“Trauma” í Liverpool hópinum – slíkt kann stinga ógvuliga djúpt í rúma tíð

Í vár var rómur og gleði í Liverpool.

Hoyrdi áhugavert prát í lurtinum fyri tveimum vikum síðani. Hetta, hví spælararnir á Liverpool-liðnum ikki fáa spælið at rigga. Teir spældu jú væl seinasta kappingarár og vunnu meistaraheitið, men í rúma tíð hevur gingið minni væl. Øll viðhaldsfólk leita eftir orsøkum, og sjálvandi er venjarin eisini fyri skotum. Glotti sást tó, tá teir sunnudagin vunnu á West Ham.

Nú var eg ikki fótbóltsspælari men hondbóltsspælari og venjari. Mín eygleiðing hevur verið leingi, at tað sæst á kropsmálinum hjá mest sum øllum Liverpool spælarum, at nú er okkurt nógv djypri galið á liðnum. Tað sálarliga – eitt trauma, sum ikki lekist eftir einum degi. Vit síggja tað á kropsmálinum seinastu nógvu dystirnar, tó at Livarpool vann á West Ham sunnudagin. Har sást framgongd. Meira spæligleði og stríðsvilji.

Tá leikarabólkur upplivur stóra hending sum hon, tá Diogo Jota og bróðurin doyðu í ferðsluvanlukku, so stingur hetta djúpt í sálini hjá spælarum. Hetta knappliga at missa viðspælara og vinmann. Nú er annað blivið týdningarmiklari í lívinum enn fótbóltur, sum er eitt spæl. Spælararnir eru jú ikki robottar men menniskju við kenslum.

Løgið at hugsa sær, at Diogo Jota er millum fegnu spælararnar. skjótt kann broytast.

Havi sjálvur upplivað slíkt á mínari lívsleið. Í 1999 var eg flokslærari hjá gentu, sum doyði í ferðsluvanlukku, og starvsfelagi, sum eg var nært knýttur at, doyði av sjúku. Sjálvt um eg hevði nógvar næmingar at taka mær av, so misti eg eftir hesar hendingar hugin at vera lærari. Stríðsandin følnaði at undirvísa – mistu orku.

Og nú eftir heilt nógv ár situr partur av sorgini framvegis í sálini. Eg gavst eisini fyri tíð sum lærari, tí eg føldi, at eg hevði ikki longur nóg nógva orku at geva eftir hesar hendingar. Motorurin gekk mest sum í tomgongd í langa tíð.

Sjálvandi eru eisini aðrir trupulleikar á Liverpool liðnum. Hetta, at so nógvir spælarar eru farnir úr hópinum. Kanska spælarar, sum høvdu so nógv at týða uttanfyri vøllin og ikki minst í skiftingarrúminum. Spennandi at fylgja við, hvussu felagið aftur kemur á røttu kós. Vónandi gerst sigurin á West Ham, at ringa og torføra gongdin vendir. Men vit kunnu vænta, at alt kappingarárið kemur liðið at dragast við kensluligum trupulleikum.

Venjarin var hetja í vár og var mettur at vera frálíka góður taktiskur venjari. Men felagið kann ikki skifta út alt liðið, tí er einasta loysnin, at venjarin kanska má fara, um torføra gongdin heldur fram. Synd fyri venjaran men hetta eru treytirnar hjá venjarum kring knøttin. Úrslit og stigatalvan telja í hesi stóru peningaligu ítróttagrein. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply