
– Haraftrat skulu tey ungu læra grundleggjandi virðini í ítróttinum, tey skulu hava tað gott saman, og so skal stuttleikin eisini hava sítt pláss, sigur Teitur Samuelsen, sum venur genturnar umborð Títlingi barnaróður. Eg hitti seinnapartin sunnudagin Teit í Álakeri.
Barnaróðurin í Føroyum hevur í ár tíggju ár á baki, og barnaróður er ein sólsskinsøga í føroyskum kappróðri. Tað sýnist, at har sum foreldur taka tøk, sum sjálv hava íðkað ítrótt, spyrt mangan gott burturúr. Foreldrini leggja meira orku og tíð í tey ungu, enn ein vanligur venjari ger.
Ikki er av tilvild, at Teitur situr aftur í rongini á Títlingi, tí hann eigur eina dóttur umborð, og hann stýrdi í fleiri ár Blik av Argjum og Argjabátin. Genturnar umborð á Títlingi rógva ótrúliga væl, men tað gera genturnar eisini umborð á Fípuni Føgru úr Klaksvík, Spógvanum úr Runavík og aðrar manningar við. Fípan Fagra hevur vunnið fýra róðrar og Spógvin og Títlingur vunnið hvør sín róður í summar. Nú gleða gentumanningarnar seg til seinasta róðurin á ólavsøku. Hvat heldur Teitur um barnaróðurin?

– Fyrst kann eg siga, at eg stýrdi Blik í fýra ár frá 1986 til og við 1989. Seinni í 1994 og í 1997 stýrdi eg Argjabátinum. Hetta var stuttlig og spennandi tíð, har vit vunnu FM-heitið við Bliki í 1988 og 1989 og FM-heitið við Argjabátinum í 1994 og í 1997. Nú royni eg so at læra ungu genturnar umborð á Títlingi at rógva, og genturnar eru fittar og ógvuliga hugagóðar.
– Genturnar íðka ikki annan ítrótt, og eg leggi stóran dent á, at tær fáa góð upplivilsi í kappróðrinum. Tær skulu taka ítróttina í álvara, møta til tíðina, tað “sosiala” skal rigga, tí ein manning er ongantíð betur enn tað veikasta liðið.
– Vit byrjaðu longu at venja í desember/janauar innandura á maskinum eftir tilrættalagdari venjingarætlan. Genturnar róðu eisini í 2012, men tá stóðu tær seg ikki so væl. Nú eru genturnar eitt ár eldri, eru vorðnar sterkari og er blivnir nógv betri rógvarar. Genturnar vóru ovurfegnar, tá ið tær vunnið á norðoyastevnu. Síðani hava tær verið nummar tvey flestu stevnurnar. Vit hava vant heilt nógv í fyrireikingini til ólavsøku.

– Genturnar eru ótrúliga væl móttiknar í felagnum, og so er frálíkt, at Títlingur bara verður brúktur til barnaróður, tí børn skulu helst ikki venja eftir klokkan seks á kvøldi, tí er gott, báturin altíð er tøkur. Mær dámar væl, at dóttirin er ein av rógvarunum, tí vanliga er soleiðis, at tú bara koyrir børn tíni frá og til ítrótt, men hetta er øðrvísi. Eg eri komin at kenna dóttur mína enn betur í kappróðrinum, og eisini at kenna vinir hennara, sigur Teitur.
Ein aðalfundur samtykti, at nú skuldi barnamanningarnar rógva 1000 metrar, men hetta var tíbetur broytt aftur. Hvørjar royndir hevur Teitur gjørt sær um róðrarteinin?
– Fyrst kann eg siga at enda, at eg havi lagt meg nógv eftir at læra genturnar rættan rógviteknikk, tí læra tær alt rætt nú, so situr róðralagið fyri lívið. Teinurin hjá barnamanningum má ikki vera longri enn 500 metrar. Tí vit skulu minnast til, at stórur munur er á stødd og styrki á einari tólv ára gamlari gentu og eini fjúrtan ára gamlari gentu. Skulu kanska barnamanningar rógva 1000 metrar, so kunnu kanska bara tey elstu børnini rógva teinin. (Vagnur)
