
Eg gjørdist skakkur, tá ið hoyrdist, at 39 ára gamli Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, sum rør við Klaksvíkingi, var lagdur inn á Landssjúkrahúsið við blóðtøppi. Men fegin var eg týsmorgunin, tá ið eg sá Svein Rógva og konuna Anniku spáka í Álakeri, tí Svein Rógvi tyktist ikki sjúkur, men hann var framvegis innlagdur á Landssjúkrahúsinum til kanningar og viðgerðar. Tað hoyrdist, at Svein Rógvi lá lammaður í songini, sum ikki er veruleikin, og til tess at fólk ikki skulu gita meira um rógvaran, skrivi eg hesa grein. Svein Rógvi sigur soleiðis um hendingina.
– Eg havi ongantíð verið sjúkur, men eftir varmakelduróðurin í Fuglafirði, varð eg illa til passar, og eg merkti, at hjartað ikki slóð rætt, tað mest sum leyp um. Eg fór beinanvegin til lækna, men tá var alt í lagi aftur. Mín niðurstøða um orsøkina var, at eg hevði ovtikið meg á varmakeldu, tí báturin varð ótrúliga tungur at rógva. Tveir nýggir rógvarar vóru komnir umboð, og tí máttu fleiri rógvarar skifta pláss í bátinum. Óivað kravdi róðurin tí ov nógv, og tí gjørdist eg ótrúliga troyttur eftir róðurin.
– Síðani koma vit til fríggjamorgunin í seinastu viku. Annika var farin til arbeiðis, og eg lá í songini, men støðan var ikki góð. Eg fór knappliga at síggja dupult, føldi, at eg datt til vinstru, og balansan var alt annað enn góð. Ringdi tí eftir Anniku, sum kom beinanvegin, og hon sá, at okkurt álvarsligt var áfatt. Eg kom á fyrst á sjúkrahúsið í Klaksvík, og so víðari á Landssjúkrahúsið, har tey staðfestu, at blóðtøppur var høgrumegin í heilanum.

– Komin á Landssjúkrahúsið fekk eg beinanvegin blóðtynnandi heilivág, og eg varð kannaður og kom í viðgerð fyri blóðtøppin. Eg eri ótrúliga troyttur, sovi nógv, men sum tú sært, so havi eg tað gott, og alt er spakuliga komið á pláss aftur. Høgra síða í andlitinum var eitt sindur deyð at byrja við, men hetta hevur eisini rættað seg aftur. Læknin segði mær, at eg ongantíð aftur komi at rógva kapp, ella rættari sagt at iðka ítrótt aftur á høgum støði. Eg eri fegin um, at støðan í løtuni er góð, tí blóðtøppurin kundi gjørt meira skaða, sigur Svein Rógvi.

Barnadreymurin var at rógva við Havnarbátinum
Svein Rógvi er føddur og uppvaksin í Havn og er sonur Finn Jørgensen og Maritu Nielsen. At Svein Rógvi kom at rógva við bátum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag hevur sína orsøk, tí í 1992 fór hann til Klaksvíkar at ganga í skúla, og tá hitti hann konuna Anniku. Men longu sum fjúrtan, fimtan ára gamal setti Svein Rógvi seg umborð á kappróðrarbát. Svein Rógvi sigur soleiðis frá síni longu róðrarferð.
– Vit vóru bara fjúrtan, fimtan ára gamlir, tá ið vit mannaðu 5-mannafarið Tarvin úr Nólsoy, og mín fyrsti róður var ein bygdastevna í Fuglafirði, sum hetta árið ikki var FM-róður. Síðani róði eg við 8-mannafarinum Knørri eitt stutt skifti og fór umborð á 6-mannafarið Jarnbard í 1989 og 1990. Eisini róði eg eitt skifti við Fríggjaranum úr Miðvági og Húsavíkingi.
– So kom árið 1992, tá ið eg fór til Klaksvíkar at ganga í tekninska skúla. Næmingarnir á skúlanum mannaðu 8-mannafarið Nevið Reyða, og Siggert Patursson úr Kirkjubø stýrdi bátinum, og eg var ein av rógvarunum. Tá ið vit fingu summarfrí, tóku vit bátin til Havnar og róðu restina av stevnunum.
– Í Klaksvík hitti eg Anniku, og vit fóru til Danmarkar í lestarørindum. Men hugurin var framvegist øgiliga góður at rógva, og var eg við í ymiskum regattaróðrum, sum føroyingafeløg skipaði fyri. Tá ið vit komu heim í summarfrítíð, tóku vit nakrir okkum saman at manna bát, so vit sluppa at rógva einar tvær, tríggjar stevnur. Tilvildarligt hvørjum báti vit róðu við, tí vit læntu bara ein bát, sum var tøkur, sigur Svein Rógvi.
– Í 2001 byrjaði ein nýggj tíð hjá kappróðrinum í Klaksvík, tí Sámal Hansen smíðaði felagnum fleiri nýggjar bátar, og longu fyrsta árið komu úrslitini, tí fýra bátar úr Klaksvík vunnu FM-heitið hetta árið. Eg var komin aftur til Føroya og róði í 2002 og 2003 við Páll Fanga og í 2004 við Nevinum Reyða.

– Ì 2005 kom kendi danski rógvarin Stephan Mølvig til Klaksvíkar, og hann broytti hugsunnarhóttin og hugburðin hjá rógvarum. Serliga var tað “disiplinin”. Vit plagdu at venja fýra ferðir um vikuna, men nú fóru vit at venja sjey ferðir um vikuna, og Sephan legði áherðslu á, at vit ikki vandu seint á kvøldi. Ikki seinni enn klokkan seks ella sjey.
– Líka síðani eg kom umborð á Klaksvíking, havi vit allatiðina arbeitt heilt nógv við tí tekniska umborð. Stóri munurin er, at tað gamla varð, at tú tókst mest á seinast í takinum, men hetta broyttu vit. Tú skalt taka allar mest á fyrst í takinum, tí so høggur báturin ikki. Báturin høggur, um tú rykkir seinast í takinum, men hann lyftir seg upp, tá ið tú “knallar” til fyrst í takinum.
– Síðani byrjaðu vit at turka bátin innan eftir hvørja venjing, og allar árarnar vórðu tiknar úr bátinum og settar rætt upp eftir vegginum, so vatnið setti rætt úr árini. Homlubondini vóru altíð løgd út um borðið eftir hvørja venjing. Slík “smáting” sum tilsamans hava nógv at siga, sigur Svein Rógvi.
At enda spyrji eg Svein Rógva um kappróðurin í Klaksvík. Tað gongur væl har norðurin, tí umframt Klaksvíngur, gongst væl hjá Fípuni Føgru við dreingjum og Fípuni Føgru barnaróður gentur, sum hava vunnð róðrar. Svein Rógvi hevur eina meining um hetta:
– Allur ítróttur stendur og fellur við eldsálum. Í Klaksvíkar Róðrarfelag er tað ungi maðurin Evald Johannessen, sum eigur æruna, at Fípan Fagra dreingir stendur seg so væl. Eisini hevur hann nakað við barnamanningina at gera.

Svein Rógvi og eg eru nú lidnir at tosa saman í forhøllini á Landssjúkrahúsinum og spáka okkum saman við Anniku oman til neystið hjá Havnar Róðrarfelag. Vit taka myndir uttanfyri, og vit hyggja at 5-mannafarinum Sílinum, sum verður umvælt, eftir tað fór á flog eftir vestanstevnuróðurin. Leiðin gongur yvir ímóti Havnarbátinum, tá ið Svein Rógvi knappliga sigur:
– Sum smádrongur og unglingi í Havn vóru mínar stjørnur manningin umborð á Havnarbátinum, og mín barna- og ungdómsdreymur var at sleppa at rógva við Havnarbátinum, sigur Svein Rógvi at enda.
Svein Rógvi kemur ongantíð at rógva FM-róðrar við Havnarbátinum og ei heldur aftur við Klaksvíkingi, hetta hevur læknin sagt honum. Eg vil takka Svein Rógva fyri samrøðuna, og eg vóni inniliga, at hann fær fullan førleika aftur. Sjálvt um hann fekk blóðtøppin í heilan, so hevur hann sum altíð lívsneistan, og Svein Rógvi er spentur, hvussu Klaksvíkingur fer at klára seg á ólavsøku. Eisini er ætlanin, at hann skal venja hondbóltslið hjá Team Klaksvík.
Tað seinast eg segði Svein Rógva, var, at hann fyrst skuldi hugsa um heilsuna, áðrenn hann hugsar um Klaksvíking á ólavsøku og Team Klaksvík. Svein Rógvi smíltist og svaraði. Vagnur, eg megni ikki at lata vera at hugsa um Klaksvíking. (Vagnur)
