
Í vetur skrivaði eg tvær greinar um oldboys og oldgirls liðini hjá Neistanum og Kyndli, sum 1981 hátíðarhildu 25 ára føðingardagin hjá Kyndli. Nú havi eg fingið felagsmynd av mansliðunum hjá Kyndli og Neistanum senda frá Óla Hansen, og felagsmyndin skal sjálvandi á heimasíðuna. Nógvir av monnunum eru ikki millum okkum longur, men eftir liggur stórt arbeiði, sum teir gjørdu og slóðu fyri í feløgunum. Niðast er grein, sum eg skrivaði um oldgirls kvinnurnar hjá Kyndli og Neistanum.
Liðmyndin omanfyri er frá 1981, tá ið Kyndil fylti 25 ár. Neistaspælararnir á myndini spældu flestir í 50-árunum, men spælari sum Mortan Mørk, sáli, spældi eisini í 40-árunum, og Johnny Reinert og Bjarni Johansen spældi eisini fyrst í 60 árunum. So er onkur, sum spyr, hví Torbjørn Mikkelsen, sáli, er á myndini og er farin í bláan búna. Niðast er eisini grein av old girls liðunum hjá Kyndli og Neistanum, sum eisini spældu í 1981. Myndin av kvinnuliðnum hevur áður verið á heimasíðuni, men myndina av old boys monnunum hjá Neistinum og Kyndli, fekk eg sendandi frá Óla Hansen. Myndina havi eg ikki sæð áður.
Bæði Kyndil og H71 eru sprottin úr Neistanum, og tað vóru ungfólk, sum hildu til í Losjuni, sum stovnaðu Kyndil í 1956. Fleiri góðir spælarar millum annað Torbjørn Mikkelsen, Petur Sigurd Rasmussen og Hannis Jacobsen fór tá úr Neistanum í nýggja felagið. Á 25 ára føðingardegnum spældi Torbjørn við sínum gomlu liðfeløgum.
Á myndini er Henning Eysturoy, sáli, sum í fleiri ár var formaður í Neistanum. Hann og Eðin Slættesen løgdu nógvar tímar í felagsskapin, sum vit ungu fingu gleða av. Sjey spælarar á myndunum eru ikki millum okkum longur. (Vagnur)
Úr myndasavninum – Neistakvinnur og kyndilskvinnur á 25 ára føðingardegnum hjá Kyndli í 1981

Stuttligt at síggja myndina av “old girls” kvinnunum, sum Evald Larsen tók á 25 ára føðingardegnum hjá Kyndli. Hetta var í 1981. Tú minnist aftur kvinnurnar, sum stríddust á grúsvøllinum í Gundadali. Neistakvinnur høvdu vunnið fleiri meistaraheiti í 50-árunum, men nú fór fram ættarskifti á neistaliðnum, og liðið var ikki nóg gott at enduvinna meistaraheitið. Í 1960, 1961 og 1962 vann Søljan úr Sandavági, í 1963 VÍF, í 1964 Kyndil, í 1965 Søljan, Neistin í 1966 og 1967 og VÍF í 1968.
Eg hitti Sólruna Klein, sum spældi við kyndilsliðnum í 60 árunum og var við at vinna Fm-heitið í 1964. Hon segði frá stuttligari hending um Sáru Hansen, sum var úrmælingur á vøllinum og altíð spældi í longum buksum. Venjarin hjá Kyndli Viggo í Stórustovu vildi vera við, at Sára ikki hevði loyvi at spæla í longum buksum, so hann noktaði kyndilskvinnum at spæla dystin. Men alt spældi tó væl av, tí dómarin skar ígjøgnum og segði, at spældu kyndilskvinnur ikki, so var dysturin taptur.
Og dysturin bleiv spældur í øllum góðum. Á myndini er Olga Frederiksen, sum veruliga setti sítt fingramerki á føroyskan hondbólt. Hon var stór og sterk og hevði spælt á høgum støði í Danmark. Í fleiri ár var hon álitið á kyndilsliðnum. Kvinnurnar á myndini eru ikki javngamlar og spældu tí ymisk tíðarskeið á hondbóltsleiðini. Summar í 40 árunum og summar í 50 árunum. (Vagnur)