Eg gleði meg at venja VB-kvinnur, sigur Gurið Mortensen

Gurið Mortensen uttast til vinstru er nýggj VB-venjar og Barbar Brauer í bláum er farin av landinum. (Mynd Álvur)
Gurið Mortensen uttast til vinstru er nýggjur VB-venjari, og Barbar Brauer í bláum er farin av landinum.

Summi fólk eru fødd við leiðaraevnum, og eg taki ikki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at 31 ára gamal Gurið Mortensen hevur leiðaraevnir og er væl egnað at venja VB-kvinnur. Hon brennur fyri hondbólti, og hon brennur fyri VB. Gurið hevur verið undir skurði fyri slitið krossband, og tí spælir hon ikki við VB í hvørfall fyri ársskiftið. Eg havi hitt Gurið og spurt hana, um hon hevur nógmikið av spælarum til hampuligt lið, tí Gurið spælir ikki sjálv, og báðar tær útlendsku Tamara Radic og Marijana Trbojevic spæla ikki við VB næsta kappingarár. Og Gurið sigur soleiðis.

– Tú sigur, at eg havi leiðaraevni, tað haldi eg meg hava, og havi eg altíð slóðað fyri frá ungum árum. Eg gleði meg at venja VB-kvinnur, og vit arbeiða miðvíst at fáa tvær útlendskar kvinnur at styrkja VB-liðið. Málið er ikki endaliga avgreitt, men gongd er í málinum. Fáa vit báðar útlendsku spælararnar, so fáa vit gott lið, tí allar flestu av okkara egnu spælarum halda fram, og ein spælari kemur aftur eftir barsil, sigur Gurið í stuttum við heimasíðuna.

Eingin ivi eru um, at Gurið er rætti VB-venjarin júst nú, tí nógvir frálíkir ungir spælarar eru á VB-liðnum. Eg sá VB liðið fyrst í kappingini seinasta kappingarár, og eg helt, at VB-liðið var ikki í nóg góðari venjing. Nakrir spælarar sýntist tá tungir í spælinum. Annars er tað bara Stjørnan, sum ikki enn hevur sett venjara í bestu kvinnudeildini. Sophus Dal Christiansen og Andreas F. Hansen venja kyndilskvinnur, Kári Horn venur neistakvinnur, Palli Joensen venur StÍF-kvinnur, Jan Ottosen venur VÍF-kvinnur, og Gurið Mortensen venur VB-kvinnur.

Eg rokni við, at komandi kvinnukapping í bestu deildini gerst nógv javnari, nú Barbara Brauer er farin úr Føroyum. Barbara var nógv tann besti og skotsterkasti spælarin í deildini, og uttan Barbaru viknar neistaliðið nógv, um Neistin ikki megnar at útvega góðan vinstrahentan spælari ístaðin fyri Barbaru á høgra bakki.

Tvær týdingingarmiklar kyndilskvinnur eru við barn, og spælarar fara av landinum í lestrarørindum, og tí vinkar kyndilsliðið. VÍF-kvinnur hevur somu styrkju, tí Adina Petra spælir ikki, men Durita Christophersen er komin á VÍF-liðið, StÍF-liðið missir spælarar millum annað Danielsen systrarnar, og so er tað Stjørnan, sum vit ikki vitan nakað um enn. Fær VB tveir útlendskar spælarar, so skulu vit rokna við VB heilt frammi í oddinum. Spennandi at síggja, hvussu kvinnuliðini í bestu deildini eru mannað, tá ið kappingin byrjar í heyst. At kvinnukappingin komandi gerst javnari er einki at ivast í. (Vagnur)

 

 

.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply