Úr myndasavninum – Tvær hondbóltsmyndir frá 1964

jkkj
Spælararnir Hannis Jacobsen og Peter Sigurd Rasmusssen úr Kyndli og Magni Thomassen úr SÍF. 

Í apríl mánað í 1964 var stór hending í Gundadali, tí tá var grúshondbóltsvøllurin asfalteraður. Hondbóltsspælið broyttist frá degi til dags, tí nú kundi tú spæla skjótari hondbóltsspæl og lættari var at dribla bóltin. Arbeiðið var gjørt í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Heilt nógv fólk vóru í Gundadali henda dagin, Spælarin við 6-talinum á troyggjuni er Peter Sigurd Rasmussen, og spælarin til vinstru er Hannis Joensen báðir úr Kyndli. Spælarin til høgru er Magni Thomassen, sum spældi við SÍF úr Sandavági.

jhjh
Spælarar frá vinstur: Turið Debes Hentze, Neistin, Rannvá Hanusardóttir, Neistin, Kristin Djurhuus, Neistin, Nina Weihe, Kyndil og Thurid Debess, Neistin. 

Jógvan Arge hevur í Kringvarpinum prátað við Peter Sigurd, sum spældi hondbólt í fleiri feløgum, tí hann byrjaði fyrst í Neistanum, áðrenn Kyndil var stovnað, og so var hann eisini lærari ií Fuglafirði og í Sandavági. Petur Sigurd stóð eisini í málinum hjá HB og spældi landsdystir bæði í hond- og fótbólti. Hann er føddur 25. november 1933 sonur Peter F: Rasmussen betur kendur sum Peter hjá Stinu. Mamman var Thomasia Hentze av Sandi. Peter Sigurd, sum tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1958, og er giftur Lenu f. Jacobsen úr Fuglafirði.

Niðara myndin er tikin sama dag í 1964 í sambandi við hátíðarhaldið frá dysti millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum. Áhugavert at síggja Kyndilshúsið og Neistahúsið um tað mundið, men leggjast skal aftrat, at Neistin bygdi júst tá nýtt hús við hondbóltsvøllin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply