Úr myndasavinum – Alfred Dahl “Beiggin” var arbeiðssom eldsál

Neistakvinnur meistarar í 1959. Aftast frá vinstru: Malan Joensen, Alfred Dahl (Beiggin) og Martha Hansen. Miðjan f.v: Herborg Davidsen, Hilda Lamba og Turið Holm. Fremst f.v: Oluffa Bjørgvin, Malvina á Dunga og Katrin Koue. (Myndaeigari Malvina á Dunga)

Kaga vit í søgu Neistans, so stendur vágbingurin Alfred Dahl róptur “Beiggin” sum ein av teimum heilt stóru eldsálinum í felagnum. Í 50 árunum, tá ið Beiggin kom í Neistan, legði hann serliga orku í at fáa ment manshondbóltin, tí kvinnurnar vóru virknar og í góðu hondum um hetta mundið. Alfred Dahl fór ungur til Danmarkar at læra til bakara ella rættari sagt “kondittara” og Finnur Johansen, sáli, sum eisini var uppvaksin í Vági, segði í 2015 soleiðis um Beiggjan.

– Alfred Dahl róptur Beiggin er av Gørðunum i Vági og er abbabeiggi Johan Dahl, landsstýrismann. Beiggin fór ungur til Danmarkar at læra til bakara “kondittara” og arbeiddi á kendum staðið á “Strøgnum”. Hann hevði ætlað sær aftur til Vágs, men slapp ikki heim undir seinna heimsbardaga. Eftir krígslok kom Beiggin til Vágs og kom veruliga at seta sítt fingramerkið á frítíðarvirksemið í Vági. Umframt at hann var meistari at gera alkyns køkur, so var hugurin stórur til hondbóltin.

Finnur Johansen var giftur Elinborg Trónd Johansen, sum andaðist 20. november 2008. Elinborg var neistakvinna.

– Hann arbeiddi nøkur ár í Vági og fór so aftur til Keypmannahavnar at arbeiða sum kondittari. Fyrst í 50-árunum vóru boð eftir Beiggjanum at koma aftur til Føroya. Tað vóru Egil og Michela Restorff, sum vildu hava beiggjan at arbeiða á bakarínum hjá Frans Restorff. Og vit kenna frálíku køkurnar, sum vórðu til keyp á handlinum og á Kondittarínum. Beiggin setti sum treyt, at hann kom bara til Føroya, um hann fekk besta tilfarið til køkurnar. Michela spældi hondbólt í Neistanum, og tí kom Beiggin skjótt at virka í felagnum, segði Finnur at enda.

Beiggin var eitt skifti formaður Neistans umframt at hann spældi á besta liðnum. Hann var serliga áhugaður at leggja gróðrarbotn undir manshondbóltin. Beiggin spældi á neistaliðnum, sum vann meistaraheitið í 1955, og tað var hann, sum skeyt avgerandi málið, tá ið neistamenn vunnu 6-5 á vágbingum. Ikki nógv mál í einum hondbóltsdysti. Á vøkru myndini frá 1959 síggja vit Beiggjan saman við neistakvinnum, sum júst hava vunnið meistaraheitið. Snøggur leikbúni, ja, og frálíkur summarsligur hármóti. Tey spældu jú uttandura.

Sum ungur neistadrongur upplivdi eg, hvussu stóran stuðul Neistin fekk frá fyritøkuni Frans Restorff. Var tiltak í nýggja neistahúsinum, so komu altíð nógvar køkur og annað til nógvu hugnaløturnar í nýggja húsinum. Egil og Michela Restorff og Beiggin vóru neistafólk við stóra N. Meðan beiggin var í Danmark, var hann eisini virkin í føroyska ítróttafelagnum ÍF Føroyum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply