
Fyrsta myndin av kyndilsmonnum í 1956. Aftast f.v. Hannis Jacobsen, Viggo í Stórustovu og Vagnar Olsen. Miðan f.v: Poli Jaobsen, Jógvan Andrass Jeonsen og Nick Hansen. Fremst málverjin Dia Jacobsen.
Kyndilssøgan er áhugaverd, tí frá byrjan í 1956 æt felagið Ungmannafelagið Kyndil, og felagið var fráhaldsfelag partur af Losjuni N.I.O.G.T. Heilt nógv virksemi var í Losjuni, har tey nú spældu hondbólt um summarið og serliga borðtennis um veturin. Eisini var skipað fyri enskum dansi, og nógvur ungdómar komu í Losjuna.
Tá ið Kyndil fylti 25 ár í 1981 vóru vit nøkur neistafólk boðin í føðingardagsveitslu á Hotel Føroyum, sum tá var á Kongabrúnni. Sum umboð fyri Neistan segði eg nøkur orð millum annað, hvussu trygt bakland Kyndil hevði í Losjuni. Men tíðir broytast, og nógv Losjuvirksemi er ikki longur kring landið. Nógv av umrøddu losjufólkunum eru farin. Læs resten








