Summir persónar eru bara so forbannað “primitivir”

Nógv ferðafólk hava tikið mynd av júst hesi standmyndini í ánni. (Mynd Vagnur)
Nógv ferðafólk hava tikið mynd av júst hesi standmyndini í Havnará. (Mynd Vagnur)

Hósdagin í vikuni hoyrdu vit í útvaprinum, at borgarstjórin í Havn boðaði frá, at vakmyndatól verða sett upp í býnum, tí nakrir “primitivir” persónar ikki kunnu halda fingrarnar frá nógvu standmyndunum, sum settar eru upp í Havn. Eg búgvi sjálvur við Plantajuna, og har havi eg sæð koppaðar standmyndir. Tað eru í veruleikanum bara nakrir heilt fáir “primitivir” persónar, sum gera slíkt, tí allar flestu ungdómar skikka sær væl í býarlívinum. Hetta eru ikki barnalótir, men beinleiðis herverk. Eitt stórt afturstig fyri Havnina, at vakmyndatól verða sett upp, tí tá eru vit farin at líkjast øðrum býum uttanlands. Spákaði mær seinnapartin oman í Havnina, har eg serliga fór at frætta, hvussu gekst við barnafestivalinum.

Ófatuligt, at hundaeigarin leturin hundin skíta á vegin uttan at taka lortin við sær. (Mynd Vagnur)
Ófatuligt, at hundaeigarin letur hundin skíta á vegin uttan at taka lortin við sær. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg kom oman ímóti Auto, sá eg á gongugøtuni stórar og tjúkkar hundalortar. Álvaratos, kunnu fólkini, sum eiga hundarnar, ikki útvega sær posar, sum eru gjørdir til endamálið?  Uttanlands verður sligið hart niður á slíkt, og bótin er stór, men sjálvandi kann løgreglan ikki fylgja hvørjum hundi í Havnini. Hetta snýr seg alt um hugburðin hjá hundaeigarum.

Spennadi at fylgja villdunnuni við teimum fýra ungunum. (Mynd Vagnur)
Spennandi at fylgja villdunnuni við teimum fýra ungunum. (Mynd Vagnur)

Komin oman í Steinatún var lív í Grasagarði, tí har vóru nógv fólk bæði børn og foreldur. Eg hevði eitt sindur av áhuga í barnafestivalinum, tí svigardótturin er leiðari í Margarinfabrikkini, sum er fyrireikari av barnafestivalinum. Eg komi av og á í Margarinfabrikkina eftir abbabørnum ella við abbabørnum. Tú merkir altíð góða lagið í Margarinfabrikkini, starvsfólkini eru altíð fyrikomandi, og tú merkir, at har er lív, og tey ungu trívast. Eg hugdi at veðurtíðindunum í morgun, og hann lovaði júst gott veður til barnafestivalin, tí tíðliga í morgun var ódnarveður og regn í Havn, men júst tá barnafestivalurin byrjaði klárnaði, og hann sleit í. Og veðrið var gott allan seinnapartin.

Nógv fólk og góður lag í Grasagarði. Tey á Margarinfrabrikkini eru ófør. (Mynd Vagnur)
Nógv fólk og gott lag í Grasagarði. Tey í Margarinfrabrikkini eru ófør. (Mynd Vagnur)

Leiðin gekk so niðan í Plantasjuna at frætta, hvussu gongst við villdunnuni við teimum fýra ungunum. Teir vóru níggju ungar, men nú er bara fýra eftir, og teir eru vorðnir so mikið stórir, at teir klára skerini. Bøgan er ófør, tí aðrar dunnur megna ikki at fáa ungarnar undan. Ein dunnu hevði tíggju ungar og misti allar. Eg haldi heilt vist, at villdunnan við teimum fýra ungunum megnaði at fáa seks ungar undan í fjør. Tá ið kappróðurin er fluttur til sunnudag, so kann man altíð skriva um okkurt annað, tí tilfarið er nógmikið, tað er bara at fáa tað skrivað. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply