
Øll árini tey seinastu árini eg havi skrivað um kappróður, havi eg havt stóran áhuga í, at rógvarar halda kunngerðina um trygd á sjónum. Rørt tú ikki í vesti og verður tikin av fólki frá Fiskiveiðueftirlitinum, fært 1000 krónur í bót, sum rógvarin sjálvur skal gjalda. Mánadagin var eg í fjørðinum við bátinum, og tá kundi eg bara staðfesta, at nú eru tað bara nakrir fáir rógvarar, sum ikki rógva í vesti. Eg haldi, at tað er so ótrúliga týdningarmikið, at eldru rógvararnir slóða fyri, so tey ungu síggja, at soleiðis fyriheldur tú tær á sjónum. Í Argja Róðrarfelag rógva øll í vesti, men tað haldar hjá summum rógvarum í Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagnum Knørri. Hugburðurin er broyttur til tað betra, og vit skulu minnast til, at tey sum rógva barnaróður eru tólv, trettan og fjúrtan ára gomul, og hvør hevur ábyrgdina, um onkurt álvarsligt hendir. Tað eru feløgini og harvið leiðslurnar í feløgunum. Onkur heldur kanska, at hetta at heingja út fólk á heimasíðuni, men tú kanst bara fara oman “Ískaini”, so sært tú myndina. Hon er almenn, og í míni verð er hetta fyribygjandi skriving. Summir eldri rógvarar plaga at fara úr vestinum, tá ið málið verður rógvið undir venjing. Er tað rætt? Nei. (Vagnur)



