
Matrikulstovan hevur merkt upp ólavsøkumálið, sum er styttsta málið í Føroyum. Einaferð í tíðini var tað soleiðis á ólavsøku, at 5-mannaførini við gentum og dreingjum og 6-mannaførini við kvinnum róðu 1000 metrar. 6-mannaførini við monnum og 8-mannaførini róðu 1500 metrar og 10-mannaførini róðu 2000 metrar. Men longdir molar, brimgarðar, aliringar og aðrar umstøður hava gjørt, at 1500 metrateinarnir og 2000 metrarteinarnir fækkast. Hetta er spell, tí tað er nakað serligt við teimum longu teinunum.
Eisini er tað torført hjá rógvarum at umstilla seg eitt vikuskifti at rógva 1000 metrar og næsta vikuskifti 2000 metrar. Styttsta málið í Føroyum er 1000 metramálið í Havn. Eitt 1000 metramál, sum bara er 901,35 metrar. Ein langur spurtur, verður mangan tikið til.
Áðrenn 1971 var í Havn róð 2000 metrar frá Gulanum og inn í Vágsbotn, men Molin, sum havnarfólk ikki sleppa at “vitja” longur, var nú vorðin so langur, at pláss var ikki fyri bátunum. Gott fyri Havnina, men spell fyri kappróðurin.
So hava vit fingið tað staðfest, at málið í Havn er styttsta málið í Føroyum 901, 35 metrar. Manningarnar skulu nú leggja ætlan fyri teir 900 metrarnar á ólavsøku, hetta eru 100 metrar styttri enn á øðrum stevnum. (Vagnur)
