Nøkur orð um Mariu Mikkelsen abbasystur mína

Maria Mikkelsen búði í Danmark í fimti ár.
Maria Mikkelsen búði í Danmark í fimti ár.

Eg havi mangan hoyrt, at abbasystir mín Maria Mikkelsen var serlig kvinna, og sum eg bara ørminnist, tí hon andaðist í 1956. Serlig, tí hon var bersøgin í talu, roykti stóra sigar, og var vakt av tjóðskaparandanum á ungum árum.

Maria var bæði yrkjari og týðari, men kend gjørdist hon sum kvinna í Keypmannahavnartíð síni, tá hon lívgaði um alt, sum føroyskt var.

Eg havi funnið fram nakað av tilfari, sum er skrivað um Mariu Rebekku Mikkelsen fødd í Havn 1877 og andaðist í februar mánað 1956. Sagt verður um Mariu, at hon var vinsæl, blíð, hjálpsom og góð at hitta.

Maria Rebekka Mikkelsen 1877 – 1956

Maria í Dalólastovu, sum er fødd í Havn, var vanliga nevnd soleiðis, og hennara vinfólk og kunningar kendu hana best undir hesum navninum. Barnaárini og skúlaárini livdi hon mitt í teirri gomlu Havnini, sum hon elskaði, og á ellisárunum búsettist hon aftur í Dalólastovu. Havnarfólk var hon alt sítt lív so hjartaliga.

Maria gjørdist hugtikin av Føroyingafelag og tí rørsluni, sum spratt av hesum felagsskapi. Meðan hon gekk í skúla, las hon t.d. Sálomos hásong á móðurmálinum, og tað setti djúp spor í hennara sál og sinn.

Dalólastova úti á Reyni. Hon er júst umvæld, fingið nýggjan klædning og vindeygu. (Mynd Vagnur)
Dalólastova úti á Reyni. Hon er júst umvæld, fingið nýggjan klædning og vindeygu. (Mynd Vagnur)

Hon tók lut í øllum tí mentunarstarvi, ið stóðst av hesi ungu og nýggju tjóðskaparrørslu, og var við at stuðla allari menning á føroyskari grund. Maria var ung, tá hon fór til Keypmannahavnar 21 ára gomul, og hennara arbeiði kom at vera ímillum bøkur og skjøl. Fyrst var hon í bókahandli í Hørsts í Breiðugøtu, seinni var hon á Landsarkivinum, hvar hon sat sum rigistrator. Hon kom heimaftur til Føroya í 1947 sjeyti ára gomul og búði tað mesta av hesum árunum í sínum gamla heimi Dalólavstova. Hon andaðist í februar mánað 1956.

Maria Mikkelsen var hjálpsom og vinarliga kona.
Maria Mikkelsen var hjálpsom og vinarliga kona.

Maria hevði alla sína tíð alsk fyri bókmentum. Og bókasavn hennara er eftir vilja hennara handað Landsbókasavinum sum serstakt savn og er mett til umleið 2500 bind. Hetta savn er í seg sjálvt virðismikið, tí her er mangt viðvíkjandi Føroyum og føroysk viðurskifti, ið tú annars ikki kanst fáa hendur á. Serliga virðismikil partur av savninum er tann, sum viðvíkur Jákup doktara Jakobsen, bøkur og bókaverk doktarans og tað, sum kann vera skrivað um hann og hansara verk. Hetta er minnisvarði, ið Maria hevur sett sær sjálv

Vakt av tjóðskaparandanum royndi hon seg á ungum árum sum yrkjari og eisini sum týðari, men kend gjørdist hon sum kvinnan, ið Keypmannahavnartíð síni lívgaði alt, sum føroyskt var. Hon gjørdist skjótt álitiskvinna í Føroyingafelag, gav altíð eina hond, tá rættlestur skuldi lesast av útgávu av føroyskari bók, og mangan var hon millumliðið millum útgevara og prentsmiðju.

Serliga nógv hjálpti hon teimum báðum A.C.Evensen og Jákupi Dahl í útgávustarvi teirra, men ikki møddist hon at styðja og stuðla eisini upp gjøgnum 1920, 1930 og 1940- árini. Ei undur í , at hon, sum tíðin leið, gróði saman við felagslívið i føroyskari niðursetubygdini á flatlondum. Sjálv skrivaði hon frálíkar mannlýsingar – so eyðkendar í skrivingarsniði – um m.a. R. C. Effersøe, Jóannes Patursson, A.C. Evensen og J.H.O Djurhuus..

Tey hava varðveitt navnið Dalólastova á nýumvælda húsinum. (Mynd Vagnur)
Tey hava varðveitt navnið Dalólastova á nýumvælda húsinum. (Mynd Vagnur)

Stundum hevur Maria Mikkelsen tikið til pennin, og ímillum annað, hon hevur skrivað, kunnu her verða nevndar týðingarnar: Søgan um eina mammu eftir H.C. Andersen. Mattiasar Skansi og Merki Finlands, tvær finskar søgur, Ferðin til Kevlaar eftir Heinrich Heine og hevur týdd sangir úr hansara bók Die Harzeise. Av orgilnalum hevur hon skrivað t.d. Skaldsøgubrotið Fyri fyrst í Útiseta 1945, og munnu øll tey, ið hava lisið hetta skaldsøgubrotið væntað at fáa meira – bíða eftir at fáa alla søguna. Men søgan varð ongantíð gjørd liðug.

Skrivistílurin hjá Mariu var óvanligur, tí hon nýtti nógvar samtalur og nógv prát, og inn í millum sagt í 1. persóni. Og burtur úr teimum setningum, ið sagdir vera, kanst tú so hugsa tær bæði eitt og annað. Tú kennir tað, sum um tað er ein kinesisk eskja, tú ert farin í holt við. Tá tú fyrst hevur funnið eina, so er ein eftir, og so ein aftrat o.s.fr. Maria dugdi væl at málbera seg og skrivaði nátttúrliga.

Hetta eru nærmastu grannarnir hjá Dalólastovu. Hugnaligt umhvørvið. (Mynd Vagnur)
Hetta eru nærmastu grannarnir hjá Dalólastovu. Hugnaligt umhvørvi. (Mynd Vagnur)

Sjeyti ára gomul í 1947 flutti Maria heim aftur í barnaheimið úti á Reyni, og har búði hon, til hon andaðist í 1956. Minnist, at pápi mín og pápabeiggjarnir tosaði mangan um, hví Maria hevði kk í Mikkelsen, meðan restina av familjuni høvdu ch í Michelsen. Tey nevndu ymsu donsku prestarnar, sum skrivaðu ymist í kirkjubøkurnar. Áhugavert at farið at hugt í kirkjubøkurnar.

Maria var ikki gift og átti eingi børn. Oskar í Smæruni, sáli, segði mær, at Maria Mikkelsen, sum var ógvuliga bersøgin, plagdi at koma niðan til tey í Smæruni. Og har sótu pápi Oskar Hans Jakku í Smæruni og Maria, sum vóru syskinabørn, og royktu stórar sigarir og prátaðu. Maria Mikkelsen og tey vóru fýra systkin. Abbi mín Hans Jacob Michelsen, Jóhannes Michelsen og Palli Michelsen, sum var elverkstjóri í elverkinum á Rundingi. Keldur: Bókmentagreinir 4 frá 1982, Bókmentasøgan 2 eftir Árna Dahl og Bylgjurnar leika í trá eftir Maluni Simonsen. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply