Hugleiðingar um landskapping, steypakapping og landsdystir

Kyndilmenn spæla ikki landskappingardyst aftur fyrr enn 8. mars 2017. Er tað nú rætt, nei:

Hetta má vera eindømi í altjóðu hondbóltsverðini. Eg siti júst og hyggja at leikskránni hjá bestu mansdeild. Síggi, at kyndilsmenn spældu dyst ímóti KÍF seinasta leygardag 17. desember, men so spæla kyndilsmenn ikki næsta landskappingardyst fyrr enn 8. mars 2017 ímóti VÍF í Havn. Talan er næsta um tríggjar mánaðir uttan ein landskappingardyst. Gamaní skulu Føroyar spæla landsdystir ímóti Grikkalandi og Kypern 13. og 15. januar, men landskappingin í øðrum londum liggur ikki still í næstan tríggjar mánaðir, tí tveir landsdystir skulu spælast. HSF hevur eisini funnið uppá eina merkiliga steypakapping, sum næstan líkist eini landskapping, og sum ikki finst í øðrum londum.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 15 412 330 82 25
2 VÍF 15 465 385 80 21
3 KÍF 15 384 363 21 19
4 Kyndil 16 416 394 22 18
5 Neistin 15 372 389 -17 14
6 StÍF 16 433 448 -15 10
7 Team Klaksvík 16 333 506 -173 1

Sjarman við eini steypakapping tildømis í fótbólti í Onglandi er, at øll lið í ovastu deildum vera koyrd í ein pott, og so fer fram lutakast. Lið í premierdeildini kunnu tildømis møta lið í 4. deild. Soleiðis fara eisini steypakappingar fram í hondbóllti í øðrum londum. Men í Føroyum gera vi okkara egnu steypakapping, har lið í ovastu deildum fyrst fara í bólkar og síðani hálvfinalur og finalur, Kundi hugsað mær at spurt HSF, hvat endamálið er við hesi skipan.

Nú havi eg valt kyndilsmenn sum dømi um illa lagda landskapping. Sum sagt spældi kyndilsmenn ímóti Neistanum 14. desember og tríggjar dagar seinni ímóti KÍF 17. desember. Síðani eingin landskappingardystur í næsta tríggjar mánaðir. Kyndil spælir so 8. mars 2017 ímóti VÍF í Havn og longu fýra dagar seinni 12. mars ímóti KÍF í Havn. Havi spurt meg fyri hjá fleiri venjarum og spælarum, og øll standa spyrjandi um hesa serligu føroysku skipanina.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Kyndil 12 301 246 55 20
2 Neistin 11 295 214 81 18
3 VB 11 287 288 -1 12
4 VÍF 10 245 265 -20 8
5 StÍF 11 204 250 -46 4
6 Stjørnan 11 226 295 -69 4

Eg hugsi, hvussu við hondbóltsáskoðarum, spælarum, venjarum, fjølmiðlunum og ikki minst spenninginum? Fólk gloyma jú alt um spenningin í landskappingini, tá steðgurin er so langur.  Nakrir fáir mansspælarar spæla landsdystir, men hvussu er hjá venjarum at halda spælarar til eldin, tá liðini fyrst spæla tveir landskappingardystir í somu viku, fyri síðani steðg í vikur og hesuferð í næsta tríggjar mánaðir. Hvørki áskoðarin ella fjølmiðlarnir hava serliga áhuga í hasi steypakappingini við undantaki av sjálvum steypafinaludegnum.

Tað listi meg at vita, hvat klókt høvd hevur funnið uppá hesa skipan. Tí sjálvandi skal landskappingin í bestu mansdeild ikki liggja still í so langa tíð. Og meira løgið er, at meðan manskappingin liggur still, skulu kvinnuliðini í bestu deildini spæla landskappingardystir. Eg vildi sagt, at liðini ikki skulu spæla meira enn ein dyst hvørja viku, og vit mugu fyri alt í verðini fáa minku um allar steðgirnar í landskappingini.

Skulu tit síggja báðar støðurnar á telefonini, so má hon vendast vantrætt. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply