
Christian Holm Jacobsen, sáli (1939-1987), sum var uppvaksin í Kollafirði, gekk mangan við myndatóli upp á sær. Myndirnar eru nógvar savnaðar í myndasavni, og nú ein dagin steðgaði eg við mynd, sum vakti serlig ungdómsminni, tí vit komu nógv til Kollafjarðar. Myndin hevur eisini tilknýti til Havnina. Jógvan Christiansen mammubeiggi var giftur í Kollafirði, og tað sama Guttorm Christiansen systkinabarn Jógvan og mammu. Teir stovnaðu saman fyritøku og bygdu fiskihús við sjóvarmálan á Langasandi, har tey saltaðu fisk og keyptu sild at lakasalta í tunnur bæði frá føroyskum og útlendskum sildabátum.
Myndin er frá 1960, og tá var Oyggjarvegurin ikki bundin saman, so koyrandi var úr Havn til Kollafjarðar. Hetta hendi 6. juni 1966. Sum ungur minnist eg Bergtóru rópt Begga arbeiðssom ung genta/ kvinna, sum arbeiddi í handlinum hjá Menning Geyta, sum var pápi hennara. Begga, sum er 74 ár ára gomul, havi eg ringt til og spurt um Hotellið í Kollafirði, sum sæst á myndini omanfyri.

Men fyrst til bilin á vegnum FØ 1249 ein Chevolet bilur, sum Olaf á posthúsinum í Vestmanna átti. Kom í 1967 í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen, og tá áttu vestmenningar fleiri stórar hýruvognar, sum komu til umvælingar í Havn. Hetta vóru bæði av merkinum Chervolet, Opel Kapitain og Admiral. Ja, ein hevði oljufýr við klokku, so bilur var heitur um morgunin.
Í 1960 vóru vegirnir grúsvegir, og tí slitust bilarnir skjótari enn teir gera í dag. Men aftur til Beggu, sum saman við manninum Ian Rasmussen fingu sær stóra lastbilafyritøku, sum annar sonurin nú rekur. Stór fyritøka við fleiri enn hálvhundrað lastbilum. Begga sigur soleiðis um hotellið í Kollafirði.
– Tá tú spyrt um hotellið, sum sæst á myndini frá 1960, so var tað abbi mín Christian Geyti og konan Thomasia, sum lótu byggja hotellið, har tey eisini høvdu handil. Hotellið kundi hýsa níggju fólkum, og meg minnist, at har var eitt dupultkamar. Seinni kom sonurin Hjalgrím at eiga og reka hotellið.

– Christian Geyti átti fýra synir og tríggjar døtur: Hjalgrím, Herluf, Herálv, Menning, Ingibjørg, Ragnhild og Signhild. Menning pápi mín fekk sær handil, har eg frá ungum árum kom at arbeiða. Fólk kendu uttan iva mest Herálv pápabeiggja, sum vísti film kring oyggjarnar. Nú er Geytanavnið við í filmídnaðinum, har ársins Geyti verður latin, sigur Begga og heldur fram.
– Á myndini sæst skúlin á Oyrareingjum, har eg gekk í skúla. Mín uppgáva var at fara fyrr upp um morgunin og yvir í skúlan at kika, so fjálgt og heitt var at koma í skúla hjá hinum børnunum og læraranum. Bóndahúsini á Oyrareingjum síggjast eisini á myndini, og har er framvegis virksemi, men hotellið er ikki til longur, sigur Begga, sum er 75 ára gomul og er flutt til Havnar ella rættari sagt niðan til Hoyvíkar.

– Tú spyrt um Geytanavnið. Abbi mín Christian Geyti var úr Leynum, og Geyti er staðarnavn í Leynum. Heima ella niðri á Geytanum er stað í ánni í Leynum, tætt har neystini standa. Ein hylur er knýttur at Geytanavninum, sigur Begga at enda.
Um Guttorm er at siga, at hann kom til Kollafjarðar undir krígnum og kom har í samband við Christian Geyta. Guttorm var tiltikin handverkari, og hann smíðaði og umvældi ymist fyri Geytan. Nakað seinni fóru Geytin og Guttorm at reka vinnu saman og stovnaðu partafelag, men tá ið Jógvan systkinabarnið kom til Kollafjarðar í 1947, steðgaði Guttorm samarbeiðið við Geytan.
Tað rann saman millum Guttorm og Ragnhild dóttir Christian Geyta, og tey bygdu sær hús á Oyrareingjum, har Hórisgøtan kemur oman. Húsini síggjast mitt í myndini. Ragnhild og Guttorm fingu trý børn Eyðstein, Torgerð og Fríðbjørn. Jógvan mammubeiggi fekk sær Herborg Dam úr Kollafirði sum konu, og tey búðu eisini í Kollafirði. (Vagnur)
di.