
Varmakelduróðurin í 2013 var so langt úti í míni róðrarverð, at eg framvegis eru bæði ørkymlaður og illur inn tey, sum stóðu fyri FM-róðrunum í Fuglafirði. Eg havi tosað við eitt foreldur at einum av manningini á dreingjabáti, og hann sigur soleiðis: – Vit komu til Fuglafjarðar klokkan 15.15, og tá róðu dreingirnir barnaróður. Løtu seinni róðu genturnar barnaróður, og hetta gekk frálíkt. Men so skuldu kvinnur (masters) rógva, og hetta oyðilegði allan róðrardagin. Átaluvert, og viðkomandi heldur fram.

– Tað er undir alt lágmark av Róðrarsambandinum at leggja kvinnuróðurin masters millum barnaróðurin og dreingjaróðurin. Dreingirnir máttu vera í bátinum í hálvannan tíma, tí óroyndar eldri kvinnur ikki dugdu at leggja seg til startin og at halda startareglurnar. Hvat siga áskoðarar á bryggjuni og tey, sum fylgja í sjónvarpi og útvarpi kring landið. Róðrarsambandið og stevnufyrireikararnir “dumpaðu” so dyggiliga hesuferð. Og viðkomandi heldur fram.

– Tað minsta kravið til startdómaran má vera, at tá ið hann hevur varhugan av, at eldru kvinnurnar ikki hava fyrireikað seg nóg væl til róðurin, so skal hann skjótt gevast í fyrst umfari at leggja bátarnar og lata dreingirnar sleppa framat, sum hava hitað upp og eru klárir at rógva. At lata dreingirnar sita kaldar í bátinum á hálvanannn tíma, er undir alt lágmark. Á vestanstevnu í fjør vóru vit vitni til tað sama, tá ið vit mistu 45 minuttir, tí eitt 6-mannafar við kvinnum ikki dugdi at koma til startin. Hvat hugsar Róðrarsambandið? Eg eri málleysur og ørkymlaður um framtíðina hjá kappróðrinum, sigur viðkomandi foreldur við heimasíðuna.

Fuglfirðingar vóru fyrimyndaligir
Tá ið alt er sagt omanfyri, so er stórt herðaklapp til fuglafirðingar, tí teir skrivaðu eisini róðrarsøgu á Varmakelda, sigur rógvari umborð á Gongurólvi. Og rógvarin sigur soleiðis: – Vit vóru so óhepnir leygardagin, at hvirla tók Gongurólv og vognin og slongdi bátin ínn í bilverjuna, so borð brotnaði. Sjálvandi gjørdust við keddir og ørkymlaðir, men blíðskapurin var stórur, tá ið vit komu til Fuglafjarðar. Hjálpin var beinanvegin har, og tá ið vit frættu, at kappróðurin var fluttur til sunnudag, sluppu allir kappróðrarbátarnir undir tak at standa til sunnudagin.

– Eg sá nakað heilt nýtt á varmakeldu sunnudagin, sum eg ikki hava sæð áður. Fuglfirðingar høvdu gjørt langt hálvtak við málið, so áskoðarar kundu standa heitir og turrir, meðan teir bíðaðu eftir róðrunum. Tú kundi keypa tær ein kaffimunn og okkurt afturvið. Her er talan um nýhugsan í føroyskum kappróðri, tá ið talan er um at hjúkkla um áskoðaran. Stórt herðaklapp til fuglfirðingar fyri hesa nýhugsan.
Ørnin úr Sandavági vann á Havfrúnni
Tað er lætt at gita um kappróðurin í 2013, tí mest sum allir róðrarnir eru avgjørdir, áðrenn róð verður. Men kapping er tó í trimum FM-róðrum. Fyrsta er tað dreingjaróðurin, har Drekin vann, men eg havi alla tíðina hildið, at Fípan Fagra úr Klaksvík kom, sum tíðin leið, at gerast nærmasti kappingarneytin hjá Drekanum, og so var í Fuglafirði. Síðani eru tað 6-mannaførini við monnum, sum vóru ótrúliga jøvn í startinum, men tað sýnist, sum tað verður torført hjá hinum bátinum at taka Sølmund. Báturin við útisetum gav Sølmundi kapping, meðan hvørki Gongurólvur ella Jarnbardur fáa tað at rigga, men Herningur mennist í hvørjum.

Og so er tað 5-mannafarið Ørnini við kvinnum úr Sandavági. Rógvari bleiv skaddur umborð á Ørnini, og so var kendi rógvarin Anny Davidsen til at taka. Og umframt, at Anny hon rør fyri tvær, so styrkir hon restina av manningini sálarliga, og hetta sást í Fuglafirði. Ørnin fekk góðan start, men tað fekk Havfrúgvin ikki. Ørnin hevði leiðsluna allan teinin, og tá ið Havfrúgvin fór í bekkin og nærkaðist Ørnini, megnaði tær á Ørnini at halda tørn. Heldur óvæntað, at Ørnin megnaði at halda leiðsluna allan teinin.
Slett eingin kapping er í róðrunum 6-mannafør kvinnur og 5-mannafør gentur, tí Jarnbardur og Erla Kongsdóttir eru bara so nógv betri enn hinir bátarnir. So er tað sagt. Argjabáturin fekk eitt sindur meira kapping frá Miðvingi, og Klaksvíkingur fekk eitt sindur meira kapping frá Suðuroyingi, men bæði Argjabáturin og Klaksvíkingur høvdu tak á støðuni alla róðurin. Bátarnir eita Klaksvíkingur og Suðuroyingur og ikki sum Krinvarpið sigur Klaksvikingurin og Suðuroyingurin.
Áheitan til Róðrarsambandið
Mín inniliga áheitan til Róðrarsambandið er, at RSF má allar fyrst hugsa um tey ungu, ja, og teir rógvarar, sum hava róð allar FM-róðrarnar í summar og hava vant líka síðani árskiftið, áðrenn man hugsar um tey eldru. Sjálvandi skulu tey eldru rógva, men aðrir rógvarar mugu ikki merkja sviðan av hesum, sum teir merktu so sanniliga í Fuglafirði. Hetta hendi eisini í Vestmanna í fjør, og nú hendi tað aftur í ár. Í míni verð er tað heilt burturvið og láturligt at tosa um at skrotta 1500 metrarteinin til tess at spara tíð, tá ið man letur fýra kvinnubátar masters fara av við næstan hálvum øðrum tíma.

At enda herðaklapp til Suna Merkistein og Ludvík við Stein og onnur hjálparfólk hjá Kringvarpinum, at tey øll tíma at siga fra kappróðri frá klokkan trý seinnapart og til klokkan hálvgum átta á kvøldi. Í “protest” um vánaligt avrik á varmakeldu skuldi Kringvarp Føroya givist at sagt frá kappróðrinum klokkan 18, tá ið tíðindini komu. Í Sortudíki hava tey altíð verið góð við kappróðurin, og tað vóru tey eisini á varmakeldu. Tað skulu tey hava tøkkina fyri.
Allar umberingar frá Róðrarsambandinum í Kringvarpinum rína ikki við meg, tí tað kann bara staðfestan, at tað gekk væl at avgreiða róðrarnar í Klaksvík, á Skála, á Tvøroyri og eitt sindur minni væl í Hvalvík, men tað gekk av skríðuni at avgreiða FM-róðrarnar á varmakeldu. Umberingar frá RSF í Kringvarpinum um FM-róðrarnar á varmakeldu kunnu ikki brúkast til nakað sum helst. Tá ið eg skrivi í yvirskriftini Vánaligasta avrikið í søgu sambandsins, tá skulu vit eisini minnast til, at í nógvum í róðrum í 2013 eru fáir bátar. Fyri kanska fimtan, tjúgum árum síðani róðu einir 25 fleiri bátar, og gentubátarnir vóru onkuntíð fimtan bátar.
Vit síggjast aftur í Sørvági leygardagin, og tá er at vóna, at Róðrarsambandið hevur lært av mistøkunum í Fuglafirði. Varmakelduróðurin fer í róðrarsøguna sum søguligur róður í allar mátar. (Vagnur)
