
Ein av næstu døgunum fer grein nummar 500 á heimasiðuna. Eg byrjaði at skriva á heimasíðuna í apríl mánað í fjør, so tað er vorðið til meira enn eina grein um dagin.
Tá ið talan er um ítrótt, havi eg fyrst og fremst lagt meg eftir hondbólti og kappróðri. Gamalt tilfar hevur min áhuga, og onkuntíð klári eg ikki at halda mær um politisk mál, og tí havi eg ein teig, sum eitur meiningarhornið.
Eg eri ovfarin av undirtøkuni, tí ikki hevði eg væntað so nógvar vitjanir. Metið á heimasíðuni er samrøðan við Marjuna Danberg, sum varð lisin av 3833 fólkum frá á døgurða og til midnátt ein dag.
Greinin niðanfyri, sum eg skrivaði eftir konsert í Vágsbotni fyri ári síðani, er millum fimm tær mest lisnu greinarnar. Hugurin er framvegis góður at skriva, men nú fáa vit at síggja. Søgan um skógvin uttan fyri Havnar Kirkju fyri ári síðani fekk nógva umtalu. Um gentan nakrantíð fekk skógvin aftur, sigur søgan einki um.
Genta mist høghælaðan skógv uttan fyri Havnar Kirkju (e)
Ein meira skemtilig søga. Leygarkvøldið 30. juni vóru 4000 fólk í Vágsbotni og lurtaðu eftir millum annað donsku songkvinnuni Medinu. Dagin eftir var guðstænasta í Havnar Kirkju, og tá ið fólk komu út í tún norðan fyri kirkjuna, sóu tey vakran einsamallan høghælaðan skógv liggja á gøtuni. Fólk smíltust, og tankarnir sveimaðu.
Uni Næs prestur segði eftir prædikuna, at kirkjuráðið arbeiddi til tess at bøta um túnið um kirkjuna. Ein roynd var gjørt norðanfyri við serligum flísum, og hann bað fólk hyggja at royndini og siga sína hugsan. Men tað var ikki túnið, sum fekk mest umrøðu við tað sama, men vakri høghælaði skógvurin, sum lá á gøtuni norðanfyri. Fólkini vistu, at nógv fólk vóru í býnum leygarkvøldið, hetta sást eisini í Vágsbotni, tí alt økið var ikki ruddað klokkan ellivu sunnumorgunin. Plastgløs lógu slødd nógvastaðni.
“Stakkals gentan hevur mist henda vakra skógvin”, tók onkur til. Onnur hugsaði óivað okkurt, sum verri var. Kanska var gentan runnin undan dreingi og mist annan skógvin í ferðini, ella hevði hon tikið ov nógv til sín av váta slagnum.
“Tvætl”, segði eg konu,” gentan hevur óivað havt eyka skógvar oman í býin, tí slíkir høghælaðir skógvar eru ikki egnaðir til langar gonguteinar. Hon hevur óivað mist annan skógvan úr taskuni, tá ið hon skundaði sær at lurta eftir Medinu”, segði eg skemtandi. Onkur helt, tað er ógjørligt at ganga bara í einum høghælaðum skógvi í býnum. Fólk gittu.
Fólk smíltust, tá ið tey sóu, hvussu vakur skógvurin var, og hvussu smáar føtur viðkomandi gentan hevur. Vit vóru samd um at seta skógvin á ein kassa við kirkjuna norðanfyri, kanska fór gentan at leita eftir skógvinum.
Veit nakar um gentu, sum mist hevur vakran høghælaðan skógv leygarkvøldið 30. juni, so rokni eg við, at skógvurin framvegis stendur á kassanum norðan fyri kirkjuna. Eg segði vinkonu, tá ið vit fóru úr garðinum, at sum ungir vóru vit mangan í ørviti í náttarlívinum í Havn, men ongantíð komu vit heim bara í einum skógvi. (Vagnur)
