Milson Zachariassen tók í 1961 stigið at stovna Faroe Boys (4)

Faroe Boys í 1962. Frá høgru Bjarni Skaalum, Tummas Juul Askham, Dánial Petur Djurhuus, Milson Zacahariassen og Tummas Nielsen. (Bambus foto)
Faroe Boys í 1962. Frá høgru Bjarni Skaalum, Tummas Juul Askham, Dánial Petur Djurhuus, Milson Zacahariassen og Tummas Nielsen. (Bambus foto)

Søgan um tónleikabólkin Faroe Boys er áhugaverd, men lítið hava vit hoyrt um upprunan til tónleikabólkin, sum var stovnaður í 1961. Tað var Milson Zachariassen, sum tók stig at stovna bólkin, og hetta var áðrenn Kári Mouritsen, Robert McBirnie og Jógvan Dahl komu í bólkin. Eg havi verið á gátt hjá Milson og spurt hann, hvør byrjanarsøgan er um Faroe Boys, og Milson sigur soleiðis:

Aftur í 60 árini 1988. Milson Zachariassen á palli í Høllini á Hálsi. (Mynd Vagnur)
Aftur í 60 árini í 1988. Milson Zachariassen á palli í Høllini á Hálsi. (Mynd Vagnur)

– Eg hevði siglt úti og ætlaði mær at fara upp á skúla at læra til stýrimann. Fosturpápi mín, Niels Petur Joensen, arbeiddi á Bacalao, og har arbeiddi Tummas Juul Askham eisini. Niels Petur fortaldi Tummas Juul, at eg var komin heim við ymsum ljóðførum, og Tummas Juul gjørdist forvitin og setti seg í samband við meg.

­ – Í eina tíð hevði eg spælt mær við tankan at fáa ein tónleikabólk upp at standa, og tá Tummas Juul sýndi áhuga, fóru vit spakuliga í gongd. Tummas Juul kendi Bjarna Skaalum, sum gekk á Føroya læraraskúla, og í preliminerskúlanum gingu tveir ungir suðuroyingar, sum búðu í KFUM. Hetta vóru Tummas Nielsen, sum spældi klaver, og Dánjal Petur Djurhuus, sum spældi guitar og sang. Tummas Juul kom at sita við trummurnar. Í KFUM búði eisini fuglfirðingurin Atli Hansen, sum var úrmælingur við guitaranum og seinni kom at spæla við Faroe Boys.

uiu
Faroe Boys fyrsta manningin. Frá vinstru Dánial Petur Djurhuus, Tummas Nielsen, Tummas Juul Askham, Bjarni Skaalum og Milson Zachariassen. (Myndaeigari Milson)

– Vit vandu í Losjuni, og amboðini vóru sjálvandi ljóðførini, men eisini tíggju watt forsterkarar, og eg minnist, hvussu styrkjin øktist, tá vit fingu fimtan watt forsterkara av merkinum Framus frá Simma. Vit spældu fyrstu ferð í Klubbanum í 1962, men spældu eisini í Losjuni og onkuntíð í Tórshøll. Á bygd vóru vit eisini og spældu – millum annað á Glyvrum. Tú spyrt, hvønn tónleik vit spældu?

– Fyrst og fremst Shadows og sangir hjá Elvis Presley og Cliff Richard, og so komu jú Beatlarnir og aðrir útlendskir tónleikabólkar. Lítið var sungið fyrstu tíðina, men av og á sang tvøramaðurin Rudolf Niclasen. Ein skifti búðu vit úti á Marknagilsvegnum, og vit vandu eitt skifti í kjallaranum. Minnist, at vit bóru øll ljóðførini og forsterkarar oman í býin, har vit skulu spæla. Hetta hevði man ikki gjørt í dag.

Aftur í 60 árini 1988. Tummas Juul Askham við trummurnar. (Mynd Vagnur)
Aftur í 60 árini í 1988. Tummas Juul Askham við trummurnar. (Mynd Vagnur)

­- Navnið Faroe Boys setti eg á bólkin beinanvegin, sum skjótt var skrivað at stórutrummu. Eg spældi við bólkinum frá 1961 til 1964, og tá eg var liðugur við stýrimansskúlan, fór eg út aftur at sigla. Tá eg var heima, spældi eg onkuntíð við bólkinum, men tá vóru Dánjal Petur Djurhuus og Tummas Nielsen farnir aftur til Suðuroyar, og millum annað kom Atli Hansen at spæla sologuitar í Faroe Boys. Tummas Juul Askam gavst eisini, og við trummurnar kom at sita Trygvi Restorff, og Kári Mouritsen spældi bass. Ùtgerðin var longu tá batnað munandi, sigur Milson.

Undirritaði byrjaði at ganga í dansi í Sjónleikarhúsinum sum fimtan sekstan ára gamal, men tá vóru fleiri av upprunatónleikarunum í Faroe Boys givnir. Bara Bjarni Skaalum var eftir frá fyrstu manningini. Eg minnist slettis ikki fyrstu manningina í Faroe Boys.

Aftur í 60 árini 1988. Tummas Nielsen við ljóðfør. (Mynd Vagnur)
Aftur í 60 árini í 1988. Tummas Nielsen situr við ljóðførið. (Mynd Vagnur)

Meðan Milson og eg sita heima hjá Milson og teimum og práta, rennur mær til hugs, hvussu nógv Milson hevur fingist við tónleik og ymsar upptøkur. Tá kom ikki føroyskt band ella pláta á føroyska marknaðin, uttan Milson hevði tikið upp. Hetta var eisini seinasti spurningur til Milson.

– Tú kanst gott siga, at eg hevði betri útgerð at taka upp konsertir og kórsang enn Ùtvarpið tá hevði. Her í kjallaranum, sum vit nú búgva, bygdi eg mær upptøkurúm ella tað sum fólk rópa studio. Kann nevna, at Faroe Boys spældu nakrar ferðir í Útvarpi Føroya, og vit tóku upp heilt band til Útvarpið at senda. Minnist, at vit fingu 150 krónur at deila frá Útvarpinum.

Aftur í 60 árini 1988. Bjarna Skaalum spældi sum tann einasta øll árini við Faroe Boys. (Mynd Vagnur)
Aftur í 60 árini í 1988. Bjarna Skaalum spældi sum tann einasta øll árini við Faroe Boys. (Mynd Vagnur)

– Her í kjallaranum vóru nógvar upptøkur gjørdar, og eg minnist, at fyrsta plátan, sum var eg tók upp, var pláta við bólkinum Snowflakes, sum var mannaður við Fríðbjørg Winther Hentze og Halltóru Stórá úr Skopun og Randi Thomasen úr Sandavági. Annar sangurin var Tvey hjørtur, tveir skuggar, tvey andlit, sigur Milson at enda.

Um hetta mundið hendir spakuliga ein útskifting í Fareo Boys. Vit síggja frá vinstru Atla Hansen, Milson Zachariassen, Tummas Juul Askham og Robert McBirnie. (Myndaeigari Milson)
Um hetta mundið hendir spakuliga ein útskifting í Faroe Boys. Vit síggja frá vinstru Atla Hansen, Milson Zachariassen, Tummas Juul Askham og Robert McBirnie. (Myndaeigari Milson)

Milson vísti mær eisini maskinuna, har hann kann innspæla øll tólini sjálvur, sum at enda kann setast saman til heilt orkestur, so tað tekniska er nógv broytt, síðan Milson fekk sín fyrsta bandupptakara, sum hevði fleiri spor og tók upp í stereo. Í seinni grein fara eg at siga nøkur um, hvussu eg minnist Faroe Boys serliga í Sjónleikarhúsinum. Tá mannaðu Jógvan Sofus Vágsheyg, Jógvan Dahl, Robert McBirnie, Bjarni Skaalum og Kári Mouritsen Faroe Boys. Vælumtókti tónleikabólkurin gavst at spæla í 1967, men seinni spældu teir nakrar ferðir millum annað í stóra tiltakinum Aftur í 60 árini. (Vagnur)

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply