
Myndin omanfyri frá 1967 er áhugaverd fyri meg, tí júst í 1967 fór eg í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen, sum hevði verkstað, har Smyril Line nú heldur til. Frálíka myndin sigur nógv fyri okkum, sum eru kent við alt har á leiðini. Parkeringin er áhugaverd, bilsniðini og allar súkklurnar, barakkirnar og ikki minst Turkihúsið hjá Carl á Lag hevur sína søgu.
Fara vit fyrst til turkihúsið, sum vit síggja uttast til høgru, so minnist eg væl henda bygning, sum var tikin niður miðskeiðis í 1970-árunum. Longu fyri fyrra heimsbardaga fór Carl á Lag at turka fisk á fiskastykki, sum hann hevði gjørt sær Yviri við Strond. Virksemið gekk somikið væl, at hann í 1933 bygdi stóran betongbygning, sum vit síggja á myndini.

Tá Føroyar vóru hersettar í 1940, vóru flest allir stórir bygningar í Havn tiknir at hýsa bretskum hermonnum. Virkisbygningurin hjá Carl á Lag slapp ikki undan. Tá kríggið var av, stóð húsið tómt í nøkur ár, men so byrjaði saltfiskaarbeiðið aftur í húsunum. Millum manna var bygningurin róptur Turkihúsið. Á myndini høgrumegin síggja vit Serjantahúsini, og eystanfyri síggja vit stoypivirkið hjá Eysturoy.
Áhugavert at síggja allar súkklurnar og prutlini. Rokni ikki við, at tey ungu í dag fara á ólavsøku við súkklu og prutli. Tá talan eru um bilarnar, so leggi eg serliga merki til handa Mercedes bussin, sum stendur næst Serjantahúsinum. Vit vóru manga hondbóltsferð í Vestmanna við hesum bussum. Minnist, at motorurin í bussunum var ov lítil at fáa hampuliga ferð í mótubrekku á Oyggjarvegnum. Síggi eisini ein Volvo bil næst Turkihúsinum, og so koyrdu nógv “rugbreyð” fólkavognar í gøtunum.
Niðara myndin er eisini áhugaverd í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar Havn. Ætlan var at gera veg fram við sjóvarmálanum og byrjga Skansan inni, so hann einki útsýnið hevur suður í Nólsoyarfjørð. Alt gott um útbyggingina av havnarlagnum, men gott at sjóvarmálin Yviri við Strond og Skansen fáa frið. (Vagnur)