Kappróðurin á Tvøroyri var væl úr hondum greiddur

Sølmundur við monnum var á odda mestsum allan teinin,
Sølmundur við monnum var á odda mestsum allan teinin. Skínur sólin er verri at taka myndir.

Tað tók sína tíð at finna taskuna við myndatólinum, tí Smyril var ikki á Havnini fyrr klokkan ellivu leygarkvøldið, og ikki fyrr enn á middegi í dag eftir at hava vakt rógvarar ymsastaðni, fann eg myndatólið í einum bili. Rógvarar hava sovið leingi í morgun, tí vóru fartelefonir slóknar. Tað er sum spæla tombola at hyggja, hvussu myndaúrtøkan var á Tvøroyri, og ikki havi eg ánilsi av, hvør tók myndirnar. Eg eri altíð væl nøgdur, eisini hesuferð, sjálvt um tey ikki fingu mynd av 5-mannaførum við dreingjum og gentum. Drekin og Erla Kongsdóttir hava verið á heimasíðuni, og tey vera ikki gloymd. Eg gitti hósdagin, at vit fingu ein nýggjan vinnara í teimum sjey FM-róðrunum, og so var.

Eg roknaði heilt vist við, at nýggi vinnarin var at finna í 6-mannaførum við monnum, og at tað bleiv antin Sølmundur ella Gongurólvur. Hetta sigi eftir at hava sæð myndirnar av Skála. Rógvarar hyggja væl eftir góðu myndunum frá Kringvarpinum og leggja so nýggjan taktikk á næstu stevnu. Eisini hava fleiri bátar ferðmátari í bátunum. Seks tær somu bátarnir vunnu á Tvøroyri, og vit fingu ein nýggjan vinnara, og tað var Sølmundur 6-mannafarið við monnum.

Teistin var um at taka Havfrúnna á Tvøroyri.
Teistin var um at taka Havfrúnna á Tvøroyri.

5-mannafør dreingir. Kl. 15.06. Eg gitti fyri róðrinum á Tvøroyi, at Jallurin fór at gerast størsti kappingarneytin hjá Drekanum á Tvøroyri., men Jallurin fekk ikki nóg góðan start at kunna fylgja Drekanum, sum fekk góðan start saman við Fípuni Føgru við Jallinum og Royndini Fríðu skut aftanfyri.

Nakrar hundrað metur longri inni kom kappingin at standa millum Drekan og Royndina Fríðu, har Royndin Fríða hevði munin eitt lítið bil. 300 metrar frá málinum róðu Drekin og Royndin Fríða stavn eina løtu, men drekadreingirnir róðu frá Royndini Fríðu seinast í róðrinum, og tað varð hálv bátslongd á muni millum bátarnar, tá ið er fóru um mállinjuna, og tá vóru teir leysir av hinum bátunum.

Slett eingin kapping er hjá 6-mannaførum við kvinnum.
Slett eingin kapping er hjá 6-mannaførum við kvinnum. Jarnbardur langt fremstur.

6-mannafør kvinnur: Kl 15.15 Bara tríggir bátar róðu á Tvøroyri við Jarnbardi í flokki fyri seg. Eingin spenningur var hvørki um fyrsta plássið, annað plássið og triðja plássið, og soleiðis verður eisini seinastu tríggjar stevnurnar.

5-mannafør kvinnur: Kl 15. 33 Spenningur var í startinum, har allilr fimm bátarnir vóru ógvuliga javnir, men Teistin dragnar eitt sindur frá hinum. Nakrar hundrað metrar inni rógva Tjaldrið, Falkur, Ørnin og Havfrúgvin stavn um stavn eina løtu, men so fær Havfrúgvin stavnin undan, meðanTeistin framvegis dragnar. Men so hendi tað sama við Teistanum, sum á fleiri av hinum stevnunum. Ikki gongur væl fyrru hálvu av róðrinum hjá bátinum, men so kemur Teistin sum eitt ódnarvegur. Og frá at vera aftasti bátur rør Teistin so mikið væl, at hann tekur seg eitt bil fram um Havfrúnna, men Havfrúgvin er lítla hálva bátslongd framman fyri Teistan á mállinjuni. Tað sýnist sum Ørnin er ment, meðan Falkur er viknaður. Og kann Ørnin halda somu framgongdina, so er eitt annað pláss heilt vist í eygsjón. Tjaldrið er væl við fyrst í róðrinum, men klárar ikki kappingina allan teinin.

Teistin var eitt bil framman fyri Havfrúnna, so spennandi verður á næstu stevnu.
Teistin var eitt bil framman fyri Havfrúnna, so spennandi verður á næstu stevnu.

6-mannafør menn Kl. 15.55 Tað var her, eg gitti, at vit fingu nýggjan vinnara. Eg vildi ikki nevna navnið, tó væntaði eg, at Sølmundur ella Gongurólvur fóru at taka Jallin. At so Sølmundur fyrst í róðrinum legði seg trygd á odda, og at Jallurin fekk ringan start, hevði eg ikki væntað. Heldur var tað hin blái báturin Herningur, sum róðu heilt væl fyrra teinin av róðrinum og saman við Gongruólvi og Jallinum eltu Sølmund.

Argjabáturin helt fram, har hann slepti á Skála. Argjabáturin vann tryggan sigur.
Argjabáturin helt fram, har hann slepti á Skála. Argjabáturin vann tryggan sigur. Sólin skein, og tá er altíð torført at taka myndir.

Inni á 350 metrum var Sølmundur stóran skutin undan Herningi, Gongurólvi og Jallinum. Tað sást tíðuliga, at Sølmundur hevði gjørt heimaarbeiðið til fullnar, tí Sølmundur róði frálíkt og vann róðurin við Gongurólvi á øðrum plássinum. Strálan og Tvørabáturin lógu heilt har frammi fyrstu 200 metrarnar, men orkan ikk allan teinin og koma tí ikki fram í oddin.

Klaksvíkingur var stinnur á Tvøroyri og vann tryggan róðður.
Klaksvíkingur var stinnur á Tvøroyri og vann tryggan róðður.

5-mannafør gentur: Kl. 16.15. Erla Kongsdóttir fekk kapping í startinum frá serliga Ørnini, Sílinum og Spógvanum. Men løtu seinni dró Erla Kongsdóttir frá og bara økti um leiðsluna. Nýggj kapping var um annað plássið, tí Ørnin róði væl, og at tað hilnaðist væl hjá Jallinum við títtum tøkum. Blikur sá ikki út at endurvinna annað plássið frá í Hvalvík, og inni 250 metrum dragnar Sílið, og tað sama ger Blikur, meðan Jallurin tekur seg fram. Og seinast í róðrinum tekur Jallurin Ørnina, og Sílið fer heilt aftur á fimta plássið. Tær ungu fyrstaársgenturnar umborð á Jallinum eru óførar.

Nógv er broytt á bryggjuni, síðani kappróðrarbátar seinast vóru á Tvøroyri.
Nógv er broytt á bryggjuni, síðani kappróðrarbátar seinast vóru á Tvøroyri.

8-mannafør: Kl 16.34 Eins og í Hvalvík var eingin kapping í hesum róðri, tí Argjabáturin er nógv stinnari enn Miðvingur. Hetta sást beinanvegin, og munurin bara øktist seinast í róðrinum. 10-mannaførini kl. 16.46. Klaksvíkingur og Suðuroyingur løgdu hart út, men tað sýntist ikki, at Havnarbáturin megnaði fylgdi við frá byrjan, sum báturin gjørdi á hinum stevnunum. Teir eru so mikið royndir rógvarar umborð á Klaksvíkingi, at sjálvt um Suðuroyingur fór fyrr upp í bekkin og dró inn á Klaksvíking, so svaraðu klaksvíkingar skjótt aftur, og sigurin var tí ongantíð í vandi. Byrjanin hjá Havnarbátinum oyðilegði teimum róðurin, tí teir mistu  alt ov nógv frá byrjan, og tí er ógvuliga torført at koma aftur, sjálvt um Havnarbáturin róði væl seinastu 500 metrarnar. (Vagnur)

Góð mynd av trimum 10-mannaførum. Longst burturi Suðuroyingur, Klaksvíkingur og Havnarbáturin.
Góð mynd av trimum 10-mannaførum. Longst burturi Suðuroyingur, Klaksvíkingur og Havnarbáturin.
Drekin vann 5-mannafarsróðurin við dreingjum.
Drekin vann 5-mannafarsróðurin við dreingjum. St.f.v. Eli Nielsen, Terji Mohr, Virgar Johansen og Tróndur Petersen. Húkandi f.v: Terji Mohr, Anja Jansdóttir Thomsen og Jóan Køtlum.
Fípan Fagra úr Klaksvík vann barnaróðurin við gentum.
Fípan Fagra úr Klaksvík vann barnaróðurin við gentum.

5-mannfør dreingir

1 Drekin 05:06.16
2 Royndin Fríða 05:08.18
3 Jallurin 05:11.05
4 Blikur 05:14.06
5 Fípan Fagra 05:17.01
6 Ternan 05:20.14
7 Sílið 05:38.21

Støðan
1 Drekin 27
2 Royndin Fríða 23
3 Jallurin 20
4 Fípan Fagra 17
5 Blikur 13
6 Ternan 8
7 Sílið 3
8 Frúgvin

6-mannafør kvinnur

1 Jarnbardur 05:21.11
2 Rádni 05:29.05
3 Lómur 05:38.09

Støðan
1 Jarnbardur 28
2 Rádni 23
3 Lómur 18
4 Herningur 11
5 Sølmundur 7

5-mannafør kvinnur

1 Havfrúgvin 05:33.11
2 Teistin 05:34.12
3 Ørnin 05:36.23
4 Falkur 05:38.16
5 Tjaldrið 05:40.13

Støðan
1 Havfrúgvin 28
2 Teistin 22
3 Falkur 19
4 Ørnin 18
5 Tjaldrið 13
6 Drekin 2
7 Hvassi

6-mannafør menn

1 Sølmundur 05:02.08
2 Gongurólvur 05:03.18
3 Jarnbardur 05:04.00
4 Herningur 05:04.05
5 Strálan 05:06.01
6 Riddarin 05:08.00
7 Rádni 05:08.02
8 Lómur 05:08.17
9 Tvørabáturin 05:09.09

Støðan
1 Sølmundur 25
2 Jarnbardur 24
3 Gongurólvur 23
4 Herningur 15
5 Strálan 12
6 Riddarin 7
7 Tvørabáturin 5
8 Rádni 1
9 Lómur

5-mannafør gentur

1 Erla Kongsdóttir 05:22.24
2 Jallurin 05:36.23
3 Ørnin 05:38.14
4 Blikur 05:39.11
5 Sílið 05:41.05
6 Firvaldur 05:49.18
7 Spógvin 05:59.20

Støðan
1 Erla Kongsdóttir 28
2 Blikur 19
3 Sílið 18
4 Ørnin 17
5 Jallurin 15
6 Spógvin 7
7 Firvaldur 4
8 Tjaldrið 2
9 Tambar

8-mannafør

1 Argjabáturin 07:08.08
2 Miðvingur 07:14.10

Støðan
1 Argjabáturin 27
2 Miðvingur 25
3 Gullbrandur 10

10-mannafør

1 Klaksvíkingur 06:53.20
2 Suðuroyingur 06:55.19
3 Havnarbáturin 07:00.19

Støðan
1 Klaksvíkingur 27
2 Suðuroyingur 25
3 Havnarbáturin 20

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply