð mær ógvuliga nær í 1960-árunum. (Mynd Havnin – fólk og yrki.)

Húsini nærmast vinstrumegin á myndini omanfyri hava serligt pláss á míni lívsleið. Vit skulu aftur fyrst í 1960 – árini, tá Niels og Ebba Mortensen við familju búðu í húsunum. Tá var meira friðarligt í Sverrigøtu enn í dag, tí bilarnir vóru ikki nógvir. Tó so, tá var Sverrisgøta høvuðsfarleiðin millum vestur- og eysturbýin, og bilarnir kundu koyra báðar vegir. Mamma og Ebba vóru vinkonur, og tí kom eg nógv í húsini hjá Ebbu og Niels bæði, tá tey búðu við Dalavegin, Tróndargøtu og í Sverrisgøtu 13. Niels byrjaði heilsølu í 1952, og í 1953 flytir hann oman í bygningin hjá Lamba Jóannesi á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta. Tá læt hann eisini upp matvøruhandil. Í 1960 gavst Niels við handlinum, og tá fór konan Ebba Mortensen í staðin at handla við tóvørum. Ebba seldi tógv í norðarapartinum, og matstóvan IRIS. sum Olivia Knudsen rak, helt til í sunnara partinum. Minnist eisini, at S.H.J radiohandil og blómuhandil eitt skifti helt til í húsunum. Seinni fór sonurin Hans at selja gardinur, barnaklæðir og annað í hølunum. Men aftur til nógvu og góðu minnini í Sverrisgøtu.

Ebba Mortensen (1920-2000) dró fólk til sín. Mamma og Ebba vóru vinkonur.

Mamma bleiv sálarliga sjúk í 1962/1963, og tá hon ikki fekk hjálp í Føroyum, tí eingir sálarlæknar tá vóru í landinum, gekk leiðin til Dianalund í Danmark, har hon var í sjey ár. Hetta var stórur smeitur fyri okkum øll, tí tá var langt til Danmarkar, eingin flogferðsla, bara ferðamannaskip, sum sigldi einaferð um vikuna um summarið og fjúrtanda hvønn dag um veturin. Umframt, at vit høvdu arbeiðsgentu, so pápi okkara kundi arbeiða í Smæruni, fingu vit góða hjálp frá familjuni.

Ebba Mortensen var fitt kona og dró fólk til sín, og tá Birgir yngsti sonur Ebbu og Niels og eg komu saman við Landavegin og vóru byrjaðir at spæla hondbólt í Neistanum, kom eg heilt nógv í heimið í Sverrisgøtu 13. Eg búði eitt skifti hjá Ebbu og teimum. Ebba og Niels áttu seks børn. Tordis fødd í 1940 og Margit fødd í 1941 vóru flutt heiman, tá eg kom í Sverrisgøtu. Men Hans føddur 1943, Bjarki føddur 1944, Ellin (Sissan) fødd í 1945 og Birgir føddur í 1950 vóru øll har.

Húsini hjá Ebbu og Niels lógu væl fyri í býnum, ja, og vóru nærmasti granni hjá Frants Restorffs. Tí var laga manni hjá ungdómi at koma í Sverrigøtu til eina drekkamunn. Ikki taki eg munnin ov fullan, tá eg sigi, at har sótu altíð fólk við køksborðið í Sverrisgøtu. Serliga minnist eg vinfólkini hjá Birgiri og Bjarka, sum yvirtóku køksborðið hjá Ebbu. Guð viti, hvussu nógv fransbreyð eru etin við køksborð, sum eg minnist var gjørt úr gamlari hurð.

Niels Mortesen (1913-1987)

Serlig Hans og Birgir kom eg at kenna heilt væl, tí Hans gjørdist longu sum nítjan ára gamal formaður í Neistanum. Tað var hann, sum tók stigið ar byggja Neistahúsið, sum var tikið í nýtslu í 1964. Hans og eg spældu eisini saman á besta liðnum í fleiri ár.

Sjálvt um mangan var buldrutt inni hjá Ebbu og teimum, søgdu hvørki Niels ella Ebba nakað. Ungdómurin var altíð vælkomin inn á gólvið hjá teimum. Tað var í Sverrisgøtu nummar 13, at eg fyrstu ferð sá nýtímans íshockeyspæl, og serliga minnist eg hørðu dystirnar millum Hans og Birgir. Hvørgin vildi tapa.

Mamma og Ebba vóru saman í bindiklubba í sløk trýss ár. Hinar konurnar vóru Rigmor Christiansen, Mina Wilhelm, Jona Jacobsen og Ella Arge. Menninir vóru eisini við í binduklubbanum, men teir spældu kort. Nú eru øll farin uttan mamma, sum býr á Ellisheiminum. Nógv eru góðu minnini í Sverrisgøtu 13. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply