Úr myndasavninum – Myndirnar fáa tankarnar at reika (e)

Kappróður á Vestaruvág fyrst í 1950-árunum. (Mynd Fornminnissavnið)

Tá ið eg síggi myndina omanfyri av Vesturvág á ólavsøku fyrst í 1950-árunum, reika tankarnir, tí júst henda myndin er tikin av partinum av Havnini, har eg eri uppvaksin. Nógv eru góðu minnini frá barna- og ungdómsárunum niðri við sjóvarmálan. Og “býarparturin” er nógv broyttur hesi seksti árini. Fara vit fyrst til kappróðurin á ólavsøku, so minnist eg allar kappróðrarbátarnar, sum stóðu á Bursatanga alla ólavsøkuna. Fólk í hópatali gingu bæði fyri og eftir róðrarnar og hugdu at stásiligu bátunum. Kappróðarbátarnir róðu inn í Vágsbotn at heilsa áskoðarum, áðrenn teir fóru fram við Vestaru bryggju út á málið undir Argjalandi. Tá róðu 10-mannaførini 2000 metrar, 8-mannaførini 1500 metrar og 5-mannaførini 1000 metrar. 6-mannaførini vóru tá ikki komin í flotan. Men fyrst í 1970 árunum gjørdist Molin so langur, at ikki var pláss fyri kappróðrarbátunum millum Molan og Ísbryggjuna, og tí kundi ikki longur rógvast inn í Vágsbotn. Roynd varð gjørd at rógva uttan fyri Molan, har málið var uttan fyri Skansan. Hesin róður riggaði slett ikki, tí streymurin við Skansaboða var mangan ov harður, og veðrið ikki til vildar, og bátarnir høvdu ymsar umstøður at rógva. Tí varð farið at rógva 1000 metrar ella rættari sagt 901 metur innan fyri Molan.

Sama øki í 2013. Sjómansskúlin varð bygdur í 1962. (Mynd Vagnur)
Sama øki í 2013. Sjómansskúlin varð bygdur í 1962. (Mynd Vagnur)

Á myndini síggja vit ferðamannaskipið Rituna, sum sigldi fast til Nólsoyar.  Í februar mánað í 1968 sakk Ritan uttan fyri Molan í Havn, tá ið hon rendi á Ternuna. Ritan varð tikin upp á sleipistøðina í Havn, har hon stóð í nógv ár. Ritan, sum kom til Føroya í 1949, varð bygd á Orlogsskipasmiðjuni í Keypmannahavn. Ritan kom ongantíð aftur í sigling sum ferðamannaskip.

Jens Pauli av Reyni (1913-1988) var stjóri á Fiskasentralinum øll fjøruti árini, fyritøkan var til.
Jens Pauli av Reyni (1913-1988) var stjóri á Fiskasentralinum øll fjøruti árini, fyritøkan var til.

Fiskasentralurin, sum varð bygdur í 1945, var nakað fyri seg á okkara ungum døgum seinast í 1950-árunum, tí tá á døgum hevði eingin frystirboksir við hús. Fiskasentralurin seldi ís til fiskiskip, men so kundu fólk eisini leiga smáar frystiklivar, har tey goymdu ymiskan mat til húsarhaldið. Eftirspurningurin eftir ísi var so mikið stórur, tí føroyingar seldu ísfisk til Bretlands, at Fiskasentralurin máttu fleiri ferðir víðka um frystiorkuna. Tá ið so Bacalao bygdi egið ísvirki, og nógvu flakavirkini komu kring landið, minkaði eftirspurningur eftir ísi frá Fiskasentralinum. Seinni fingu fólk eisini egnar frystiboksir. Jens Pauli av Reyni stjóri á Fiskasentralinum var undangongumaður at lata føroyskum fiskiskipum ís. Fiskasentralurin gavst við virkseminum eftir fjørti ár. Tórshavnar Skipasmiðja keypti ognina og bygdi nýggjan verkstað á staðnum. Á myndini er einki Fróðskaparsetur ella nýggjur Sjómansskúli. Tó síggja vit fyrsta bygda sjómansskúlan í Føroyum. Fyrsti sjómansskúlin, ið var bygdur til endamálið, er í dag fyrisitingarbygningur hjá Tórshavnar Skipasmiðju. 1. november 1905 tóku teir ímóti fyrstu næmingunum, og sostatt er bygningurin júst 108 ára gamal. Tað vóru danirnir Viggo Ryving-Jensen og Andrias Nielsen – Styrmand Nielsen vanliga nevndur – ið lótu skúlan byggja. Teir undirvístu eisini á skúlanum. Vit síggja eisini Skeiva Pakkhús, Müllers Pakkhús, Fabrikkina hjá Østrøm, Gamla Hospitalið, Gamla bókasavnið frá 1931 og ikki at gloyma allar áskoðararnar, sum hyggja at kappróðri. Nú liggja stóri glastrevjabátar í millióna flokkinum bundnir við bátabrúgvar har á leiðini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply