Viðmerking til Bjarna Hammer og trygd umborð á kappróðrarbáti

Veit einki um, at manning umborð á Tjaldrinum hevur lúrt eftir kappóðrabátum í Havn, á Argjum ella í Nóloyarfirði. Kanningar vera gjørdar av og á eins og í ferðsluni. (Mynd Vagnur)

Bjarni Hammer gevur ilt av sær í fjølmiðlunum, tí hann heldur, at Vørn raðfestir ikki nóg gott arbeiðið hjá stovninum. Í greinini tvinnar hann saman trygd umborð á kappróðrarbátum, og tað, at fiskiskip hava trupulleikar at pumpa fisk millum tvey skip. Hvussu raðfestir Vørn? Spyr Bjarni. Hann finst at, at næsthægsta raðfesting hjá Vørn er at liggja og stima eftir kappróðrarbátum og gleðast yvir at geva ungum rógvarum túsund krónur í bót, um einstakur rógvari av misgávum hevur gloymt sín vest. Løgin eygleiðing og niðurstøða, má sigast.

Keðiligar ábreiðslur, tí vit skulu minnast til, at Bjarni er býráðslimur, løgtingslimur, hevur arbeitt sum løgreglumaður og stýrir Firvaldi við gentum.

Tað kemur ikki fyri at síggja rógvara á Argjum, sum ikki rør í vesti. Nú gongst tíverri strilti at fáa mannað Drekan reyða. (Mynd Vagnur)

Bjarni heldur fram at siga, at Tjaldrið hevur ligið á lúr við bryggjkantin á Tvøroyri klárt at leypa á við revsing og sektaruppskotum. Hann finst at, at bara rógvari hevur gloymt radarrefleksið, esskarið ella ein vest, so fellur hamarin hart og beinanvegin.

Kunngerðin um trygd umborð á kappróðrarbátum

Nú havi eg seinastu fimtan árini skrivað nógvar greinar um trygd umborð á kappróðrarbátum, tí eg haldi, at trygdin og báturin hoyra saman. Bjarni veit fullvæl, at kunngerðin er á sinni gjørd í samstarvi millum Róðrarsambandið og Fiskiveiðueftirlitið og samtykt í løgtinginum í 2006. So her er einki at koma eftir.

Koyrir tú í bili, so vita allir bilførarar, at koyrir tú ov skjótt, uttan trygdarbelti, við kenning ella tosar í telefon, ja, so fellur hamarin, um løgreglan steðgar tær. Og rógvarar kenna eisini kunngerðina, sum er ógvuliga einfald.

Tað er uppgávan hjá leiðslunum í róðrarfeløgunum at syrgja fyri, at kunngerðin um trygd umborð á kappróðrarbátum verður hildin. Vildi sagt, at Bjarni Hammer sum stýrmaður umborð á Firvaldi, kannar sjálvandi eftir, áðrenn Firvaldur loysir frá landi, at alt er í lagi umborð. At brúka orðið ”gloyma”, er eingin umbering á nakran hátt.

Er viljin til tess, so er eingin trupulleiki at halda kunngerðina um trygd umborð á kappróðrarbáti. Kappróðrarbátur og trygd hoyra saman. (Mynd Vagnur)

Er Bjarni ónøgdur við kunngerðina um trygd umborð á kappróðrarbáti, so er adressan ikki Vørn, sum bara ger sítt arbeiði eins og løgreglan ger á vegunum. Komi mestsum hvønn dag oman til vestara sjóarmála, og eg havi ongantíð sæð bát frá Vørn lúrt eftir kappróðrarbátum. Teir gera onkrar kanningar, tá liggur fyri, og einstakar manningar hava fingið bót. Og hetta er alt frálíkt.

Haldi, at tað er langt úti av Bjarna soleiðis at niðurgera arbeiðið hjá Vørn. Ynskir Bjarni ellar Froðbiar Sóknar Róðrarfelag at fáa okkurt broytt í kunngerðini, so er adressan ikki Vørn men fyrst aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum.

Bjarni, bátsformenn og aðrir róðrarleiðarar skulu bara syrgja fyri, at áðrenn bátur verður drigin úr neystinum, skal alt vera í lagi umborð. Slíkt tekur fáar minuttir, og hvat er trupulleikin Bjarni?

Vil enda kann leggjast aftrat, at nú rógva ungfólk kapp heilt niður í ellivu ára aldur. Umráðandi er, at trygdin umborð er í lagi. Altavgerandi er, at tað eru eldri rógvarar og leiðarar, sum slóða fyri, at trygdin er í lagi. Nú skal Bjarni sum leiðari og stýrmaður umborð á Firvaldi bara syrgja fyri, at trygdarútgerð umborð á Firvaldi og øðrum bátum har suðuri ikki verður “gloymd” í neystinum, tá bátar loysa frá landi. Um onkur hevur gloymt, hvat stendur í kunngerðini, so er at lesa niðanfyri. (Vagnur)

Við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT) verður ásett:

§ 1. Tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á

kappróðrarbáti vera í einum av Skipaeftirlitinum

góðkendum bjargingarvesti, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Undir kappróðri er ikki neyðugt, at manningin

er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir vera í

bátinum. Høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum

kunnu tó áleggja manningini at vera í vestinum undir

róðrinum, um hetta verður mett neyðugt.

§ 2. Harumframt skal kappróðrarbátur í minsta lagi

hava hesa útgerð umborð undir venjing:

1) kumpass,

2) pøs ella eysk

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply