
Tá ið eg seinnapartin hoyrdi í Krinvapinum útvarpsfólkini siga, at vestanstevnuróðurin var útsettur fyrst ein tíma og seinni ein tíma aftrat, tí starturin vendi øvugt og mátti leggjast út av nýggjum, so hugsaði eg: “Er føroyskur kappróðurin nú bumbaður aftur í miðøldina”. Var tað ikki allarbest at útsett róðurin í dag, tí róðrarlíkindi vóru slett ikki til kappróður í Sørvági. Vit fingu í hvørfall ikki ein rættvísan ítróttarligan kappróður. Tá ið 10-mannaførini og 8-mannaførini, sum skuldu rógva 2000 metrar, nú knappliga máttu rógva 1000 metrar, hví útsetti mann ikki róðurin, so rógvararnir fingu eitt gott róðrarupplivilsi. Mann kundi tað sama gjørt av, at allir bátar róðu 500 metrar eins og barnamanningarnar.
Eg føli vit rógvarunum, sum bíða, bíða og aftur bíða. Eg føli við áskoðarunum, sum bíða, bíða og aftur bíða. Ja, Suni Merkistein og Hannis Joensen visti at enda ikki, hvat teir skuldu tosa um í úvarpsbátinum, tí sum Suni segði, vit bíða, bíða og aftur bíða. Og eg føli so sanniliga eisini við monnunum, sum bardust í nógvar tímar til tess at fáa startin at rigga. Eg sá tíverri ikki róðrarnar, tí eg fekk ikki samband við heimasíðuna hjá Kringvarpi Føroya. Hoyrdi tí bara róðrarnar í útvarpi. Tað gekk annars skjótt og væl at leggja bátarnar, tá ið starturin at enda var komin á pláss.
Vit eiga øll at spyrja okkum sjálvi: Hví skulu vit útseta okkum fyri slíkum hurlivasa, ið møguleiki er at útseta róðurin til betri veður, tí ferðasambandið er gott kring landið. Vit fingu tríggjar nýggjar vinnarar, sum sjálvandi eru glaðir, men tað er ørkymlandi fyri allar partar við afturvendandi trupulleikanum við startinum. Heimasíðan fekk nakrar myndir í vánaliga veðrinum í Sørvági. Ùrslit og støður eru at síggja á heimasíðuni www.drekin.fo (Vagnur)




