Úr myndasavninum – Í 1977 broyttist býarmyndin í Steinatúni

Myndin omanfyri er áhugaverd fyri serliga okkum, sum minnast handilin hjá Karl F. Johansen. Karl hevði matvøru- & slaktarahandil í Steinagøtu frá 1920 til 1940, tá Karl andaðist. Handilin var á horninum Tórsgøta/Steinatún. Familjan helt fram at handla eftir 1940, og eg minnist væl, tá eftirkomararnir hjá Karl F stóðu fyri handlinum. Í 1977 skuldi… Les meira…

15% av føroyingum gerast bundnir av rúsdrekka

Hvørja ferð eg hoyri um syndarligar vanlukkur, kemur mær til hugs, hvussu nógv rúsdrekka er atvoldin er til í okkara samfelagi. Hetta sært tú ikki sum ungur, men hetta gerst klárari jú eldri tú gerst og kemur í mín aldur. Vit ballaðust eisini, vóru limir í “ølklubba”, koyrdu rukkukoyring sjálvandi við edrúum bilstjóra og tóku… Les meira…

Úr myndasavninum – Søgulig róðrarmynd um farna róðrartíð

Í sambandi við 30 ára stovningardagin hjá Havnar Róðrarfelag gav Ítróttasamband Føroya í 1962 felagnum vakran málning. Málningin málaði listamaðurin Sigmundur Petersen, sáli. Átta ár seinni kundi FM-róðrar ikki rógvast inn í Vágsbotn. Í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag hongur vakur málningur, sum sigur nógv um farnar ólavsøkuróðrar. Í 1962 fylti Havnar Róðrarfelag 30 ár og… Les meira…

Søgan um KFUK húsini við Varðagøtu gongur heilt aftur til 1898

Sært tú eldri myndir tiknar av Oyggarvegnum oman yvir Havnina, síggjast nøkur stór hús, sum standa uttan fyri gomlu Havnina. Vit kunnu nevna Føroya Banka frá 1904, Realskúlan frá 1916 og so KFUK húsini frá 1901. Søgan um KFUK húsini byrjar í 1898, tí tá kom stór innrás av bretskum damptrolarum á Føroyaleiðirnar. Hvøkkur kom… Les meira…

Úr myndasavninum – Í 1957 setti Auto upp telefonboksir í Havn

Í 2002 kom út forvitnislig bók um bilstøðina Auto, sum hetta árið fylti fimti ár. Magnus Gunnarsson, sum hevur stóran áhuga í bilum, savnaði tilfarið og skrivaði frálíku bókina. Bilstøðin byrjaði í 1952 sum P/F Taxa, sum seinni bleiv til Bilstøðina Auto. Nýggja støðin, sum vit kenna í dag, varð tikin í nýtslu í 1956.… Les meira…

Standmyndin av dreymagentuni Tariru verður væl vitjað

  Rithøvundurin og listamaðurin William Heinesen varð føddur 15. januar í 1900 og andaðist 12. mars 1991. Á hundrað ára føðingardegnum 15. januar í 2000 varð vøkur standmynd avdúkað á vælegnaðum staði sunnanfyri Plantasjuna. Eg síggi standmyndina hvønn dag úr køksvindeyganum, og tað eru ikki hissini fólk, sum bæði tíðliga og seint vitja og taka… Les meira…

Stóð bergtikin, tá ið eg fyrstu ferð í 2008 vitjaði Gásadal

Eg hevði ikki givið mær nógv far um Gásadal lítlu bygdina í Vágum, sum var einasta bygd í Føroyum við ongum vegasambandi. Fylgdi í fjølmiðlunum eitt sindur við politiska spælinum til tess at fáa tunnilin lidnan. Ongantíð hevði eg gingið upp um Skarð til Gásadals, fekk frá fólki eg at vita, at hetta var serlig… Les meira…

Úr myndasavninum – Syrgiligt at síggja myndina úr Vestmanna

Tá ið eg sá myndina omanfyri á Facebook úr Vestmanna, reikaðu tankarnir aftur í tíðina. Nú er soleiðis nógvastaðni kring landið, at fólk bæði ung og eldri ferðast til Havnar at stuttleika sær. Náttarbussar hava koyrt í fleiri ár. Soleiðis var ikki á okkara ungu døgum í Havn, tí tá gekk leiðin til Vesmannar í… Les meira…

Dia Jacobsen var fyrsti kyndilsmálverji og fyrsti landsliðsmálverji

Fara vit í hondbóltssøguna, so er 79 ára gamli Dia Jacobsen serligur, tí hann var fyrsti málverji Kyndils, sum var stovnað 10. mars 1956. Føroyar spældu fyrsta landsdystin í hondbólti ímóti Íslendingum á asfaltvøllinum í Gundadali 18. juli í 1964, og annar málverjin var Dia Jacobsen. Dia byrjaði sum sagt at spæla við Kyndli í… Les meira…