Úr myndasavninum – Leirvíkingur sum bleiv til Postbátin

Knørrur 1990. Frá vinstru: Jógvan Elias Jacobsen, Guttormur Skaale, Regin Joensen, Petur í Gong, Magnus Gaard, Andrias Ihlen, Páll Olaf Jacobsen, Høgni Hentze og Olaf Vesturgarð. (Mynd Vagnur)

Í Rituvík hevur Fornminnissavnið goymt fleiri gamlar róðrarbátar. Millum bátarnar stendur eitt blátt 8-mannafar, sum Fornminnissavnið eisini hevur goymt. 8-mannafarið er Leirvíkingur, sum bleiv til Postbátin, og síðan fekk navnið Knørrur. Báturin var “startskotið” til Róðrarfelagið Knørr, sum varð stovnað 28. februar 1985. Eg havi hitt Sigurd Andreasen, sum á sinni róði við Leirvíkingi og Postbátinum, og sum slóðaði fyri at fáa bátin til Havnar, har postmenn mannaðu bátin fyrstu ferð í 1978. (Skrivað í 2014)

Sigurd var í nógv ár formaður í Argja róðrarfelag. (Mynd Christopher)
Sigurd var í nógv ár formaður í Argja róðrarfelag. (Mynd Christopher)

Myndin omanfyri er av 8-mannafarinum Knørri tikin í 1990 við gamla neystið á “´Lágu kai”. Báturin hevur serliga søgu, sum Sigurd Andreasen her greiðir frá: – Vit vóru nakrir postmenn, sum á einum fundi á Hotel Hafnia í 1978 fóru at tosa um, at stuttligt hevði verið at mannað ein kappróðrarbát. Eg visti, at 8-mannafarið Leirvíkingur stóð í neysti í Leirvík og hevði ongan góðan. Eg hevði sjálvur róð við bátinum. Vit lándu bátin til Havnar og róðu fyrstu ferð við bátinum í 1979.

– Hugurin var góður at rógva, og vit keyptu síðani Leirvíking, málaðu bátin bláan og málaðu eisini kenda postmerkið við horninum av júst yvirtikna Postverkinum á bátin. Ikki er loyvt longur á mála slík merki á bátarnar. Leirvikingur var annars gulur bátur við svartari rond. Tað gekk heilt væl frá byrjan, tí vit gjørdust nummar tvey í FM-kappingini í 1979. Og so upprann stóra løtan, tá ið vit í 1980 vunnu á ólavsøku. Fyri ólavsøku vann Kvívíkingur allar róðrarnar, og vit vóru nummar tey, men á ólavsøku býttu vit um pláss. Hetta eru góð róðrarminni.

– Vit savnaðu inn pening til bátin, og vit róðu við bátinum til og við 1981. Síðani stóð báturin í nøkur ár, til nakrir ungir menn mannaðu bátin í 1985. Báturin kom síðani at eita Knørrur, og Róðrarfelagið Knørrur varð stovnað. Niclas í Koltri smíðaði bátin, sigur Sigurd at enda. Sigurd var í nógv ár formaður í Argja róðrarfelag, og hann er framvegis knýttur at felagnum.

Róðrarfelagið Knørrur var sum sagt stovnað 28. februar 1985, og sambært hagtølunum vinnur 8-mannafarið Knørrur longu FM-heitið í 1985, har báturin vinnur allar stevnurnar uttan á vestanstevnu, tá Havrenningur vinnur. Restina av søguni um Róðrarfelagið Knørr kenna vit. Felagið er eitt av størstu róðrarfeløgunum í landinum við frálíkum virksemi. Leirívíkingur/Postbáturin/Knørrur stendur í bygningi í Rituvík.  (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply