Hans Petur Brekkstein var vrakaður umborð á Argjabátinum – men vann FM-heitið við Knørri

Hans Petur við steypinum hann og Knørrur vunnu á jóansøku.

Eitt er at fylgja kappróðri á staðnum ymsastaðni kring landið ella í Kringvarpinum, annað eru tær óteljandi áhugaverdu søgurnar, sum eru innanborða í føroyskum kappróðri. Ætlaði ikki at skriva meira um kappróður, men eg haldi, at tað er undrunarvert, at Hans Petur Brekkstein í sama kappingarári fyrst verður eftir norðoyastevnu ”blakaður” úr Argjabátinum og síðan vinnur FM-heitið við Knørri, sum vann allar róðrarnar í summar.

Kom at kenna Hans Petur í fjør, tá hann róði við Gongurólvi. Kendist við navnið, tí hann er abbasonur Hans Petur Breikkstein, sála, bónda á Velbastað, og sum eg kendi væl. Plagdi sum ungur at hoyggja hjá teimum á Velbastað, tá Johan Petur pápi Hans Petur var ungur. Havi hitt 31 ára gamla Hans Petur, sum má sigast at havt serligt kappróðrarár í summar. Hann sigur:

– Sum yngri róði eg við Jarnbardi og Jallinum í Róðrarfelagnum Knørri, róði tvey ár við Havnarbátinum og í fjør við Gongurólvi. Vit ætlaðu at manna bátin aftur í summar, men tað bleiv av ongum, men so var eg biðin at koma umborð á Argjabátin, sum er flaggskipið á Argjum. Hugsaði, at hetta kundi gerast spennandi avbjóðing og tók av.

– Ògvuliga spennadi og stuttligt at venja á Argum, lagið var bara gott, og eg treivst væl. Men tá vit fóru í bátin, minkaði gleðin, tí tað sýntist, at róðrarlagið umborð at Argjabátinum var øðrvísi, enn eg kendi frá øðrum bátum. Eg sat í rúminum, og tað gekk strilti hjá mær at finna rætta stevið, sjálvt um eg var í góðari venjing og orkaði minst líka væl sum aðrir umborð.

Hans Petur við steypinum, sum teir vunnu á vestanstevnu í Sørvági og vunnu harvið FM-heitið 2022.

– Vit rógva so á norðoyastevnu og gerast 20/100 partar av sekundi eftir Knørri, og tá máttu vit rógva við ár frá 6-mannafari, tí ár umborð var skeiklað fyri róðurin. Tað kom heilt óvart á meg og eyðmýkandi, tá bátsformaðurin umborð á Argjabátinum eftir norðoyastevnu segði mær, at eg ikki longur var partur av manningini. Sjálvandi ógvuliga keddur, tí eg hevði vant við manningini innandura og umborð í hálvt ár, sigur Hans Petur.

Tú kanst føla við Hans Peturi, tí eg upplivdi í summar, at kvinna umborð á 5-mannafari var blakað í land, tí úrslitini ikki gjørdist nóg góð. Umborð kom annar rógvari, men úrsltini gjørdist ikki betur. Soleiðis var eisini umborð á Argjabátinum, tí Knørrur vann allar róðrarnar, og Hans Petur róði tríggjar stevnur við Knørri. Hans Petur sigur víðar:

Knørrur í Vági við Hans Peturi á lærbekki stýriborð. Mynd Jan Herman Hansen.

– Sjálvandi var eg vónbrotin, men so læt onnur hurð upp, tí boð vóru eftir mær at koma umborð á Knørr, tí rógvari var farin til skips og annar skaddur. Uppgávan hjá mær var rógva, til rógvari var klárur at koma umborð aftur. Eg var til dystin fúsur og kendi treytirnar. Eg róði við Knørri tríggjar stevnur og koma at sita á lærbekki. Róði á jóansøku, fjarðastevnu og vestanstevnu, tá vit vunnu FM-heitið. Róði tí verri ikki á ólavsøku, tí tá kom skaddi maðurin umborð aftur.

– So eg fekk hóast alt frálíkt kappróðrarár og fekk FM-heiðursmerki um hálsin á ólavsøku, sigur Hans Petur Brekkstein at enda. Staðfestast kann, at Argjabáturin fekk einki burtur úr at blaka Hans Petur í land, tí frástøðan millum Knørr og Argjabátin minkaði ikki men heldur vaks og eisini á ólavsøku. (Vagnur Michelsen)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply