
Tilvildin er mangan viðspælari á lívsleið okkara, og serliga tá vit finna okkum maka at liva saman við. Sum smádrongur við Landavegin komu vit mangan niðan í Grønland, har vit keyptu í handlunum hjá Johannesi Andreasen og Sigurdi Danielsen. Vit vistu, hvørji fólkini vóru, sum búðu í ymsu húsunum, men kendu sjálvandi ikki øll. Húsini við Grønlandsvegin, Torfinsgøtu, Jákup Nolsøesgøtu, Leivsgøtu og Eiriksgøtu vóru flest bygd um 1950.
Eitt kvøldið herfyri skuldi eg fylgja eini abbadóttur til Ommu lang, sum smærru børnini kalla ommuna í húsunum í Eiriksgøtu. 91 ára gamla Andrea Vang er omma verdóttur mína, sum er dóttir Svanbjørg og Mouldi Manai. Á bróstinum í gongini hongur áhugaverd svørt/hvít mynd av seks unglingum, sum 91 ára gamla Andrea Vang og maðurin Ingvard Vang, sáli, eiga.

Hugdi eina løtu at vøkru myndini og hugsaði: – Hasar fýra genturnar hava allar fingið sær útlendskan mann. Talan er bæði úr Tunis, Íslandi og Danmark. Fekk hug at skriva nøkur orð um myndina, tí mamman at teimum seks børnunum hevur eisini áhugaverda søgu, tá tilvildin ræður á lívsleiðini. Myndin á bróstinum í gongini er frá 1969.
Børnini á myndini eru Svanbjørg f. 1953, Andrew f. 1954, Annvør f. 1956, Kristvør f. 1957, Hallgerð f. 1959 og Herluf f. 1961. Tey ungu fóru tíðliga heiman, og Svanbjørg fór 18 ára gomul fyrst til Týsklands og síðani til Frankaríkis, har hon hitti mannin Mouldi Manai, sum er úr Tunis.
Tunis er gamalt franskt hjáland, og eins og nógvir føroyingar fara til Danmarkar í lestrarørindum, so fara nógvir tunesarar til Fraklands. Sambandið millum Svanbjørg og Mouldi førdi til, at systirin Annvør eisni fekk sær mann úr Tunis. Hetta er Nordin, sum er bróðir Mouldi.
Kristvør og Hallgerð búgva báðar í Danmark. Hallgerð hitti íslending í Føroyum eitt summar og fór fyrst til Íslands við dreinginum, men tey endaðu at seta búgv í Danmark. Kristvør hitti dana, sum var komin til Føroya at byggja Norðurlandahúsið, og tey settu eisini búgv í Danmark. Andrew hevur konu av Strondum og Herluf konu úr Havn.
Ensku hermenninir fóru við húsunum hjá Andreu og teimum í Sørvági
91 ára gamla Andrea Vang, fødd 1929, vaks upp í Sørvági, men 13. apríl 1940 var dagurin, sum eisini so líðandi kom at ávirka gerandisdagin hjá Andreu og teimum. Henda dagin komu fyrstu ensku hermenninir til Føroya at hertaka okkara land, og túsundtals hermenn endaðu í Vágum, har teir millum annað bygdu flogvøllin.

Mamma Andreu æt Kristina Davidsen f. Simonsen, og hon gjørdist longu einkja í 1929, tá hon gekk við Andreu. Maðurin Andrias Davidsen var júst deyður av blýggjeitran. Kristina sat nú einkja við fýra døtrum og gekk við ófødda barninum, sum var Andrea.
Sýslumaðurin í Vágum stóð fyri at hýsa ensku hermonnunum og vildi hava, at eisni húsini hjá Andreu og teimum skuldu hýsa hermonnum. Men hetta vildi Kristina mamma Andreu ikki bjóða døtrunum. Familjan bleiv tískil mest sum rikin úr Sørvági og fór til Kollafjarðar at búgva í húsunum hjá Jákup Wenzel Joensen, sum búði einsamallur heima. Hetta var í 1941, og tá var Andrea tólv ára gomul.

Tá Andrea var liðug at ganga í skúla, gekk leiðin til Fuglafjarðar í húspláss. Seinni kom hon í húspláss hjá systur Ingvard Vang í Kaldbak. Andrea og Ingvard funnu saman og blivu gift í august í 1950, og hetta árið bygdu tey sær eisini hús við Eiriksgøtu í Havn. Ingvard, sum var húsasmiður, bygdi sjálvur húsini. Ingvard (1918-1998) kom seinni at hava egna byggifyritøku.

Hugaligt hetta kvøldið herfyri at steðga á uttan fyri hjá Andreu og teimum og hugleiða um, hvussu nógv er broytt, síðani tú sum ungur kom í Eiriksgøtu og har á leiðina. Tá vóru heilt fáir bilar, tí í 1950-árunum hevði vanligi borgarin ikki loyvi at keypa sær bil, tí landið vildi ikki senda ”valuta” av landinum. Bara fyritøkur og tey, sum koyrdu hýruvogn, kundu keypa bil. Hetta broyttist alt, tá vit komu inn í 1960-árini.
Grundøkini við Eiriksgøtu eru smá, húsini eru bygd kloss í vegin, og torført er hjá fólki at útvega sær parkeringspláss. Tí standa so nógvir bilar úti á alfaravegi. Annars kann leggjast aftrat, af nógv hús við Leivsgøtu og har á leiðini vóru stoypt upp, tí eftir kríggið var torført at útvega timbur. Hesi hús eru seinnu klødd við timbri ella øðrum tilfari. (Vagnur)